Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á HÁLSI SØLUGREIN Vilmund Jacobsen Tað er nógv hent, og tað fer framvegis at henda nógv hjá Berg Motors á Stara­vegi á Hálsi í Havn. Á gólvhæddini let­ur um nakrar dagar upp nýtt og snotuligt fram­ sýn­ingarhøli til umleið seks bilar, og her verður ein nógv einfaldari og greiðari skipan við eitt nú móttøku, sølu­deild, eykalutasølu, verk­staðs­ inn­skriving og bilaleigu. Arbeiðið at dagføra handilshølini hevur verið í gongd í eina tíð, og eitt nú eru lágu vindeyguni, sum vendu eystur eftir, skorin hægri og røkka nú nið­ur móti gólvinum. At vindeyguni eru vorðin nógv størri, ger, at nýggja fram­sýn­ingar­ hølið rættiliga fer at koma til sín rætt, sam­ stundis sum hølini eisini eru vorðin nógv ljósari. Saroya Dalsgarð, sum gjørdist stjóri í Berg Motors í juni mánaði í fjør, men sum hevur ar­ beitt í fyritøkuni í eini 20 ár, sigur, at hølini á fyrstu hædd nú verða nógv betri og greiðari skipað. - Nýggju fram­sýn­ ingar­hølini hava fingið nýtt gólv, nýtt innbúgv, nýtt el í einum parti av hølunum. Her eru spott­ arar settir upp, sum koma at lýsa á bilarnar, og her er alt málað av nýggjum. Nú verður tað lættari og meira innbjóðandi hjá viðskiftafólki, sum koma inn á gólvið hjá okkum, og vit fara eisini at gera ein sonevndan kundakrók undir trappuni, sum gongur upp á aðru hædd. Stjórin vísir á, at tá framsýningarhølini, sum nú verða sett í stand, eru liðug, er ætlanin eisini at fara longur oman í bygningin, har gamla kaffistovan og eitt minni fram­sýningarhøli eru. - Nú vit hava fingið stóra og nýggja kaffistovu uppi á, verður gamla kaffistovan á fyrstu hædd tikin burtur og saman við fram­sýn­ing­ ar­hølunum, sum eru her frammanundan, verður hetta nýggju fram­sýn­ ingar­hølini hjá okkum til Subaru-bilar­nar, sum vit umboða. Men, tað er ikki bara á fyrstu hædd, at arbeitt verður við dagføringum hjá Berg Motors. - Á aðru hædd, har vit hava okkara fyrisiting við fýra fólkum, er alt gjørt av nýggjum, og her hava vit fingið nógv betri umstøður. Saroya Dalsgarð vísir á, at uppi á er nýtt og stórt fundarhøli, og her er eisini stór og hugna­lig kaffistova til øll starvs­ fólkini. - Her er alt gjørt av nýggjum, og bæði gólv, loft og innbúgv eru nýggj, leggur hon aftrat. Umfatandi virksemi Hjá Berg Motors starvast út við 30 fólk í føstum starvi, og haraftrat eru onnur knýtt at fyri­ tøkuni. - Eg vil meta, at eini 45 fólk tilsamans eru knýtt at Berg Motors, harav fleiri hava verið í starvi í fyritøkuni í mong ár. Umframt bilamerkini, Zuzuki, Subaru og Izuzu, um­boða Berg Motors eisini Scania lastbilar og aðrar stórbilar. - Í fyritøkuni hava vit mekaniskan verk­stað, plátuverkstað, dekk­ verk­stað, og vit hava last­bila­verkstað. Har­ aftrat hava vit bilúteigan í fyri­tøkunnum, Avis og Budget, sum eru hvør sítt brand, um eg so kann siga. Berg Motors hevur so­ leiðis eisini bilútleigað í Vága Floghavn. Saroya Dalsgarð sigur, at Berg Motors eisini hava ymiskar aðrar ætlan­ir, sum hon fer at gera burtur úr eina aðru ferð. Umfatandi dagføringar hjá Berg Motors á Hálsi - Nú verður tað bæði lættari og meira innbjóðandi hjá viðskiftafólki, sum koma inn á gólvið hjá okkum, og vit fara eisini at gera ein sonevndan kundakrók undir trappuni, sum gongur upp á aðru hædd, sigur Saroya Dalsgarð, stjóri í Berg Motors