mánadagur 17. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tað kom sum ein ordans skelkur, tá
UEFA um vikuskiftið boðaði frá, at
Manchester City er dømt at verða
útihýst av Champions League komandi
tvey kappingarárini. Hvør skuldi trúð
tí?
Í fleiri ár hava feløg sum Manchester
City og Paris Saint Germain, hvørs
eigarar eru ríkir statseigarar í Abu
Dhabi og Katar, keypt seg til sigurs.
Fleiri hava sett spurnartekin við
framferðarháttin hjá feløgunum, og
nú ber av hjá UEFA., sum á fyrsta sinni
torir at traðka eitt av teimum stóru og
ríku feløgunum á tærnar.
Í ringasta føri kann revsingin eisini
flytast yvir á Premier League, har
Manchester City millum annað kann
missa okkurt av meistaraheitunum,
sum bleiv vunnið í tíðarskeiðnum,
tá brotini eru framd. Millum annað
í 2014, tá Manchester City vann
meistaraheitið í harðari kapping við
Liverpool.
Manchester City hevur eisini fingið
eina bót upp á 222 milliónir krónur.
Orsøkin er, at Manchester City í
tíðarskeiðinum 2012 til 2016 hevur
brotið fíggjarreglurnar í Financial
Fair Play reglugerðini. Millum annað
er felagið dømt fyri at hava snýtt við
tølunum viðvíkjandi sponsorum, fyri
at lúka treytirnar, sum siga at eitt felag
ikki kann hava meir enn 222 milliónir
krónur í undirskotið upp á trý ár.
Hartil er felagið eisini dømt fyri ikki at
hava samarbeitt nóg væl.
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at
avgerðin hjá UEFA ikki kemur
óvæntað og at mann í Manchester
City kennir seg órætt viðfarnan av
evropesiska fótbóltssambandinum.
Hetta er aðru ferð, at Manchester City
hevur fingið dóm fyri óreglusemi í
fíggjarviðurskiftinum. Felagið fekk í
2014 eina bót á 435 milliónir krónur.
Felagið hevur millum annað roynt at
fingið annan av høvðusákærunum
kolldømdan, tí hann fyri einum ári
síðani lak skjøl út til eitt nú New
York Times. Manchester City hevur
í løtuni tíggju dagar at kæra dómin
hjá UEFA. Felagið hevur boðað
frá, at málið verður eisini reist í
ítróttardómstólinum CAS. Her skal
ein avgerð fyriliggja áðrenn 23. juli í
summar, tí tá byjar fyrsta evropesiska
kappingin.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Leygardagin varð 42. aðalfundur
Fótbóltssamband Føroya. Aðal
fundurin var í FSF-húsinum á
Tórsvølli.. Og talan gjørdist um ein
friðaligan fund, har FC Suðuroy
tók síni uppskot aftur, skrivar Fót
bóltssambandið.
Fundurin byrjaði við at FSF-
forsetin, Christian F. Andreasen
bjóðaði
vælkomin.
Forsetin
segði síðani minningarorð um
fyrrverandi stovnara og formann í
B71, Ragar Fossdalsá, sum andaðist
í fjør. Aðalfundurin mintist Ragnar
í tøgn í ein minutt.
Rós frá FIFA og UEFA
Altjóða
fótbóltssamgongurnar
FIFA og UEFA vóru eisini umboð
aðar á aðalfundinum. Valentina
Mercolli frá UEFA, og Heidi Beha
frá FIFA, róstu FSF og føroysku
feløgunum fyri stóra arbeiðið, ið
gjørt verður at menna fótbóltin í
Føroyum.
Umboðini fyri UEFA og FIFA
søgdu seg eisini gleðast um at
síggja, at stuðulin frá FIFA og
UEFA varð nýttur til at betra
um umstøðurnar kring vøllirnar
hjá føroysku feløgunum. Eisini
fegnaðust tær um, at verkætlanin
at liðugtgera Tórsvøll nú nærkast
endanum, og at hendan útbygg
ingin gevur FSF møguleika at bjóða
seg fram at hýsa størri kappingum,
so sum EM-endaspælinum hjá U17-
gentum, sum verður í mai í 2021.
650 túsund í yvirskoti
Síðani greiddi Christian F. Andrea
sen, forseti, frá virksemi FSF’s í
2019. Roknskapurin seinasta ár gav
eitt yvirskot upp á 650.000 krónur.
Virksemið hjá FSF hevur ongantíð
verið størri og í fjør spældu okkara
landslið heili 54 landsdystir.
Eginognin
hjá
FSF
er
nú
31,5 milliónir krónur. Samlaðu
inntøkurnar hjá FSF í fjør vóru
áleið 51,6 milliónir krónur, og út
reiðslurnar 51 milliónir.
Viðtøkur FSF’s vóru broyttar á
Aðalfundinum, soleiðis at tað nú
er heimilað Starvsnevndini at gera
broytingar
í
kappingarreglum,
agareglugerð og leikarareglugerð.
Aðalfundurin
var
tó
samdur
um, at møguligar broytingar í
nevndu reglum tó altíð fyrst skulu
umrøðast á formansfundi.
FC Suðuroy tók
uppskotini aftur
FC Suðuroy hevði innsent trý
uppskot
til
broytingar.
Tvey
í
kappingarreglunum
og
eitt
í
leikarareglugerðini.
Í
vetur
varð tó ein arbeiðsbólkur settur
av
Fótbóltssambandi
Føroya,
sum skal koma við tilmæli um
nýggja kappingarskipan og upp
alingargjald, og eftir umrøðu á
aðalfundinum avgjørdi FC Suður
oy at taka síni uppskot aftur.
Til seinast takkaði FSF-forsetin
fyri ein góðan og siðiligan fund,
og síðani varð fyrsta ørindi í Tjóð
sanginum sungið.
trondur@sosialurin.fo
Aðalfundur:
So langaði
UEFA til
FSF hevur havt aðalfund og vísti á eitt yvirskot á 650 túsund krónur í ár.
FC Suðuroy tók uppskotini um broyttan kappingarleist aftur, men treytin
er at ein bólkur heldur fram við at arbeiða við kappingarleistinum
FÓTBÓLTSSAMBANDIÐ
HEVUR EITT YVIRSKOT Á
650 TÚSUND KRÓNUR Í ÁR