Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á HÁLSI SØLUGREIN Vilmund Jacobsen Køks- & Veitslubúðin hjá Thomas Dam á Hálsi er altíð ein sera for­vitnis­lig­ ur handil, sum hevur alt til køkin og veitsluna. Í handlinum sært tú vakra uppdekking, sum kann vera árstíðarbundin og nú vár, páskir og ferm­ ing stunda til, hevur handilin serliga vakrar uppsetingar av, hvussu eitt fermingarborð - til gent­ur og dreingir - kann síggja út. Bjørg Dam gongur høgt upp í sín handil, og hon og starvsfólk hennara eru góð í ráðum, tá veitslan skal fyrireikast. - Nú er tað so páskir og konfirmatión, sum stunda til, og hetta merkir eisini henda partin av køks-og veitslubúðini. Bjørg Dam vísir á, at á fermingardøgunum í handli­num, sum í ár verða 4.-7. mars, verða nógv góð tilboð, men longu nú eru við­skiftafólk hjartaliga væl­komin á gátt til íblástur. Nýggir serviettar Longu nú hevur køks-og veitslubúðin góð tilboð, og enn einaferð hava tey fingið nýggjar serviettar og borðrennarar, ið rigga væl til eitt nú kon­ firma­tión­ina - lunda og dreingja­mynstur og sólju og ljósareytt, ið rigga væl til gentuna. Bjørg Dam vísir á, at á nýggjastu serviettunum er myndin av lundanum tikin við lendingina í Bø, og tað er Rannvá Joensen, sum er fotografur. - Sóljan, sum er avmyndað til serviett­ in, vaks við Svarta­foss í Havn, og myndin av ljósareyða blómu­teigi­ num er úr Kunoy. Tað er norski fotografurin, Rann­veig Marie Nesse, ið eigur myndina av blómu­ teigi­num, sigur hon. Bjørg Dam vísir á, at nýggir serviettar eisini eru við seyðamynstri og boy­friend-troyggju, sum Sissal Kristiansdóttir - Shisa Brand - hevur gjørt. Náttúra og mentan Tað eru eini 3-4 ár síðan, at køks-og veitslubúðin fekk serviettin við før­ oyska flagginum, og nú hava tey eisini eina flagg­ leinkju, sum tey rópa tað. Haraftrat hava tey nýggjar borðrennarar við reyðum og bláum, sum lagt yvir hvítan dúk gevur føroysku flagg­litir­ nar. Bjørg Dam viðgongur, at hon rættiliga er vorðin bitin av at gera føroyskar serviettar – við motivum úr føroyskari náttúru og mentan. - Hetta eru alt serviett­ ar úr góðari dygd, sum bæði eru FSC-góðkendir og hava svanamerki, sig­ ur hon. Umframt nýggjar serviettar og borð­renn­ ar­ar, hevur køks-og veitslubúðin hjá Thomas Dam áður gjørt før­oysk­ ar serviettar og borð­ rennarar við ymisk­um motivum úr før­oyska kvinnu-og mann­fólka­ bún­anum. Eftirgjørdar bukettir Nú Linda Unudóttir Ol­ sen, blómubindari, eisi­ ni er í starvi hjá Tho­mas Dam, bjóðar køks-og veitslu­búðin eisini eftir­ gjørdar bukettir sum borð­prýði, ið eitt nú kann brúkast til veitslur, mót­ tøkur og ymiskt annað. - Prísirnir fyri hesar bukettir eru á leið teir somu, sum fyri bukettir gjørdar úr veruligum blóm­um, men munurin er bara, at okkara eftir­ gjørdu bukettir vara í allar ævir. Bjørg Dam sigur at enda, at tey eisini hava leyparar, sum faktist eisini eru ein trygdar­ motta, ið kann brúkast bæði inni og úti. - Mottan, sum fæst í reyðum og øðrum litum, er eisini sera vælegnað, tá eitt gólv ella tún verður hált. Vit hava í løtuni tilboð upp á hesa mottu, sum verður seld eftir meturmáti, sigur hon. At enda kunnu vit skoyta uppí, at køks-og veitslu­búðin hjá Thomas Dam á Hálsi eisini leigar út vasar, ljósastakar, stein­toy og annað. Hava alt til køkin og veitsluna Bjørg Dam í køks-og veitslubúðini hjá Thomas Dam á Hálsi viðgongur, at hon rættiliga er vorðin bitin av at gera føroyskar serviettar - við motivum úr føroyskari náttúru og mentan Linda Unudóttir Olsen, blómubindari og Bjørg Dam, handilsleiðari Myndir: Álvur Haraldsen