hósdagur 6. februar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
4
Sjált um ein ger sítt besta at fylgja við,
hvat hendir í fiskivinnupolitikkinum, so
er tað torført heilt at vita hvat fer fram.
Ofta verður sagt, at vinnan heldur
tað ella tað um lógaruppskot, men fylgir
ein eitt sindur við, so er tað sjáldan tað
kemur fyri, ata øll vinnan heldur tað
sama.
Tað, sum kann vera fyrimunur fyri ein
part av vinnuni, kann lættliga kosta hjá
øðrum – ella bert geva summum fyrimun
og øðrum ikki.
Í Degi og Viku var eitt dømi víst um
ein, sum hevur fingið uppsjóvakvotur
fyri nógvar milljónir, men ikki hevur skip
at fiska kvoturnar við. Viðkomandi kann
so lata onnur fiska kvoturnar og sjálvur
fáa ágóðan – umframt at hann kann selja
kvoturnar um hann vil.
Hetta tykist løgið eins og tað sama
í einum føri, har sum skip fyrst fekk
fiskiloyvi, men sum so var tikið aftur.
Tað endaði við einum sakarmálið, sum
fiskimálaráðið tapti.
Málið var skotið inn fyri landsrættin,
men nú hevur fiskimálaráðið tikið málið
aftur eftir tilmøæi frá egnum advokati og
danska Kamaradvokatinum.
Nú verður bíðað eftir at reiðarin fer
at reisa krav um endurgjald.
Ája!
Fyrsta mánaðin av árinum hevur
verið rættuliga friðarligt í Føroyum. Bert
hendinga tingfundir hava verið. Útnorð
urráðið hevur havt fund í landinum og vit
hava havt ungdómsting í Løgtinginum
hesa vikuna.
Vinnuliga eru tað línuskipini, sum
hava gjørt um seg. Øll frystilínuskipini
hava verið á Flemish Cap og nú eru tey
á veg heim við fiskinum. Kvotan er upp
fiskað.
Virðini tey hava umborð tátta helst
í 60 milljónir krónur. Tað vísir segf, at
verður fiskurin avreiddur í Føroyum
og virkaður her, so økist virðið uppí 80
milljónir .
Tað vil siga, at føroyska samfelagið
við virðisøkingini fær 33 prosent meira
burturúr, verður fiskurin virkaður í
Føroyum, heldur enn at hann verður
seldur beinleiðis av landinum.
Ája!
Í ár verður kommunuval.
Tað merkist eisini runt umkring í
størru kommununum, har hugskot
til ymiskt nýtt vella fram, umframt at
summar verkætlanir verða settar í gongd
í vár.
Fyrr í vikuni var spakin settur í til
nýtt mentuinnarhús í Klaksvik. Megn
arkvinnan á mentunnarøkinum, Adel
borg Linklett, loysti fyrsta flagið.
Hvat annað fer at henda á kommunala
økinum er óvist, men júst nú er greitt, at
í Havn stríðist býráðið saman við Tórs
havnar havn við havnaúrbyggingina.
Har hevur alt ikki gingið sum ætlað.
Nú er spurningurin meira, hvør skal
gjalda fyri tað sum ikki riggar og hvar
skulu stóru ferðamannaskipini leggja
at í summar, verður havnaútbyggingin
ikki liðug.
Spurningar, sum enn
standa opnir.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Fuglakrím, svínakrím,
Ebola..... Corona-virus....
Hvør er munurin á
panikkinum yvirhøvur?
Eli Hentze verður
hjálparvenjari hjá føroyska
A-landsliðnum hjá
monnum í fótbólti. Og
Sámal Erik Hentze avloysir
Eli Hentze sum venjari
hjá U21-landsliðnum.
Royndi kokkurin
Jákup Sumberg verður
chefkokkur í nýggju
matstovuni hjá Hilton
Garden Inn hotellinum,
ið eftir ætlan letur
upp í summar.
Tað dregur út hjá
føroyska flogfelagnum,
Atlantsflogi, at fáa øll
tey neyðugu loyvini, sum
krevjast fyri at sleppa at
flúgva til amerikanska
stórbýin, New York
Føroyski punkbólkurin
Joe & the Shitboys
verður at hoyra á stóra
bretska festivalinum
Boardmasters í summar
Leygarkvøldið løgdu
blaðungir dreingir á eitt
par í miðbýnum í Havn.
Hetta hendi aftaná eitt
prát um jødatýningina
og Holocaust, sum
tannáringarnir hildu
vera íspunnið
FNU finnist at viðgerðini
av málinum um
orkuútbygging í Ergidali.
Yvirfriðingarnevndin hevur
góðkent verkætlanina
um at grava veitir
gjøgnum dalin
- uttan at
hagaeigararnir
eru hoyrdir,
bara
Hagastýrið
Ungdómstingið
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Í ár fekk Mentanargrunnur Landsins 117 umsóknir um
almennar starvslønir, og søkt var um 40,5 milliónir krónur.
Grunnurin hevur 3,350 milliónir krónur at lata til starvslønir og
íverksetanarstuðul. 40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari.
40
Mánadagin og týsdagin var átakið Ungdómsting,
har ung í Føroyum fingu møguleikan at roynt seg í
Løgtinginum.
Tilsamans vórðu 12 uppskot løgd fyri
Ungdómstingið, og tey vórðu øll viðgjørd. Sjey av
teimum vórðu samtykt og fimm av teimum vórðu
feld. Eitt av samtyktu uppskotnum var, at ung
undir 18 ár, sum ganga á miðnámsskúla, skulu fáa
lestrarastuðul.
Endamálið er at vísa ungdóminum, hvussu
fólkaræðið virkar í verki. Seks skúlar vóru
umboðaðir á ungdómstinginum, nevniliga Skúlin
á Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúli, skúlin á
Giljanesi, skúlin í Vági, skúlin á Tvøroyri og NámX,
sum eru 10. flokkur í Tórshavnar Kommunu.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At høvið verður at
hitta heimsmeistaran í
boksing Sarah Mahfoud
í SMS leygardagin um
14-tíðina?
Sæð á Facebook:
Í ár er skotár! Tað má
vera gott at vera skóti
og skoti hendan dag
Andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s,
sum veksur í strúk í vindi upp í skrið
av suðri, 13 tl 18 m/s. Yvirhøvur
turt og skýggjað, men um kvøldið
regn. Hitin millm 5 og 8 stig.
13-18 m/s
15-23 m/s
3-8 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Stívt andøvsgul av suðri, 10 til
15 m/s, sum veksur í skrið ella
storm, 15 til 23 m/s. Skiftandi
skýloft og okkurt ælið. Stundum
regn. Hitin millum 2 og 7 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
suðri, 10 til 15 m/s, seinni 3
til 8 m/s av ymsum ættum.
Skiftandi skýloft og okkurt
ælið. Hitin millum 2 og 5 stig.