Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 243 - 18. desember 2004 Annika Hoydal varð sum tann einasta bið- in um at syngja fyri Joachim prinsi og Al- exandru prinsessu, tá ið tey kongaligu hós- dagin lótu 27 gávur til listafólk og vælger- andi endamál. Annika Hoydal kundi ikki lata verða við at arga tey kongaligu eitt sindur KONGALIG Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Annika Hoydal ivaðist ikki í, at tað var ein vinkona, sum spældi býtt, tá ið tele- fonin ringdi fyrst í vikuni. Tað var ein, sum kallaði seg Bubbe Krabbe frá Hoffinum, og hon vildi hava at vita, um Annika hevði fingið eitt bræv frá Hoffinum – Nei, eg havi ikki fingið eitt bræv, svaraði Annika, sum var alt annað enn sann- førd um, at tað var Hoffið, sum vildi hava fatur á henni. Men so hvørt, sum sam- talan helt fram, gekk tað upp fyri henni, at tað var veruliga eitt umboð hjá teimum kongaligu, sum var í horninum. Brævið frá Hoffinum var eftir øllum at døma burtur- blivið í jólapostinum, og tað var eisini tí, at tey ringdu. Tey hildu, at tað var løgið, Annika ikki hevði svarað brævinum, sum hon annars varð biðin um. Annika hevði fingið 20.000 krónur úr einum gávufondi hjá Alexandru og Joachim, og tey vildu hava hana at syngja til samkomuna, tá ið gávurnar vóru lætnar á Amalienborg. Vaktin bara nikkaði Í gjár var so tann stóri dag- urin, tá ið føroyska song- kvinnan í Keypmannahavn skuldi inn um kongaligu portrini á Amalienborg. – Alt er so ómetaliga stórt, og eg ivaðist eitt sindur, um eg var komin á rætta stað. Eg kundi ikki lata verða við at spyrja ein av gardunum, um hetta var Christian IIV Palæ. Hann kundi sjálvandi ikki svara, men hann nikkaði hóast alt, greiðir Annika frá. Hon møtti ein tíma, áðr- enn øll tey, sum skuldu hava gávur, komu, tí hon skuldi syngja fyri teimum kongaligu og gestunum. – Eg helt, at tað vóru fleiri, sum skuldu framføra okkurt, men tað vísti seg, at eg var tann einasta, sum varð biðin um tað. Eg varð førd inn í riddarasalin og fekk at vita, hvar eg skuldi standa. Síðani var eg sett inn í eitt privat rúm við síð- una av at bíða eftir hinum fólkunum. Har fekk eg kaffi og køkur. – Køkurnar hjá teimum kongaligu eru so øgiliga lítlar, men soleiðis er tað kanska, tá ið mann hevur so nógv at ráða yvir. Prinsurin trippaði Tá ið allir gestirnir vóru komnir, varð Annika biðin um at koma inn aftur í ridd- arasalin, og har bíðaðu tey so eftir prinsinum og prin- sessuni. – Tá ið tey nærkaðust, vórðu vit biðin um at stilla okkum á rað. Eg sá, hvussu prinsurin stóð og trippaði uttanfyri. Tey komu so inn, og vit vóru rópt fram ein í senn. Síðani skuldu vit ganga tvørtur um gólvið og fáa handað eitt prógv fyri okkara gávur, greiðir Annika frá. Tað vóru nógv ymisk fólk, sum fingu eina gávu hendan dagin. Reyði Krossur, Red Barnet og aðrir vælgerandi felags- skapir vóru har, og eisini nógv listarfólk. – Eg tosaði við fleiri av teimum, og tann, sum var mest sermerktur, var ein maður, sum arbeidd við at frysta fólk niður, tá ið tey skulu skurðviðgerast í heil- anum. Prinsurin nærkaðist Annika skuldi syngja fyri teimum báðum kongaligu og fyri gestunum, og hon varð spurd, um hon vildi syngja beinanvegin, ella um hon vildi bíða eitt sindur. – Eg segði, at fólkini kundu sleppa at slappa eitt sindur av. Tá ið ein løta var gingin, kom Joachim prinsur yvir til hana. – Er man klar, spurdi hann. – Eg svaraði bara, at »man er klar«, sigur Annika. – So slóð hann tvey gløs saman og presenteraði meg. Eg sang trý føroysk vøggu- ljóð og fekk eisini skoytt okkurt upp í um tað før- oyska samfelagið. Annika sang eitt gamalt skjaldur, eina yrking hjá Hans Andrias Djurhuus, og so eina nýggjari yrking hjá Róa Patursson. Gott lag á teimum kongaligu Joachim prinsur og Alex- andra prinsessa boðaðu fyrr í ár frá, at tey eru farin frá hvørjum øðrum, og at tey skulu skiljast. Men tey hava samstundis lagt dent á, at tey ætla sær at samstarva so væl tey kunnu, hóast skiln- aðin. Tey skulu halda jól saman, og hendan dagin vóru tey bæði til staðar fyri at lata gávur. – Tað var gott lag á teimum. Tey vilja gjarna vera rollumynstur fyri, hvussu tað ber til at skiljast, so eg kundi ikki lata verða við at siga, at eg og fyrr- verandi maðurin hjá mær, sum er útlendingur, skulu gera eina nýggja fløgu saman næsta ár. Eg haldi, at onkur smíltist, tá ið eg segði tað, greiðir Annika. Fløgan, sum Annika skal gera, er ein barnafløga, og ætlanin er, at hon skal koma út á 60 ára føðingar- degnum hjá henni 19. nov- ember næsta ár. – Tú kanst ikki lata vera við at vera eitt sindur for- vitin, so tað var stuttligt at sleppa inn um á Amalien- borg eina løtu, heldur Annika Hoydal. Annika á vitjan hjá teimum kongaligu Joachim prinsur og Alexandra prinsessa lótu føroysku songkvinnuni Anniku Hoydal eina gávu til nýggja fløgu hósdagin. Annika slapp sum tann einasti av gestunum at framføra fyri teimum kongaligu Mynd: Colourpress Annika Hoydal sang trý føroysk vøgguljóð. Eitt gamalt skjaldur, eina yrking hjá Hans Andriasi Djurhuus og ein nýggjari yrking hjá Róa Patursson, og so kundi hon ikki lata verða við at siga, at hon næsta ár skuldi gera eina fløgu saman við fyrrverandi manni sínum, sum er útlendingur Mynd: Colourpress