mánadagur 17. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Í dag byrjaði formans
valið í Starvsmannafelag
num av álvara, og fari eg
tí at heita á allar limir og
álitisfólk í Starvsmanna
felagnum um at stuðla
mær í hesum stríðnum.
Eg bjóði meg fram, sum
formann í Starvsmanna
felagnum fyrst og fremst,
tí at eg havi seran stóran
áhuga í fakfelagsarbeiði.
Hendan áhuga havi eg
havt, síðani eg byrjaði á
arbeiðsmarknaðinum
fyri nógvum árum síðani,
og hendan áhuga skulu
tit merkja við mær, sum
formanni. Tá hesin møgu
leiki stóð mær í boði, var
eg ikki í iva. Um eg fái
møguleikan
at
gerast
formaður, vil eg vera
sjónligur. Eg vil ganga
nýggjar leiðir, og seta
álitisfólkið og limirnar í
hásætið. Eg vil leggja eina
ætlan saman við hvørjum
einstøkum
stovni,
har
eg komi at vitja úti á ar
beiðsplássunum, og hava
fundir
minst
2
ferðir
árliga, har arbeiðsviður
skifti og trivnaður verða
umrøddir. Hetta vil eg
gera, fyri at skapa betri
sambond millum arbeiðs
plássini og felagið. Vit,
sum størsta fakfelag í
landinum, skulu síggjast
og hoyrast í samfelag
num, og vera við í sam
felagskjakinum, so okkara
limir kunnu vera stoltir
av felagnum. Formaðurin
er ein sentralur persónur,
og har er tað umráðandi,
at vit vísa okkara styrki í
samfelagnum. Vit skulu
hava ávirkan á samfelag
ið, og kunna vísa á skeiv
leikar, sum ávirka okkara
limir dagliga. Um trupul
leikar stinga seg upp á
arbeiðsplássinum, skulu
tit ikki vera í iva um, at
við mær sum formanni,
komi eg at ganga á odda
fyri
at
fremja
bestu
loysnina
fyri
tykkum
og fyri arbeiðsplássini.
Gott og gevandi
at vitja limirnar
kring landið
Farnu vikuna havi eg
verið á ferð kring alt
landið, og vitjað nógvar
stovnar og arbeiðspláss.
Eg
takki
tykkum
so
hjartaliga fyri, at eg fekk
møguleika fyri hesum, og
síggja, hvussu tit stríðast
í gerandisdegnum og í
summum førum arbeiða
undir viðurskiftum, sum
kundu betrast munandi.
Hendan vitjanin hevur
lært meg sera nógv um,
hvat tað er fyri sáttmála
viðurskifti
og
lønar
viðurskifti
starvsfólkini
starvast undir, og hvussu
sera umráðandi tað er, at
formaðurin er til staðar
úti á arbeiðsplássunum,
saman við limunum og
álitisfólkunum, sum hann
er sáttmálaleiðari fyri, og
hevur ábyrgdina av. Nú
formansvalið
stendur
fyri durunum, vil eg heita
á tykkum, um at brúka
tykkara rætt, og gera
tykkara atkvøðu galdandi.
Um tit ynskja ein for
mann,
sum
stendur
saman við tykkum, lim
um og álitisfólkum, og vil
stríðist tykkara søk saman
við tykkum úti á arbeiðs
plássunum, og ein for
mann, sum sær tykkum,
sum sína styrki. Og ynskja
tit ein formann, ið er
sjónligur og nærlagdur, og
ein, ið torir at varpa ljós á
vánalig arbeiðsviðurskifti
og á skeivleikar, ið raka
limirnar úti á arbeiðspláss
unum?
So skulu tit atkvøða fyri
mær til formansvalið tann
7. mars. Um tað ikki liggur
fyri at koma til aðalfundin,
so kunnu tit eisini atkvøða
talgilt frá sunnudegnum
16. februar til 6. mars.
Hetta kann gerast við at
venda sær til felagið á tlf.
614868 ella við telduposti
á
starvsmannafelag@
starvsmannafelag.fo
og
biðja um atkvøðuseðil.
Gott val
Vinarliga
Gunnar Hjelm,
formansvalevni
Í dag byrjaði formans
valið í Starvsmannafelag
num av álvara og fari eg
tí at heita á allar limir í
Starvsmannafelagnum
um at stuðla mær í at
halda áfram í formans
arbeiðinum 4 ár afturat.
Eg havi tørv á tíni hjálp,
um eg skal halda áfram!
Styttri arbeiðsviku
Tað eru mong mál, ið
liggja fyri framman og
sum eru átrokandi á hvør
sín hátt, eg skal í hesi
greinini bert nerta við trý
av teimum, eg komi nærri
inn á fleiri seinni.
Hjá mær hevur tað
høga raðfesting at halda
fram at stríðast fyri
eini styttri arbeiðsviku.
Í
fyrstu
atløgu
skal
strembast eftir at fáa sett
lógarásettu arbeiðstíðina
úr 40 niður í 37 tímar
um vikuna, men um
vit hyggja longur fram,
eigur málið at verða, at
arbeiðsvikan kemur nið
ur á 35 tímar.
Okkara
ynski
um
styttri arbeiðsviku fekk
jaliga
móttøku
upp
undir
løgtingsvalið
í
august í fjør, og vit eiga
áhaldandi at minna polit
isku flokkarnar á teirra
positivu afturmeldingar
nar.
Nýggj lønarskipan
Verandi lønarskipan er
bæði gomul og ótíðar
hóskandi, og eg eri komin
til ta niðurstøðu, at skulu
vit fáa eina rættvísa løn
til allar limir felagsins,
so er neyðugt við eini
nýggjari,
fleksiblari
lønarskipan.
Eitt nú eru vit noydd
at hyggja eftir verandi
innplaseringum, og vit
skulu stríðast fyri, at
limir felagsins fáa ta
løn, sum millum annað
starvsinnihald, útbúgv
ing, ábyrgd og roynd
ir
rættvísgera
og
tí
fegnist eg um, at tað til
hesar
samráðingarnar
eydnaðist at fáa inn í
semjuna,
at
partarnir
eru samdir um at kannað
møguleikan
fyri
at
endurskoða bygnaðin av
verandi lønartalvu. Fái eg
álitið frá tykkum at halda
fram sum formaður, er
hetta eitt av málunum,
ið fær hægstu raðfesting
og verður sett í gongd alt
fyri eitt.
Prekariseringin
Eitt nokkso nýtt hugtak í
fakfelagshøpi er prekari
sering og tað støðugt
vaksandi
prekariatið.
Prekariatið er teir nýggju
dagleigararnir – eins og
eitt nú lossingarmenninir
vóru tað fyrr. Teir vistu
ongantíð, um teir høvdu
arbeiði dagin eftir og
høvdu ongi sáttmálavard
rættindi.
Í dag er prekariatið
starvsfólk, sum liva av
náði frá sínum arbeiðs
gevara og ofta ímóti sín
um vilja áhaldandi verða
noydd at góðtaka tíðarav
markað og ótrygg størv,
har rætturin til løn undir
sjúku, barsilsløn, eftir
løn og onnur løntakara
rættindi langt frá eru
nøkur sjálvsfylgja.
Prekariseringin
inn
an fakøkini hjá Starvs
mannafelagnum
er
eisini vaksandi, og eg
fari at stríðast fyri, at
hesi starvsfólk fáa góð
arbeiðskor og rættindi
á jøvnum føti við fólk í
føstum starvi.
Eg havi tørv á
tínari hjálp
Eg fari tí at heita á allar
limir Starvsmannafelag
sins um at brúka tykkara
rætt og møguleika og
atkvøða fyri mær. Tal
gilda
atkvøðugreiðlan
fer í gongd í dag, sunnu
dagin 16. februar. Um tú
ikki kemur á aðalfund
in, so ber til at venda
sær til skrivstovu felag
sins á telefon 614868 ella
við telduposti á starvs
mannafelag@starvs
mannafelag.fo og biðja
um atkvøðuseðil.
Gott val
Vinarliga
Súni Selfoss,
formansvalevni
Eg tori at bjóða arbeiðsgevaranum av!
Styttri arbeiðsviku og nýggja lønarskipan
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á