Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ongantíð hava so nógv fólk ferð­ ast um flogvøllin í Vágum, sum í fjør, tá 424.281 fólk ferðaðust um flogvøllin. Talan er sjálvandi ikki bara um ferðafólk, tí meginparturin er helst føroyingar og øll ferðandi ferðast báðar vegir og telja tvey í hagtølunum. Sambært Vága Floghavn, so er einki, sum bendir á, at ferðafólkatølini fara at lækka aftur. Sagt verður eisini, at økta útboðið av flogsetrum – nú SAS eisini fór at flúgva til Føroyar, ikki hevur havt ringa ávirkan á føroyska flogfelagið, ið alsamt økir um síni ferðamál. Samstundis sum talið av ferðandi økist, so økist eisini talið av gistinum í Føroyum. Tvey stór hotel lata upp í summar, og landsins størsta hotel, Hotel Føroyar, byggir eisini út, so hotellið fer at hava 200 kømur. Tí verða nakað oman fyri 300 hotelkømir afturat at selja í summar. So er bara at vóna, at hotellini fara at merkja tað sama, sum flogfeløgini merkja sambært Vága Floghavn, at køkan verður størri. Men samært tølum frá Hagstovuni, so síggja vit eisini, at gistingarnar eru í nógv størstan mun um summarið. Meðan 25.000 gistingar eru í julimánaði, so eru bara um 5.000 í desember og janauarmánaði. Tað verður tí ein avbjóðing hjá hotellunum at selja kømrini í um veturin, tí tað tyngir nógv um raksturin, um fleiri hotel skulu standa at kalla tóm í fleiri mánaðir. Men tað fer kanska eisini at broytst. Gongdin tykist vera, at tíðarskeiðið víðkast, har fólk búgva á hotellum. Økta ferðafólkatalið hevur eisini aðrar avbjóðingar við sær, sum serliga fólk í ávísum viðkvomum økjum finnast at. Kjakið um gongd í haga er mangan hart, og hvørsmansrætturin at ganga í náttútini er so ikki komin enn. Tað sigur seg sjálvt, at vit mugu hava skipað viðurskifti kring ferðavinnuna. Her áliggur stór uppgáva á myndugleikunum um at fáa skil á, so pláss verður bæði fyri bøndum og virksemi teirra – og ferðafólkum. Ferðafólkavinnan kann vera eitt kærkomið eyka fíggjarligt bein at standa á, har eisini fólk í útjaðaranum kunnu tjena pengar og ikki bara ferðavinnufeløg í Havn. Her bíða vit eftir politiska myndugleikanum. Ferðavinnan – eitt eyka bein til búskapin kring landið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin TØLINI TALA UM FRAMGONGD ­ Lýsa grud­ stykki til sølu alment TÍÐINDI SÍÐA 8-9 12 aft­ur­at í barna­ garðsaldri TÍÐINDI SÍÐA 8-9 Bíðitíðin at sleppa til út­ grein­ing hjá serlækna í neu­ ro­logi er stytt úr 10 niður í 3 mán­að­ir hetta síðsta árið. Í 2019 hevur Lands­sjúkr­ a­hús­ið arbeitt miðvíst fyri at stytta um bíðilistarnar til ser­lækna í neurologi, ið fólk við neurologiskum sjúk­um sum m.a. Parkinson, scel­er­ o­su og epilepsi hava tørv á. Eins og í londunum rund­ an um okkum er torført at fáa neu­rologar í fast starv. Lands­sjúk­rahúsið hevur eina kon­su­lentskipan við seks ser­l­æknum í neurologi, ið dekka breitt, og sum eisini hava hvør sítt subspesiali. Núverandi kon­su­lent­ skip­an tryggjar, at ser­lækn­ ar í neurologi eru á Lands­ sjúkra­hús­i­num 32 vikur um árið. Áðr­enn komu teir 16 vik­ur um árið. Hetta hevur havt við sær, at medisinski dep­ilin innan fyri eitt ár hev­ ur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mán­að­um niður í 3 mánaðir. Skipanin tryggjar somu­ leið­is, at allir føroyskir park­in­son­sjúk­ling­ar verða við­gjørdir av neurologi við park­in­son­sjúku sum serøki. Tæn­astan til neurologiskar sjúk­lingar er nógv batnað sein­asta árið og stendur sum heild ikki aftanfyri tæn­as­t­ ur­nar, sum sjúklingar í Dan­ mark fáa. Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið á­hald­ andi ar­beiðir við. Tað, at kunna bjóða føroyskum sjúkl­ing­um viðgerð í Før­ oyum, hevur alt at siga fyri sjúkl­ingin, tey avvarðandi og okk­um sjálvi sum sjúkra­ hús­verk. - Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast í og menna ser­ øk­ið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum støði. Tað er av­gerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkra­hús­verkinum. Tá talan er um ser­liga kompliseraðar neur­o­log­isk­ ar sjúklingar hevur Lands­ sjúkr­a­hús­ið eitt væl virkandi sam­starv við neurologiskar deild­ir í Danmark. Parkinsonviðgerð: Bíðitíðir munandi styttar Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Fyrrverandi mál aðurin Harry Gregg, sum var partur av hóp­ i­num hjá Manchester United, sum var í einum flogfari, sum datt niður í München í 1958, gjørd­ist 87 ár. Ta skrivar Manchester Un­it­ ed á Twitter. – Tað er við sorg, at vit fingu deyðs­boð­ini av fyrrverandi leik­ ara okkara, Harry Gregg. All­ir tankar okkara og ynski frá fel­ ag­num fara til familju og vinir hans­ara, skrivar Manchester Un­i­ted. Gregg var málmaður fhyri Unit­ed frá 1957 til 1966 og náddi 247 dyst­ir fyri felagið. Hann og var ikki minst kendur fyri at vera við í flogvanlukkuni, sum datt nið­ur við hópinum hjá Man­ chest­er Un­it­ed. 6. februar í 1958. 23 fólk doyðu, men talið av deyð­um kundi havt verið nógv hægri, um ikki millum annað Gregg hjálpti ferðafólkum úr brenn­andi flogfarinum. Átta av liðfeløgunum hjá Gregg doyðu í vanlukkuni. Nú Gregg er deyður er bara Sir Bobby Charlton sambært Dai­ly Mail eftir á lívi av teimum, sum vóru við. Harry Gregg kom til Man­ chest­er United frá Doncaster Rov­ers, har hann hevði spælt frá 1952 til 1957. Hann endaði ítróttarligu yrk­is­leiðina við einum leikári í Stoke. Hann spældi 25 landsdystir fyri Norð­ur­ír­land frá 1954 til 1963 og var við til HM í 1958. /ritzau/ Manchester-legandi frá flogvanukku deyður