týsdagur 25. februar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24
6
Sosialurin
Grindaaktivistar
leggja trýst á
fyriskiparar. Nú
er konsert hjá Týr
í Australia avlýst,
og ætlað ferð til
Nýsæland verður
av ongum
Eyðun Klakstein
Rockbólkurin Týr hevur
støðugt
grindaktivistar
hangandi uppi í sær, og
nú verður trýst lagt á
fyriskiparar í Australia,
har Týr skal hava konsert
ir í mai mánaði. Ein kon
sert er avlýst, og ein ætlað
ferð til Nýsæland verður
av ongum. Paul Watson
sjálvur gongur á odda fyri
herferðini í móti Týr.
Sangarin í Týr, Heri Jo
ensen, hevur verið í grind,
og tað stendur hann við.
Hann hevur eisini luttikið
í kjaki ímóti Paul Watson,
leiðara í Sea Shepherd.
Hetta eru høvuðsorsøkir
til, at Sea Shepherd støð
ugt førir herferðir ímóti
Týr.
Mest sum hvørjaferð
Týr er á konsertferð í út
landinum,
royna
fólk
hjá
Sea
Shepherd
at
leggja forðingar í vegin.
Tað verður gjørt við at
skriva til fyriskiparar og
spælistøð og biða tey av
lýsa konsertir við Týr.
Í nøkrum førum hevur
hetta eydnast. Í einstøk
um førum hevur Týr eis
ini upplivað, at fólk hava
mótmælt uttan fyri spæli
støð, har teir hava havt
konsert. Og so er støðugur
ófriður og trýst á sos
ialu miðlunum, har akt
ivistarnir royna at gera
vart við seg.
Trýst
Týr er tann føroyski
tónleikabólkurin, sum
spælir mest í útlandi
num. Teir eru støðugt
á ferð kring heimin,
og teir hava verið
á
konsertferðum
kring Europa, í USA
og aðrastaðni.
Aftur í ár skal
Týr til USA at spæla
nógvar konsertir utt
anlands. Í apríl mánaði
hava teir 18 konsertir á
skránni í USA og Kanada,
og í mai mánaði gongur
leiðin til Australia fyri
fyrstu ferð.
Higartil hava fimm kon
sertir staðið á skránni
í Australia, og ætl
anin var, at Týr
skuldi gera eitt
rend til Nýsæ
land, nú teir
verða
har
á
leiðini.
Trýst
frá
umhvørvisfólki
hevur tó havt við
sær, at konsertin
í Sydney er
avlýst,
o g
ferðin til Nýsæland verður
av ongum. Týr skal spæla
allar konsertirnar í Au
stralia saman við russiska
bólkinum
Ar
kona, men á
konsertini
í
Sydney
fer
bert
Arkona á
pallin.
P a u l
Wa t s o n ,
leiðari í Sea
Shepherd,
fegnast
um,
at ein konsert hjá Týr er
avlýst, og hann sigur, at
hetta vísir, at tað loysir
seg at leggja trýst á fyri
skiparar og spælistøð. Sea
Shepherd mælir sínum
stuðlum til at leggja trýst
á hini fýra spælistøðini,
har Týr skal hava konsert
í Australia, og á facebook
verða upplýsingar um hesi
spælistøð lagdar fram.
– Týr má taka støðu til,
um teir eru tónleikarar
ella verjar av grindadrápi.
Teirra yrkileið líðir undir
einari óskiljandi verju av
grindadrápinum, men vit
kunnu fyrigeva teimum,
um teir boða frá, at teir
eru ímóti blóðuga
drápinum,
sigur
Paul Watson.
Summi
geva seg
Týr
kann
rokna við, at
teir fara at fáa
nógva umrøðu
á teirra fyrstu
konsertferð
í Australia. Í
løtuni standa
fýra konsertir
á skránni – tær verða
í
Melbourne,
Adelaide,
Canberra og Brisbane.
– Tað er spennandi at
fara til ein nýggjan heims
part at spæla, men vit
vænta ikki tað stóra, tá
tað er fyrstu ferð, vit spæla
har. Vit hava nakrar ferðir
roynt nýggjar marknaðir,
og royndirnar siga okkum,
at tað tekur tíð og arbeiði
at byggja teir upp, sigur
Heri Joensen, sangari í Týr.
Hann harmast, at her
ferðir verða førdar ímóti
bólkinum.
– Okkara umboðsmað
ur hevur alt neyðugt til
far, og hann ávarar eisini
fyriskiparar um møgu
ligan ágang. Tað eru tó
summi
spælistøð,
sum
geva eftir, so skjótt sum
ágangurin byrjar, og tað
fáa vit ikki gjørt nakað við,
sigur Heri Joensen.
Seinast Týr spældi í
USA, var nógv gjørt burtur
úr mómælum og at leggja
trýst á spælistøð, og Týr
kann rokna við, at tað fer
at endurtaka seg, nú teir í
apríl skulu aftur til USA og
Kanada at spæla konsertir.
WATSON JAGSTRAR TÝR
Grindaaktivistar stríðast støðugt ímóti rockbólkinum Týr – nú er vígvøllurin í Australia
Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd