Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Ætlanin at stovna eina føroyska sendistovu í Ísrael, gongur rættiliga væl, og nú í vár verða av­ gerðandi stig tikin fyri at frem­ja ætlanina. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttan­landsmálum. Tá ið núverandi sam­gonga varð skipað ímill­um Fólkaflokkin, Sam­bands­flokkin og Mið­flokkin, reisti Mið­ flokk­urin málið um at vit skulu hava eina føroyska sendi­stovu í Jerusalem. Tað varð eisini niður­ felt í sam­gongu­skjalið, og á fíggjarlógini fyri í ár, eru 2,5 milliónir settar av til endamálið. –  Væntandi verður ikki brúk fyri meiri í ár, men annars kostar ein slík sendistova einar fýra milliónir um árið at reka, sigur Jenis av Rana. Broyttu hugsan Tað hevur verið ein av stóru dreymunum hjá Mið­flokkinum at vit fáa eina føroyska sendistovu í Ísrael, hóast vit at kalla als ongan samhandil hava við Ísrael. Og nettupp av tí at vit at kalla als ongan sam­ handil hava við Ísrael, fekk ætlanin um eina før­oyska sendistovu heldur kaldliga móttøku í Løgtinginum, bæði frá ting­limum í andstøðuni og ting­limum í sam­gongu­ni. Men tá ið avtornaði fekk Jenis av Rana kortini fígging á fíggjarlógini til sendistovuna, tí tá ið fíggjarlógin varð samtykt, høvdu tinglimirnir í samgonguni hálsað um, tí nú hildu teir, at »Ísrael er eitt land, sum er í fremstu røð á mongum økjum, og ein sendistova í Ísrael kann vera við til at birta undir eitt fjøltáttað samstarv, og eina fjøl­ táttaða samvinnu, ímill­ um Føroyar og Ísrael, á fleiri økjum, sum kann vera til frama fyri bæði londini« sum tað so há­ bærsliga varð orðað.  Eisini Jenis av Rana vísir á, at Ísrael er eitt tað framkomnasta land­ ið í heiminum á nógv­um økjum, eitt nú á tøkni­liga økinum og hvat lækna­ vísindum viðvíkur. Og hann droymir um at fáa læknar úr Ísrael til Føroyar at arbeiða í eitt skifti, og at læknar úr Føroyum kunnu fara til Ísrael at arbeiða í eitt skifti. Hann heldur eisini, at okkurt virki, sum ger heili­vág í Ísrael, kundu havt áhugað at komið higar og hann heldur, at tað er heldur ikki óhugs­ andi, at Føroyar kundi verðið eitt áhugavert ferða­mál hjá ísraelsfólki. Fara á ferð til Ísrael og til Danmarkar Jenis av Rana heldur, at nettupp tað, at vit onga sendistovu hava í Ísrael, er ein forðing fyri at menna samvinnuna ímill­ um londini. – Eg havi havt samband við stjóran á einum stór­ um, føroyskum virki, sum hevur arbeitt fyri at fáa fótafesti í Ísrael. Men ætlaðu sam­starvs­felag­ ar­nir í Ísrael aftraðu seg, tí onki formligt samband er ímillum bæði londini, sigur hann. Og síðani hava eisini onnur vinnulívsfólk vent sær til hansara um akkur­ át tað sama. Hann sigur, at ætlanin hevur verið at hann skuldi fara eina ferð til Ísrael at tosa við myndug­ leikarnar har um, hvussu farast skal fram fyri at seta eina føroyska sendi­ stovu á stovn har. Men nú vinnulívsfólk hava vent sær til hansara, hevur hann gjørt av at bjóða føroyskum vinnu­ lívs­fólkum við á ferðini til Ísrael í eini roynd at fáa samband við vinnu­ lívs­fólk í Ísrael. Landsstýrismaðurin sigur, at hendan ætlaða ferðin til Ísrael verður antin fyrst í apríl, ella seinna­partin í mai, tá ið Løg­tingið er farið í summar­frí. Men áðrenn tað fer Jenis av Rana eisini til Dan­markar í øðrum ørind­um. Tað verður í fyrru helvt í mars mán­að og tá hevur hann eisini avtalað fund við sendi­ harran hjá Ísrael í Dan­ mark at tosa um ætlanina at fáa eina føroyska sendi­stovu í Ísrael. Men annars er er eisini nógv samband ímill­um embætisfólkini í landsstýrinum og dansk­ ar myndugleikar um málið, so tað er stór fram­ gongd í málinum, sigur hann Jerusalem ella Tel Aviv Jenis av Rana hevur áður boðað frá, at endamálið hevur verið at føroyska sendistovan í Ísrael skal lata upp í heyst. Men so er tað spurn­ ingurin um hvar í Ísrael ein føroysk sendistova skal vera. Sjálvur hevur hann ikki dult fyri, at hansara stóri dreymur er, at sendistovan skal vera í Jerusalem. Og hóast tað ikki hevur verið tann stóra undirtøkan fyri tí, hevur Jenis av Rana ikki mist vónina um tað enn, so tað er framvegis tað, hann virkar fyri. Tað hevur vakt ans, at hann vil hava sendi­stovuna at vera í Jerusalem. Tað hevur eisini vakt ans uttan­ lands, tí Jerusalem er ein umstríddur býur, og av tí saman hava flestu lond latið vera við leggja sínar sendi­stovur í Jerusalem. Tað er fyri ikki at pro­ vo­kera palestinarar, og sostatt leggja enn ein mein­boga í vegin fyri friðar­ætlanirnar í Mið­ eystri. Sostatt hava øll lond, við nøkrum heilt fáum undantøkum, lagt sínar sendistovur í Tel Aviv. Men Jenis av Rana sær øðrvísi upp á tað. –  Ætlanin um at seta eina føroyska sendistovu í Jerusalem, eigur ikki at verða slept av ótta fyri at fornerma arabarar, segði hann einaferð, málið var til umrøðu í Løgtinginum. Tað sømir seg ikki fyri okkum at fortelja ísraelum, at vit ikki vilja leggja sendistovuna í høvuðs­taðið teirra, Jerusa­lem, tí at vit ikki vil­ja fornerma arabarar, legði hann afturat. Hinvegin leggur hann dent á, at hvar sendi­ stovan verður er ikki tað, sum er mest avgerandi. Tað mest avgerandi fyri hann er,at vit fáa eina før­oyska sendistovu í Ísrael, so hevur tað minni at siga, hvar hon er, sigur hann. FARA NÚ TIL ÍSRAEL AT FYRIREIKA EINA FØROYSKA SENDISTOVU HAR FØROYSK SENDISTOVA Jenis av Rana droymir framvegis um at sendistovan skal verða í Jerusalem – men tað er ikki tað týdningarmesta, sigur hann Hóast tað ikki hevur verið tann stóra undirtøkan fyri tí, hevur Jenis av Rana ikki mist vónina EIN FORÐING Jenis av Rana heldur, at tann sannroynd, at vit onga sendistovu hava í Ísrael, er ein forðing fyri at menna eitt samstarv við Ísrael, eisini í vinnuliga økinum