Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen –  Eg skilji væl hvussu stóran týdning tað hevur, at tað eru før­oysk­ ir bussførararnir, sum koyra føroyskar sjúk­ling­ ar og avvarðandi í sam­ bandi við sjúkra­við­gerð í Danmark. Tað sigur Kaj Leo Holm, landsstýrismaður í Heilsu­málum. Sum støðan er nú, eru bussførararnir føroyskir, men í seinastuni er tað komið fram, at nú skal koyringin bjóðast út í Danmark, ímillum donsk flutningsfeløg at kappast um. Her er talan um busskoyringina ímillum flog­vøllin í Kastrup og sjúklingahotellið, og koyringina ímillum sjúk­ linga­hotellið og tey ymsu sjúkra­húsini. Mugu bjóða tað út Kaj Leo Holm Johanne­ sen sigur, at reglan hjá føroyskum myndug­leik­ um er, at allar vørur og tænastur, sum kosta yvir eina hálva millión, skulu bjóðast út fyri at tryggja, at prísurin er tann rætti, og at skattgjaldarin fær sum mest fyri hvørja krónu. Tað er orsøkin til, at busskoyringin hjá sjúk­linga­hotellinum nú verður boðin út. Tað merkir, at arbeitt verður við at bjóða buss­ koyr­ingina út ímillum danskar veitar, eftir teim­um treytum sum eru gald­andi í Danmark. Síðani tað kom fram, hava nógvar atfinningar verið ímóti ætlanini og nógv hava stúrt fyri, at hetta fer at vera eitt bakkast fyri føroyskar sjúkl­ingar, sum verða sendir til Danmarkar til við­gerar. Tey hava víst á, at tað hevur ómetaligan stóran týdn­ing, at bussførarin er før­oyskur og í Sosialinum í gjár, kallaði Ruth Laksá­ foss, sum hevur havt sína dag­liga gongd á Sjúk­ linga­hotellinum í meiri enn eitt ár, hetta rætt og slætt fyri ein sorgarleik. Hon segði, at sjúk­ lingar, og avvarðandi, eru bæði ill og kedd um hetta, tí tað hevur alt at siga, at tað er ein fryntlig føroysk rødd, sum stendur fyri teim­um á flogvøllinum. Tey fáa eina sera góða tænastu frá buss­førar­ unum, eisini tænastur sum liggja uttan fyri tað, sum verður kravt av teimum eftir sátt­mála­ num. –  Tað eru nógv eldri fólk, sum verða send til Keyp­mannahavnar í sjúkra­ørindum. Summi av teimum eru ikki serliga von at ferðast og fleiri av teim­um eru heldur ikki serliga stinn í donskum. – Eg síggi fyri mær, at skulu tey, afturat sjúkuni tey hava at dragast við, fáa ein bussførara, sum bara dugir danskt, verða tað mong, sum fara at detta niður ímillum, sigur Ruth Laksáfoss. Hevur stóran týdning Herfyri reisti Høgni Hoy­dal, løgtingsmaður fyri Tjóð­veldi, málið í Løg­tinginum og Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í orðaskiftinum tá, vóru løgtingslimir á ein­um máli um, hvussu stóran týdning tað hevur, at buss­førararnir eru før­ oy­ingar. Kaj Leo Holm Jo­han­ ne­sen sigur, at hann er samdur í, at tað hev­ ur stóran týdning fyri sjúk­lingarnar, og tey av­ varðandi, at buss­før­arin dugir føroyskt. –  Tað hevur stóran týdning, at tey, sum verða send av landinum til við­ gerðar, verða verandi í einum føroyskum um­ hvørvi, sigur hann. Men sigur hann, at reglurnar mugu hald­ast, og hann heldur somu­ leiðis, at tað er hansara skylda at tryggja, at skatt­gjaldarin fer sum mest fyri pengarnar. Tí heldur hann eisini, at talan kann ikki vera um at geva einum felag mest sum einkarrætt upp á koyringina í allar ævir, tí so er vandi fyri, at prís­ ir­nir verða skrúvaðir upp. Hinvegin sigur hann, at hann fer at taka mál­ ið upp fyri at vita um tað ikki ber til seta tað sum eina treyt í út­ bjóð­ingar­tilfarinum, at bussførararnir skulu duga føroyskt. Í hesum sambandi er spurningurin um danskir út­bjóð­ingar­myndug­leik­ ar fara at góðtaka eina slíka treyt, tí í roynd og veru ber tað í sær, at tað eru at kalla eingi feløg í Danmark sum kunnu bjóða upp á koyringina, tí tey klára ikki at lúka treytirnar. – Hetta eru alt spurn­ ingar, eg fari at taka upp við uttanlandstænastuna hjá sjúkrahúsverkinum, sigur landsstýrismaðurin. Finn eina loysn Kaj Leo Holm Johanne­sen sigur, at sostatt fer hann at tosa við Uttan­lands­ tæn­astuna fyri at vita, hvørjir møguleikar eru at tryggja, at bussførarin fram­haldandi verður ein, sum tosar føroyskt. Í hesum sambandi hevur tann møguleikin ver­ið nevndur, at ein máti er at gera busskoyringina til ein part av vanliga hotell­rakstri­num, so­ leið­is at hotellið sjálvt eig­ur bussarnar og at bussførararnir so eisi­ni eru í starvi hjá hotelli­ num. Kaj Leo Holm Johanne­ sen sigur, at hetta er eisini ein møguleiki, tey fara at kanna. Og sjálvur ivast hann ikki í, at tey fara at finna eina loysn á málinum, soleiðis, at sjúk­lingar, og avvarðandi fram­haldandi vera í før­ oyskum hondum, tá ið tey skulu flytast ímillum í Keyp­mannahavn. Væntar at fáa eina góða loysn fyri sjúklingarnar KANNAR MØGULEIKAN Lands­ stýris­maðurin kannar møguleikan fyri at sleppa undan einum bakkasti fyri sjúklingar, sum verða sendir til Keypmannahavnar til viðgerar Sjálvur ivast hann ikki í, at tey fara at finna eina loysn HEVUR STÓRAN TÝDNING – Vit fara at kanna møguleikarnar fyri at tryggja, at føroyskir sjúklingar, sum verða sendir til Keypmannahavnar, framhaldandi sleppa at koyra við føroyskum bussførarum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen