Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Lívsstílur í vesturheiminum bjóðar góða svøvninum av - Tað eru nøkur, ið hava veruligar trupulleikar, sum órógva svøvnin. Talan kann vera um alt frá pínu til eina væntaða uppsøgn, ið skapar órógv. Men, hjá rættiliga mongum snýr tað seg meira um at raðfesta svøvnin hægri og at bróta nakrar vánaligar svøvnrytmur, sigur sálarfrøðingur Vilmund Jacobsen Svøvnur er avgerandi fyri heils­una. Fáa vit ikki teir tím­ ar, vit hava brúk fyri, veksur vandin fyri einari røð av sjúk­ um, eins og ov lítil svøvnur eis­ ini kann vera eitt barometur fyri, at okkurt ikki er, sum tað skal. Men, hjá mongum kann tað vera trupult at finna ta tíð til at sova í, sum vit øll hava brúk fyri. Rokaligi gerandisdagurin hjá mongum kann skjótt gera, at vit heldur ikki kenna okkum serliga lin. Vit vita jú væl, at svøvnur er týdningarmikil. Hetta liggur eisini málsliga og mentanarliga ankrað í okkara máli, tá vit um kvøldarnar siga ”sov væl” - og so aftur um morgunin, tá vit spyrja ”hevur tú sovið væl?” Tíverri uppliva mong, at tey ein ella fleiri dagar í vikuni ikki kunnu svara ”ja”, tá um morg­unin verður spurt, um svøvn­urin var góður. Kanska hevur tað verið trup­ult at slappað av og latið svøvnin tikið yvir - ella kanska ert tú vaknaður fleiri ferðir, sum náttin leið. Í triðja lagi var tú kanska akkurát komin í til­ trongda djúpa svøvnin, tá vekk­arin fór at gera um seg. Tað eru serliga ungar kvinn­ ur, sum dragast við svøvn­ trupul­leikar, men tað eru so sanni­liga eisini onnur, sum líða av hesum. Kvinnur sova verri Í einari spurnarkanning frá 2017 hjá Region Syddanmark, har fleiri enn 40.000 fólk yvir 16 ár vórðu spurd um likamliga og mentala heilsu, siga 11,5 prosent, at tey brúktu heilivág, keyptur við diskin ella við læknaávísing, móti svøvn­trupul­ leikum seinastu 14 dagarn­ar. Talið av kvinnum, sum høvdu keypt heilivág í hesum tíðarskeiði, var størri enn talið av monnum. Tað er trupult at tosa um svøvntrupulleikar undir ein­ um, tí tað kunnu vera so nógv­ ar orsøkir til, at svøvnurin ikki kemur. Orsøkin kann vera tanka­meldur, angist, tung­ lyndi, órógv, pína ella bein­leið­ is svøvnlíðingar. Tí heldur sálarfrøðingurin, Michael Danielsen, sum áður hevur starvast hjá Psykiatri­ fonden og er parteigari í Well­ being Institute, at neyðugt er at vera rættiliga greiður, tá tosað verður um ymiskar or­ søkir til svøvntrupulleikar. Tað eru nevniliga 10 prosent av dønum, sum eru nógv plág­ aðir av svøvntrupulleikum - og 30 prosent, sum eru mildari plág­aðir. - Tað eru nøkur, ið hava veru­ ligar trupulleikar, sum órógva svøvnin. Talan kann vera um alt frá pínu til eina vænt­aða uppsøgn, ið skapar órógv, sum gongur út yvir svøvn­in. Men, hjá rættiliga mong­um snýr tað seg um at rað­festa svøvnin hægri og at bróta nakrar vána­ ligar svøvn­rytmur, sigur sálar­ frøð­ingurin. Ambitiónir og svøvnur Júst tað at raðfesta svøvnin hægri er kjarnin í trupulleik­ un­um hjá fleiri, sum fáa ov lítlan svøvn. Arbeiðslívið er nógv øðrvísi í dag, enn tað var áður. Fleiri stempla í minni mun inn og út á arbeiðs­pláss­ inum, enn fólk gjørdu áður. Tey eru eisini mong, sum kunnu meta nógv av tí, tey gera í sínari frítíð, sum part av sín­um arbeiði. Fólk hyggja kanska eftir ein­um kjaki ella dokumentari, sum partvís kann vera við­ kom­andi fyri áhugan - ella hetta kann vera viðkomandi fyri tað, tú fæst við innan títt arbeiðs­øki. Tú situr kanska og svarar teldupostum, skrivar eitt upplegg, fylgir við parta­ bræva­kursi - ella tú í tonkun­ um tilrættaleggur ein fund. Alt hetta kann vera í tínum huga í staðin fyri, at tú í frí­ tíðini heldur tók tær av løttum og løddi battaríið - um vit so kunnu siga. Michael Danielsen sær kort­ ini nýggja arbeiðs­markn­að­in sum gevandi, tí hann gevur tí einstaka møguleikar at brúka sín eldhuga í arbeiðnum. Men, sálarfrøðingurin við­ gong­ur, at hetta eisini hevur sína baksíðu - serliga, tá fólk gloyma, at kroppurin er eitt lik­am, sum eisini hevur fyri neyð­ini, at grundleggjandi tørv­ir verða nøktaðir. - Tá tú hevur møguleikan at arbeiða alla tíðina, er í stóran mun eisini møguligt at elta tínar dreymar og mál. Tað er tó týdningarmikið, at tú setir mark fyri, hvussu nógvar tím­ ar tú brúkar upp á arbeiði, so­ leiðis at tú eisini fært neyðuga svøvn­in, sigur sálarfrøð­ing­ur­ in. Vesturlendskur lívsstílur Birgitte Rahbek Kornum, sum er granskari við Klinisk Bio­ kemisk- og Neurofysiologisku deildina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, er ein av teimum, sum hevur verið við til at skrivað eina av størstu frá­greiðingum um svøvnvanar og heilsu. Hon er samd við Michael Danielsen í, at tað er nakað serstakt við lívsstílinum her í vesturheiminum, sum bjóðar svøvninum av. - Vit síggja, at tær fáu kann­ ingar, sum eru gjørdar í veiði­ manna- og samlara­sam­fel­øg­ um, vísa, at hesi fólk sova betri og hava ikki somu svøvn­ trupul­leikar, sum vit í vestur­ heim­inum hava. Vit síggja hetta serliga í USA, har fólk hava stórar svøvntrupulleikar, men so sanniliga eisini her heima hjá okkum, sigur hon. Birgitte Rahbek Kornum vísir á, at skulu fólk skilja týdn­ ingin av góðum svøvni, er eis­ ini neyðugt, at tey skilja, hvussu svøvnur hongur sam­an. Um hetta greiðir hon rætti­ liga gjølliga frá í grein, sum kann lesast á um heimasíðuna - www.helse.dk