Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Annika Kunoy Im – Mamma mín er av Nesi og Pápi mín av Sandi, men eg eri Havnarmaður við stóra H kortini, sigur Fróði Clementsen, sum tað fyrsta, tá hann verður biðin um at greiða frá, hvør hann er. Og tey allar flestu kenna Fróða frá fótbóltinum. Hann hevur spælt fótbólt alt sítt lív og er íðin B36-ari. – Eg havi altíð havt áhuga í fótbólti. Beiggi mín hevur spælt fótbólt, tá eg var lítil, og tað hevur smittað av upp á meg, sigur 41 ára gamli havnarmaðurin. – Eg vaks upp á einum forferdiliga vánaligum grúsvølli – beint við Eysturskúlan. Men har brúkti eg alla mína frítíð. Tá eg fór í fyrsta flokk, fór eg at sparka við B36, sigur hann. Tað var ongantíð ivi í, hvat felag Fróði skuldi sparka við, tá tann tíðin kom. –Eg eri B36-ari og havi altíð verið B36- ari, staðfestir hann uttan himpr. Og hóast eg havi spælt fótbólt alla møguliga aðra staðni, so havi eg altíð verið vísur í, at eg eri B36-ari, leggur hann aftrat. – Ein yvirgang spældu mínir góðu kammeratar Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar við HB. Eg fjakkaði tá, og tað var ikki líka gott samband heim tá, sum tað er í dag, og tí hevði eg ikki fingið við, at teir høvdu flutt felag. Eg var so farin á netkafe í Avstralia, og tá lesi eg so tíðindini. Tað var mítt lívsins sjokk, sigur hann skemtiliga frá – Einaferð, meðan eg spældi við EB/ Streymi, fór eg at hyggja at einum dysti millum HB og B36. Eg fór fyri at stuðla vinmonnunum í HB, og eg væntaði, at eg fór at halda við teimum. Men nei, eg vónaði so hjartaliga, at B36 fór at vinna tann dystin. Og tað gjørdu teir eisini – heili 6-0. So tað varð staðfest tá. Eg eri B36-ari líkamikið hvat, leggur hann aftrat. Hetta vinalagið millum hesar navnframu fótbóltsleikararnar í Havn byrjaði í heimfelagnum B36, og hóast teir allir eru givnir at sparka við fremstu deildini, so eru teir enn við sum venjarir. Jákup hevur verið høvuðsvenjari, Fróði hjálparvenjari og Tróndur málmansvenjari. Ein tríeind, hevur verið sagt. – Arbeiði og áhugin í fótbólti hevur hildið fram alla tíðina. Eg veit ikki, hvussu tað verður í ár. Eg ætlaði ikki at taka lut í venjingini, men tað kann væl verða, at eg geri tað kortini, flennir hann. Dreymurin um egnu fyritøku Fróði Clementsen arbeiddi í Bilasøluni í 13 ár. Hann hevur altíð havt ein dreym um at byrja egna fyritøku og hann hevur eisini verið við í ymiskum verkætlanum. – Eg visti, at tað skuldi verða innan sølu, men eg var ikki vísur í, júst hvat tað skuldi verða, sigur hann. Síðani kom hesin møguleikin, og í 2014 keyptu Fróði Clementsen og Høgni Thomsen fyritøkuna Teldu Tænastan, og teir hava rikið og ment fyritøkuna síðani tá. Fróði og Høgni hava báðir arbeitt saman fyrr í tveimum ymiskum leiðarastørvum hjá Vodafone. Men teir vóru báðir farnir har frá, tá Høgni kom til Fróða fyri at vita, um hann var áhugaður í at keypa Teldu Tænastuna saman við sær. – Tað var eg áhugaður í við tað sama, og í apríl 2014 fóru vit í gongd, sigur hann. TelduTænastan er nú heildarveitari innan alt, ið hevur við KT at gera. Tað er millum annað teldur, forrit, netverk, kt-support, telduútgerð og eisini skrivstovumøblar og útgerð. Tá Fróði Clementsen og Høgni Thomsen keyptu Teldu Tænastuna, starvaðust 4-5 fólk hjá í fyritøkuni. Orsøkin til at júst hendan fyritøkan tiltalaði teir var, at teir sóu, at tað manglaði ein KT veitari, sum veruliga kundi geva teimum smærri fyritøkunum í landinum góða tænastu. Teldu Tænastan vaks rættiliga skjótt, og tað var serliga vinnuligi parturin, sum tók dik á seg. Nú eru 23 fólk á fyritøkuni. Hóast serliga vinnuligi parturin er vaksin nógv, hava eigararnir lagt seg eftir eisini at hjúkla um privatkundarnar, sum upprunaliga vóru grundarlagið undir fyritøkuni. – Tíðirnar hava verið góðar, og tað hevur gingið væl í samfelagnum, tey árini vit hava havt fyritøkuna, so tað hevur spælt væl við. Síðani hava vit eisini keypt KT fyritøkuna iTec og part av Ansni Tøkni, sigur Fróði Clementsen. Vaksa við ábyrgd Fróði Clementsen var ein av trimum, sum var í uppskoti til at gerast ársins leiðari á leiðaradegnum, sum Synergi skipaði fyri í januar í ár. Tað vóru starvsfólkini á Teldu Tænastuni, ið høvdu skotið hann upp til tilnevningina. Fróði greiðir frá, at hóast hann er errin av at vera umhugsaður til heiðurin, so heldur hann eisini, at tað eru bæði hann og Høgni, ið áttu at fingið heiðurin, um so varð. – Handan tilnevningin er til okkum báðar. Vit eru ekstremt ymiskir, og vit hava ymiskar leiðsluháttir. Eg gevi fegin starvsfólkinum nógva ábyrgd, og hann kannar eftir, um alt er, sum tað skal vera. Vit supplera væl hvørjum øðrum á tann hátt. Eg eri ikki ein skipaður leiðari, men tað er hann. Í felag klára vit tingini væl, sigur hann eyðmjúkur. – Persónliga vil eg fegin, at starvsfólkini hava tað stuttligt, trívast og eru glað. Tað er umráðandi, at tað ikki er eitt so stórt hierarki á arbeiðsplássinum. Eg vil fegin, at starvsfólkini koma til mín við teimum trupulleikunum, sum tey hava. Eg vil eisini fegin, at tey hava stóra ábyrgd, tí eg haldi, at vit menniskju vaksa og mennast nógv, tá vit fáa ábyrgd og ikki verða andað í nakkan, sigur hann róliga. – Eg eri ómetaliga stoltur av tí, sum Teldu Tænastan hevur vaksið seg til. Eg vænti ikki, at handan tilnevningin hevði komið, um tað ikki var vaksið so nógv. Á tann hátt hevur ein slík tilnevning nógv at siga. Eg føli tó ikki, at eg havi uppiborið hana einsamallur, endurtekur hann. Giftast í apríl Fróði Clementsen og unnustan Eva Gudmundsen eiga trý børn, sum eru 15, 8 og 6 ára gomul. – Tá eg møtti Evu fyri 11 árum síðani, var eg so heppin, at hon átti eina dóttur. Síðani hava vit eisini fingið tvey børn saman, sigur hann. – Nú fór eg so endiliga á knæ, sigur hann lættliga. – Eg vildi ordiliga fegin hava eina stóra veitslu. Var tað bert upp til hana, so høvdu vit verið framvið hjá borgarstjóranum og ornað tað fyri langari tíð síðani. Tað er óivað orsøkin til, at vit ikki hava gift okkum enn. Eg havi altíð hugsað, at hetta skal verða ein dagur, sum veruliga skal feirast. Nú, tá vit hava valt at gera tað, so gleða vit okkum ordiliga nógv. Tað er vert at feira – og tað verður ikki eitt betri høvi enn júst hetta, greiðir hann spentur frá. – Eg fór faktiskt á knæ fyrrárið, tá vit vóru og ferdaðust í Stokkhólmi. Men tá vóru børnini ikki við, og tí hildu vit tað hemmiligt, og eg fór á knæ aftur á 40 ára føðingardegnum hjá mær 3. november 2018, sigur hann. – Børnini vóru forferdiliga glað. Tey hava jú bíðað so leingi eftir hesum, sigur hann. – Vit skuldu til B36 veitslu um kvøldið, og allir leikararnir komu framvið áðrenn veitsluna. Tá teskaði eg í oyrað á Jákupi (Borg), at eg hevði verið á knæ. Hann varð so forferdiliga glaður. Eg hevði biðið hann hildið tað eitt sindur hemmiligt, tí eingin visti tað. Tað gekk ein hálvur tími til ársveitsluna, og so hevði hann tikið mikrofonina og fortalt øllum, at tað var ein stórur dagur í dag, tí eg hevði fríggjað til Evu, flennir hann. Tað er nakað síðani at datoið 4. apríl varð sett. Vígslan verður í Havnar kirkju klokkan 17, og síðani er veitsla fyri innbodnum í Dansifrøði. – Vit hava bjóðað 290 gestum, so tað verður ein stór veitsla. Eftir brúdleypið fara vit til Dubai í eina viku. Vit eru bæði glað fyri hita, og tí gleða vit okkum til ferðina, sigur hann. Hesa ferð eru tað bara vit bæði, sum bara. Seinni í summar fer øll familjan ein túr. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Samrøða VAR TVÆR FERÐIR Á KNÆ – Eg havi altíð hugsað, at hetta skal verða ein dagur, sum veruliga skal feirast. Tað er vert at feira – og tað verður ikki eitt betri høvi enn júst hetta, sigur Fróði Clementsen, íðin B36-ari og stjóri í fyritøkuni TelduTænastan, sum nú saman við unnustu síni ger klárt til 4. apríl, tá brúdleyp skal haldast “Hóast eg havi spælt fótbólt alla møguliga aðra staðni, so havi eg altíð verið vísur í, at eg eri B36-ari” “Eg vil fegin, at starvsfólkini hava stóra ábyrgd, tí eg haldi, at vit menniskju vaksa og mennast nógv, tá vit fáa ábyrgd og ikki verða andað í nakkan”