Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Matstøð SELJA 7,5 TONS AV SÓS UM ÁRIÐ S kalt tú út at eta í Havn, so eru møguleikarnir fleiri. Eitt av støðunum er Irish Pub, ið er ein Pub, sum hevur altjóða støði, og úrvalið á drykkivørum er sera stórt. – Tá ið vit skiftu til Irish Pub, vildu vit hava ein rætt, sum var okkara speciali, sigur Hans Andresasen, eigari. – Eitt sum var in fyrr í tiðini, tá ið Perlan var í gongd, var tann góða stóra Perlukotlettin. Hon var so væl umtókt, at vit vildu royna at gera tað sama konseptið, sigur Hans Andreasen. – Vit settu okkum í samband við kokkin í Perluni, og eftir tríggjar mánaðir, so høvdu vit fingið tað rætta kjøtið, og konseptið var fullført. Og ikki kann sigast annað, enn at hetta hevur eydnast væl. Vit selja umleið 200 kotelettir um dagin, og viskiftafólkinum dámar væl, at vit servera nógva sós afturvið, sigur Hans Andreassen. Og tað kann av sonnum sigast, nógv sós fer um diskin í Irish Pub. – Í 2019 serveraðu vit 7,5 tons av sós afturvið kotelettunum, sigur Hans Andreasen. á einari Írskari Pub fæst sjálvandi eisini fiskur og kips. Tað eru serliga útlendingar, sum spyrja um tað. Fiskur og kips er at fáa á øllum Írskum Pubbum kring allan heim. – Og her er eisini góskan í topp, sigur Hans Andreasen. – Tann føroyski fiskurin er so hvítur og feskur. So tað er avgjørt nakað, sum kundar okkara eru glaðir fyri, sigur Hans Andreasen. KLASSISKUR DØGURÐAMATUR ÚT VIÐ S einastu tíðina er virksemið nógv økt á Vestaru bryggju. Fyrr var nógv fiskaarbeiði á Vestaru Brygg­ju, tá í flakavirkið hjá Bac­ ca­lao var í vælmaktini, eins og stóra virk­ semi hjá Føroya Saltsølu. Nú er Saltsølan, bæði silo virkis- og skriv­stovubygningurin bygd um og hýsa nú millum annað Fróðskaparsetri Før­ oya, Hugskotið, Filmshúsið o. ø. Í niðastu hædd á siloini hevur Gist & Vist leigað seg inn, har tey selja døgurða­ mat. Til ber at keypa sær klassiskan døgurðamat út við ella sita inni í hugna­ ligu siloini og njóta matin. Umframt vanligan døgurðamat fæst eisini lættari matur sum salat, sushi o. a. – Orsøkin til at vit fóru undir at gera góð­an og bíligan verkamat er tí, at vit merktu, at tað var her var ein tørvur. Kring bryggjuna eru nógv arbeiðsfólk, og nógvar byggifyritøkur keypa dagliga døgurða út av húsinum, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.