mánadagur 24. februar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg vil í hvussu er geva eitt púra
greitt vallyfti. Og tað er, at øll 15, 16
og 17 ára gomul á Glasi skulu hava
lestrarstuðul og ikki bara tey, sum
er 18 ár og eldri. Tað lovi eg!
Soleiðis segði Jørgen Niclasen,
formaður Fólkafloksins, á veljara
fundi á Glasi 27. august í fjør, fýra
dagar fyri løgtingsvalið.
Men tey ungu undir 18 ár fáa
ongan lestrarstuðul, tí hetta vallyft
ið kom ikki við í samgonguskjalið.
Vit í Miðlahúsinum hava spurt eftir
hesum málinum seinastu tíðina – at
vita, um landsstýrið als einki ætlar
at gera við eitt so greitt lyfti frá for
manni Fólkafloksins.
Søgan er tann, at eitt samt løg
ting í 2000 broytti lógina soleiðis,
at ung undir 18 ár ikki fingu lestr
arstuðul. Í staðin var barnafrádrát
turin hækkaður frá 16 til 18 ár.
Síðani hevur málið onkuntíð
verið reist, og somu fólk sum tóku
stuðulin frá teimum ungu halda nú,
at tað sum tey gjørdu var skeivt og
vilja broyta tað. Men enn hevur tað
bara verið orð og spurningar, einki
beinleiðis lógaruppskot um at geva
teimum ungu hesi rættindi afturur.
Greiðasta boðið hevði hevði for
maður Fólkafloksins á áðurnevnda
veljarafundi á Glasi 27. august í fjør,
tá hann gav hetta púra greiða lyfti.
Men undir samráðingunum vik
una eftir var hetta lyftið als ikki
tikið upp á tungu. Tað var als ikki
mál, hvørki hjá samgonguni ella hjá
Fólkaflokkinum at fáa hetta málið
í samgonguskjalið. Lyftið varð slept
og gloymt.
Tí verður spennandi at frætta,
um landsstýrismaðurin í menta
málum fær gjørt nakað við hetta
málið, nú vit sum fjølmiðla fregnast
um málið.
Men tað er ikki sørt opportun
istiskt av einum floksleiðara at
møta upp á veljarafundi á landsins
størst miðnámsskúla og av sínum
eintingum bera hetta lyftið fram –
fyri síðani als einki at gera við tað,
tá hann fýra dagar seinni situr við
øllum valdinum.
Trupulleikin er ikki, at Sam
bandsflokkurin ikki vil. Ella at
Miðflokkurin ikki vil. Trupulleikin
er, at hetta lyftið als ikki hevur ver
ið tikið upp á tungu undir samráð
ingunum.
Tað kostar landinum umleið 13
milliónir krónur, um tey ungu undir
18 eisini skulu hava lestrarstuðul,
vísa útrokningar hjá Studna.
Spurningurin er so, um tað fer
at eydnast landsstýrismanninum
í mentamálum at finna pengarnar
– ella um eitt lyftisbrot til tey ungu
er 13 milliónir krónur vert.
Gloymda lyftið um lestrar
stuðul kostar 13 milliónir
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
POLITIKARAR SUM BARA LOVA
John
Dam og
rækju
søgan
SÍÐA 8-9
Um
leið triðji
hvør fær
krabba
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Nú eru longu fleiri ár síðani
at Hans Jacob Joensen, und
anfarni bispur, umsetti alla
Bíbliuna,
burtursæð
frá
Sálmunum, úr grundmáli
num og handaði Føroyska
Bíbliufelagnum.
At umseta Sálmarnar er
ikki hvørsmans føri, tí um
framt at hetta er tekstur úr
hebraiskum, so er talan eisini
um skaldskap.
Eftir nakað av leitan og
áheitan frá Bíbliufelagnum,
átók David Johannesen, fyrr
verandi prestur í Vágum, sær
hesa stóru uppgávu í 2018.
Hann
hevur
umframt
longu tíðina sum prestur,
eisini royndir sum yrkjari
og rithøvundur; harav onk
ur av sálmum hansara eru
at finna í nýggja sálmabóka
ískoytinum hjá Fólkakirkj
uni.
David hevur hesa tíðina
arbeitt sera miðvíst við at
umseta Sálmarnar, og nú í
februar 2020 er setningurin
greiddur.
Sálmarnir í Gamla Test
amenti
vórðu
handaðir
Føroyska
Bíbliufelagnum
20. februar í heimi hansara
norðuri á Heiðum í Miðvági.
Føroyska Bíbliufelagið er
Dávidi sera takksamt fyri
hansara avrik og við hesum
er grundarlagið fyri komandi
bíbliuútgávuni
fullfíggjað.
Ætlanin er at nýggja Bíblian
skal koma út á sumri 2023.
David umsett Dávid
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Árliga umsóknarfreistin til
stuðul úr Granskingargrunn
inum var úti leygardagin 15.
februar kl. 12. Tað komu 24
umsóknir inn.
Hetta er lægsta talið av
umsóknum síðani 2007. Í 2019
vóru 31 umsóknir. Til samans
verður søkt um góðar 23 mió.
kr. Hetta er tað sama sum í
2019. Talið av umsóknum er
ójavnt ár fyri ár, tað hevur
verið frá 24 heilt upp til 48
í 2014, sum var tað hægsta
nakrantíð.
Tað eru upp til 7,5 mió. kr.
tøkar til stuðul í 2020. Seinnu
árini hava millum 8 og 12 um
sóknir fingið játtaðan stuðul
árliga.
Eitt samlað yvirlit yvir
allar verkætlanir, sum eru
stuðlaðar úr Granskingar
grunninum, finst her
Nú verður farið undir
at kanna umsóknirnar fyri
at vita, um tær lúka form
ligu treytirnar. Síðani skulu
uttanhýsis ráðgevar finnast,
sum fara at meta um vísinda
ligu góðskuna v.m. í umsókn
unum. Endaliga viðgerðin av
umsóknum er vanliga í mai,
so
umsøkjararnir
kunnu
vænta sær svar í seinasta
lagi 1. juni, skrivar Granskin
garráðið.
24 umsóknir um stuðul
til gransking í 2020
Dávid Johannesen. fyrrverandi prestur í Vágum, átók sær í
2018 stóru uppgávuna at týða Sálmarnar