Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 7. FEBRUAR 2020 Fullveldisskjølini og mandatið at loysa Føroyar frá Danmark Fyri viku síðani lat løgmaður okkum fjøl­miðlum innlit í tær viðhvørt so nógv um­røddu fullveldissamráðingar. Tað var eftir at Beina Løwe, ting­ kvinna, hevði sett løgmanni spurn­ing­in, at hann mátti lata innlit í skjølini. Bárður Nielsen hevur sjálvur koyrt hart á Aksel V. Johannesen, táverandi løg­mann, í 2017, fyri at lata meirinnlit í skjøl­ini. Tí mátti løgmaður nú taka um­sit­ing­ ina á Løgmansskrivstovuni av ræði og lata innlit í skjølini – annars hevði hann bit­ið høvdið av allari skomm. Hinvegin, so er eingin orsøk at halda hesi skjøl loynilig, uttan tað, at um­sit­ ing­in skal arbeiða professionelt. At tað leikaði hart á í 2000 er eyðsæð, og tað vistu vit øll eisini, sum fylgdu sam­ráði­ng­u­num. Tá landsstýrið fór til Danmarkar at sam­ráðast um loysing við einum so smøl­um mandati, sum samgongan hevði, so visti ein og hvør, sum fylgir við í poli­tikki, at hatta fór ikki at ganga. Tað var eingin kjansur fyri, at danska stjórn­ in fór at ganga ynskinum hjá Tjóð­veld­ is­flokk­inum á møti, hóast Fólka­flokk­ur­ in við Anfinni Kallsberg á odda tá eisini var blivin tjóðveldisflokkur. Føroyingar vistu væl, at handan tjóðveldisstøðan hjá An­finni Kallsberg í Fólkaflokkinum fór ikki at halda, og vistu føroyingar tað, so vistu danir tað eisini. Tí var tað høgt spæl, sum samgongan førdi, tí nógv meira bendi á, at tað fór at støkka heldur enn røkka. Tað tykist ikki sørt naivt, tá Karsten Han­sen í útvarpinum um dagarnar grund­gav føroyska ynskið við, at »før­oy­ ingar høvdu valt fólk, sum vildu loysa«. Kanska partur av tjóð­veld­isv­elj­ar­ unum høvdu givið Tjóvðeldisflokkinum hetta mandatið. Men neyvan nógvir fólk­a­floks­veljarar og slett ikki sjálv­stýr­ is­velj­arar. Tí var ætlanin deyðadømd. Og ó­lukk­ an fyri loysingarfólk var eisini, at kap­i­ tul­a­tiónin hjá Anfinni Kallsberg í 2001 út­s­etti loysingina í fleiri ættarlið – í minsta lagi... Tað mátti støkka heldur enn røkka Árligi lands­fund­ ur Mið­floks­ins verður tann 21. mars í skúl­a­num á Foss­a­nesi. Upp­run­a­liga ætl­anin var, at lands­fund­urin skuldi vera tann 29. februar. Á ársfundinum vitjar forkvinnan hjá donsku Kristnu Demokratunum, Isabella Ar­endt. Hóast Isabella var virkin í politikki í eitt áramál, kom hon sum eitt stjørnuskot á politiska pallin til fólkatingsvalið í 2019, tá ið táverandi formaður floksins, vegna sjúku, ikki kundi taka lut í einum sjónvarpskjaki. Hon kláraði seg so mikið væl í hesum kjaki, at hon gjørdist fremsta valevni hjá flokk­in­ um, og eftir valið varð hon vald til forkvinnu í flokk­inum. Hon fekk 8.091 persónligar at­kvøður, og flokkurin fekk 17.012 atkvøður. Bara 192 atkvøður restaðu í at fáa umboð á Fólkatingi. Isabella er 26 ára gom­ul og er fødd og uppvaksin í Fredericia. Hjartamál hennara eru familjumál og virkar hon, eins og Miðflokkurin, fyri at minka um talið á fosturtøkum og at hjálpa kvinnum, ið eru í tí torføru støðu, har fosturtøka verður umhugsað. Hon brennir somuleiðis fyri burðardyggari vinnuligari framleiðslu, skrivar Miðflokkurin, sum heilsar, at øll eru hjartaliga vælkomin til ársfundin hjá Miðflokkinum tann 21. mars í skúlanum á Fossanesi í Hvannasundi. Isabella vitjar MIÐFLOKKURIN Rasmus Klipp til minnis síða 22-23 Katolikkarnir sluppu ikki at reka sjúkrahúsið Siðsøga síða 24-25 Løgtingskvinnur vilja hava broyt­ing í fyri at eggja til meiri javn­støðu Nú skulu vit hava meiri javnstøðu í pol­i­ tikkin. Tað halda tær báðar løg­tings­kvinn­ urnar, Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi, og Ing­i­lín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javn­að­arflokkin. Tær hava nú lagt uppskot fyri Løg­ tingið um at broyta stýrisskipanina fyri at eggja til meiri javnstøðu í politikki. Tær vísa á, at eftir lógini, hava vit bara løg­tings­menn og landsstýrismenn, tí tað eru form­ligu heitini á teimum, sum manna løgting og landsstýri. Tey vísa á, at Løgtingið hevur samtykt at seta bæði Javnstøðunevndina og Demo­krat­ia á stovn fyri at virka fyri meiri javn­støðu Men tá ið stýrisskipanin framvegir brúk­ar heitini løgtingsmaður og lands­ stýr­is­mað­ur, løg­tings­for­mað­ur, nevnd­ar­ for­mað­ur og løgmaður, kann mann seta spurn­ar­tekin við, um stýrisskipanin legg­ur upp til, at hesi skulu vera annað enn mann­fólk, halda tær báðar. Tær halda at tískil er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um bæði kynini og tað er hetta, tær nú hava lagt uppskot fyri Løgtingið um. Tær halda, at hereftir skal ein lands­ stýr­is­maður eita landsstýrisfólk og løg­ tings­mað­ur skal eita landsstýrisfólk. Men er talan um ein mann, kann heiti verða lands­stýrismaður og er talan um eina kvinnu, kann heitið vera lands­stýr­ is­kvinna, og tað sam ger seg galdandi fyri tey, sum sita á Løgtingið. Eisini skal vheitið embætismaður broytt til embætisfólk. Tó verða heitini løgmaður, løg­tings­ for­mað­ur og næstformaður standandi í lóg­a­r­tekstinum, men almennu starv­s­ heit­ini verða broytt, alt eftir hvør situr í em­bæt­inum. Av tí, at talan er um at broyta stýr­is­ skip­an­ar­lógina, skal tað samtykkjast av tveim­um løgtingum og sostatt skal tað sam­tykkj­ast av bæði hesum Løg­ting­i­ num og tí næsta Løgtinginum. Í blaðnum... Kvinnur skulu vera kvinnur og menn vera menn Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Tær báðar ungu tingkvinnurnar, Hervør Páls­ dótt­ir og Ingilín Strøm vilja nú broyta stýr­is­ skipanarlógina, so hon eisini hýsir kvinnum