leygardagur 18. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 243 - 18. desember 2004
Í dag hittast nissur
umborð á Johonnu
Í dag verður serligur
nissutúrur við slupp-
ini Johonnu í Vàgi
NISSUTÚRUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ì dag verður nissudagur
umborð á gomlu vágs-
sluppini Johonnu og øll,
sum koma við, skulu vera
ílatin sum nissur.
Sluppin loysir frá landi á
keiini klokkan 12. Men hon
fer bara stutt útfrá og leggur
stilt ímillum flakavirkið og
grótkastið.
Johanna verður aftur við
kajina umleið ein til hálvan
annan tíma seinri.
Øll sum koma umborð
mugu onkursvegna verða í
nissuklæðum. Tað er ikki
neyðugt at keypa nakað, tí
tey flestu eiga eina húgvu
og eina føroyska troyggju.
Men annars er ráðiligt at
vera í heitum og góðum
klæðum, góðum skóm ella
styvlum.
Vakrasta nissubarn á
túrinum veri kosið og vinn-
ingurin er okkurt gott til
jóla.
Tey fara eisini at súpa
nissugreyt og at syngja
jólasangir, og hvør veit,
kanska hendir okkurt annað
eisini.
Ókeypis fyri stuttar
nissur
Tað er avmarkað, hvussu
nógvar nissur sleppa við.
Hvør nissa, sum er størri
enn ein metur til hæddar,
skal betala 50 krónur, men
fyri stuttar nissur, lægri enn
ein metur, er tað ókeypis.
Íroknað prísinum er nissu-
greytur og heit saft.
Tað eru Kunningarstovan
og Johanna, sum skipa fyri,
men tað er ikki neyðugt at
melda til
Hetta er óivað seinasta
tiltakið í ár hjá Kunningar-
stovuni í Vági, tí nú fer hon
í jólafrí.
Opið er aftur fríggja-
dagin tann 7. januar.
Í dag fer Smyril at
royna nýggju sam-
ferðsluhavni á Trong-
isvágsfirði fyrstu ferð
og ætlanin er at taka
hana í nýtslu í hesum
árinum
SUÐUROYARSIGLING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í dag skal nýggja sam-
ferðsluhavnin í Suðuroy til
sveinaroynd. Og gongur
royndin sum væntað, er
ætlanin at taka nýggju
havnina í nýtslu í ár.
Hetta seinasta árið hevur
verið arbeitt við at gera
eina nýggja samferðslu-
havn í Trongisvági. Hetta
var neyðugt, tí nýggi Smyr-
il er so stórur, at hann fær
illa brúkt havnina á Drel-
nesi.
Tað hevur alla tíðina ver-
ið ein kampur at fáa nýggju
samferðsluhavnina lidnað
til nýggi Smyril skuldi
koma.
Men fyrst varð nýggi
Smyril seinkaður hálvan
annan mánaða og nú er
hann aftur seinkaður fimm
mánaðir afturat.
Og nú er støðan tann, at
nýggja samferðsluhavnin í
Trongisvági er liðug í heilt
góðari tíð, áðrenn nýggi
Smyril kemur.
Og nú samferðsluhavnin
er liðug, er ikki ætlanin at
lata hana liggja óbrúkta
heilt til nýggi smyril kemur.
– Nú ferjulegan er liðug,
ætla vit at taka hana í
nýtslu, sigur Kristian Dav-
idsen, stjóri á Strandferðsl-
uni.
Sostatt er tað greitt, at
eisini Smyril, vit nú hava,
fer at fáa "gleði" av nýggju
samferðsluhavnini.
– Kristian Davidsen sigur
at nú er ætlanin at gera upp-
merkingar á nýggju ferju-
havnini, so at bilar vita,
hvar teir skulu koyra og
standa.
Somuleiðis er ætlanin at
seta eitt skúr upp ið skal
virka sum ein fyribils
farstøð, har tað ber til hjá
nøkrum fáum fólku at bíða
og at fara á wc.
– Gongur sum ætlað,
verður nýggja samferðslu-
havnin tikin í brúk av álvara
í hesum árinum.
Aðalroyndin í dag
Sostatt endar eitt drúgvt
kapittul í søguni um suður-
oyarsiglingina og tað er
tíðarskeiðið, har vit komu
og fóru um Drelnes.
Men tað er ongin loyna,
at Drelnes er ikki av bestu
havnum og er veðrið ikki til
vildar er ókyrt at liggja har
og tað kemur ikki so heilt
sjálvdan fyri, at Smyril er
noyddur at leggja at í hinari
havnini á Trongisvágsfirði.
Fyrstu ábendingina um,
hvussu nýggja havnin fer at
roynast, fáa vit í dag.
Tí í dag er ætlanin at
Smyril skal gera ta fyrstu
royndina at leggja at á
Drelnesi.
Tað fer Smyril at gera
beint eftir døgverða í dag.
Nú er ferjulegan gjørd til
nýggja Smyril og ætlanin
við hesi royndini er fyrst og
fremst at vita, hvussu pull-
artar og ferjuskrái passa til
Smyril sum nú er.
Smyril fer av Havnini
klokkan 10 í morgin og tá
ið farmur og ferðafólk eru
avgreidd á Drelnesi á mið-
degi, loysir Smyril aftur og
fer út í nýggju Samferðslu-
havnina at leggja at.
Tað verður Hanus Las-
sen, skipari á Smyrli, sum
fær heiðurin at gera fyrstu
royndina at leggja at í
nýggju samferðsluhavnini.
Hann ivast ikki í, at
nýggja samferðsluhavnin er
eitt vælaverk og hann vænt-
ar eisini, at tað fer at
hepnast væl.
Hann sigur, at tað vísur
seg, at tað er fullkomiliga
deyðavatn inni í nýggju
samferðsluhavnini og tað
hevur Drelnes ikki verið,
serliga á eysturætt.
Hann sigur, at tá ið teir
hava siglt framvið, hava teir
hugt inn í nýggju havnina.
Og onkuntíð, tá ið teir hava
ligið á Drelnesi, og tað hev-
ur verið illa liggjandi har,
hava teir eisini meiri enn so
verið og hugt eftir nýggju
havnini.
– Tað hevur altíð verið
fulkomiliga kyrt inni í
nýggju havnini, so eg ivist
ikki í at vit fáa eina sera
góða og trygga havn.
– Tað sama fáa vit at vita
frá teimum, sum hava ar-
beitt upp á havnina, sigur
skiparin.
Hanus Lassen sigur, at so
hevur nýggj samferðslu-
havnin eisini tann sera stóra
fyrimun, at hon hevur tvær
atløgusíður, so tað gevur
sera góðar møguleikar at
leggja at undan vindinum,
sama hvussu ættin er.
– Sostatt vænta vit okk-
um nógv av hesi nýggju
havnini, men fer hon ikki at
roynast avbera væl, verður
tað eitt stórt vónbrot, legg-
ur hann afturat.
Kanska fara nissurnar at
dansa umborð á Johanne í
dag akkurát sum hesar báðar
lítlu nissurnar
Nýggja samferðsluhavnin í
Suðuroy til sveinaroynd í dag
Í dag skal Smyril fyrstu ferð
royna nýggu havnina á
trongisvágsfirði, men skipar-
in ivast ikki í, at vit fáa eina
sera góða og trygga havn