Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Í dag skuldi Løgtingið taka støðu til, um uppskotið frá teimum báðum tingkvinnunum, Hervør Páls­dóttir og Ingilín Strøm um at broyta Stýrisskipan Føroya so­leiðis, at rúmd eisini er fyri kvinn­um í málburðinum. Men løgmaður og landsstýrið dáma ikki hetta uppskotið og royna at spæla tað út til horna við at seta eina grein 25 nevnd, sum skal savna saman allar møg­u­ligar aðrar broytingar í ting­skip­anini, sum tingfólk ikki eru kom­in í tankar um enn. Hetta minnir ikki sørt um grund­lóg­ar­ar­beiðið, sum endaði í nagg­a­tódn – hóast semja varð fing­in um, at ein stjórn­ar­skip­an ella grundlóg ikki er tað sama sum, at Før­oy­ar skulu slítast úr danska ríki­num. Men nei, hetta málið skuldi køv­ast í seinastu samgongu, sum hevði sett sær fyri at av­ greitt hetta málið. Eitt er, at Sam­bands­flokk­ur­ in er í­móti flestu broytingum. Men at Fólka­flokk­urin, sum stóð á odda í full­veld­is­sam­gong­ uni, vildi held­ur ikki hava mál­ið av­greitt, varn margháttligt. Men eyðivtað er tað ein trup­ ull­eiki hjá fleiri, at hesar báðar ting­kvinnurnar hava lagt hetta mál­ið fram. Fleiri tingmenn – við løg­ tings­for­mann­i­num á odda, eru bangn­ir fyri, hvør avleiðingin verð­ur, um stýrirsskipanin verð­ur broytt – og at tingið gong­ur frá, at »maður« merkir menn­iskja. Jógvan á Lakjuni held­ur, at áðrenn eitt slíkt upp­ skot verður lagt fyri Løgtingið, átti ein nevnd at verið sett at út­grein­að málið, tí enamálið átti at ver­ið at fáa so góða und­ ir­tøku fyri broytingunum, sum gjør­ligt. Hann sigur, at sum frá líð­ur eru vit farin at kalla kvinnu­lig­ar tingmenn fyri ting­ kvinn­ur, og tað sama við limum í lands­stýrinum. Hann held­ ur, at hetta er eitt álvarsmál og legg­ur dent á, at hetta er ikki bara ein spurningur um javn­støðu, tí hetta er eisini ein máls­ligur spurn­ing­ur. Og á før­ oy­sk­um merkir »maður» eisini »menn­iskja». Tað hevur tað merkt í øldir, og ger tað enn, sig­ur hann. Men Jógvan og tit øll onn­ur. Fremjið bara hesa broyt­ing­ ina, so kunnu tit brúku somu fyri­varni aftaná, bara við øv­ ugt­um fortekni – og so virða tit kvinnurnar og rúma teim­ um eisini í tingmálinum. Tað verður eingin trup­ul­ leiki. Og nívur tað kortini fast hjá summum monnum, at kvinn­ur nú eru kvinn­ur, so er tann trup­ul­leik­in ikki størri, enn hann er fyri kvinnurnar í dag, sum eru »menn«. Summir menn hava trupul­ leik­ar av at kvinnur eru kvinnur EIN TRUPULLEIKI FYRI MENN Bæði hjá kvinnum og monn­ um eru tað KÍ og HB, ið hitt­ ast í stórsteypadystunum í fót­bólti, sum eisini hava til end­a­máls at savna inn peng­ ar til Felagið fyri lesi- og skriv­i­veik Árligu Stórsteypa­dyst­ir­ nir, sum Fótbóltssamband Føro­ya skipar fyri saman við Lions Club í Føroyum, verða spældir á Tórsvølli leyg­ar­ dagin, tá ið kvinnurnar hjá KÍ og HB spæla klokkan 15 og menn­inir hjá somu feløgum spæla klokkan 18. Hetta er bert annað árið, at stór­steypadystur er hjá kvinn­um, og annað liðið eru før­oy­a­meist­ar­ar­nir í KÍ, sum í fjør vunnu sítt 19. meist­ar­ a­heiti - eftir ein steðg í tvey ár. Mótstøðuliðið er HB, sum í fjør vann steypa­kapp­ing­ ina fyri sættu ferð og ann­ars vann heili 7-1 í stór­steyp­a­ dyst­i­num í fjør. Hjá monnum er talan um ein veruligan klassikara í før­ oyskum fótbólti, tí menn­i­nir hjá KÍ vunnu í fjør sítt 18. før­ oy­a­meist­ar­aheiti, sum eisini var tað fyrsta í 20 ár. Teir skulu spæla ímóti HB, sum í fjør vann steypakappingina fyri 27. ferð, men sum ikki hevði vunnið hana í 15 ár. Hesin stóri fót­bólts­dag­ ur­in á Tórsvølli leygardagin snýr seg ikki bara um dyst­ ir­nar millum bestu kvinnu- og mansliðini hjá KÍ og HB, men eisini um at stuðla einum góðum enda­máli. Hesaferð hevur Li­ons Club gjørt av, at allur á­góð­in skal fara til Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, og tað ger hann saman við ágóð­a­num frá tilsvarandi dyst­um hjá hondbóltinum um Lions­bik­ ar­ið, sum vóru spældir í sep­ t­em­ber mánaði. Sostatt verður tað saml­ aði ágóðin frá øll­um fýra stór­steyp­a­dyst­u­num í bæði hond­bólti og fótbólti, ið skal hand­ast felagnum, sum í ár hev­ur 19 ár á baki, og hesi ár­ini hevur felagið roynt at hjálpt og lætt um hjá serliga børn­um, ið hava ilt við at lesa og skriva. Foreldur og einamest mamm­ur tóku í 2001 stig til at seta felagið á stovn, so nak­að munagott kundi ger­ ast fyri tey børn, ið høvdu trup­ul­leikar. Foreldrini, ið sjálv høvdu gjørt sær sínar dýrt­keyptu royndir, funnu sam­an um felagið, so teirra roynd­ir kundu koma øðrum til gleði og gagns. Stórsteypadystir, kvinnur: 2019: EB/Streymur/Skála- HB 1-7 Stórsteypadystir, menn 2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk) 2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0 2009: EB/Streymur-HB 1-3 2010: HB-Víkingur 2-1 2011: HB-EB/Streymur 0-2 2012: B36-EB/Streymur 1-2 2013: EB/Streymur- Víkingur 1-0 2014: HB-Víkingur 1-2 2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk) 2016: B36-Víkingur 0-1 2017: Víkingur-KÍ 2-1 2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk) 2019: HB-B36 1-0 Stórsteypadystirnir leygardagin Til haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokkan 20 á kvøldi mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld – sendið teldupost til klaga@sosialurin.fo KÍ og HB manna stórsteypadystirnar í fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum. Her eru tað menninir, sum takast í einum av dystunum síðsta kappingarár Mynd: Álvur Haraldsen