Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 8 Sosialurin TÍÐINDI Spurningurin er, hvussu stórur áhugin verður fyri snelluútróðri á Norðhavinum í vár, nú líkt er til, at útróðrarfiskur er at fáa víða um. Men, enn er so stutt útliðið, at bátar saktans kunnu koma norður, sum várið fer at nærkast. Higartil hevur ikki tað stóra verið at fingið Vilmund Jacobsen Hóast februar nú er farin at halla, hava menn, sum hava ligið fram við á Norð­ hav­inum við snellu, hig­ ar­til ikki fingið tað heilt stóra. Onkur hevur sagt, at línu­fiskur og snellufiskur fá­ast ikki um somu tíð á somu leið. Men, hetta - sum so mangt annað - held­ur ikki altíð. Teir, sum royna við línu norðan fyri, hava fram­veg­ is góðan fiskiskap - fyri ikki at siga rættiligan rok­ fisk­i­skap. Í vikuni kom Gor­d­rúgv­ in aftur av útróðri. Teir høvdu 10.000 pund á 30 lín­um, sum er ein góður út­róðr­ardagur. Aðrir bát­ ar, sum fiska við línu norð­ an fyri, hava eisini havt góðan fiskiskap. Falkurin er ein og Lutt­ ur ein annar, men Lutt­ ur hevur higartil í ár ikki gjørt so nógvar túr­ar, kanska einar fimm ti­l­ sam­ans. Nakrir bátar, sum rógva út av Eiði, selja veiðina ó­kruvda til Sjógæti á Eiði, sum kryvir fiskin inni á virk­i­num. Aðrir bátar leggja veið­ ina upp til Bátafisk á Eiði, sum hevur góðkenda inn­ vig­ing­ar­skipan og annars pakk­ar fisk til útflutnings fyri við­skiftafeløg. Fiskurin, sum Báta­ fisk­ur vigar og tekur inn gólv­ið, verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiska­ markn­aði Føroya. Ikki tað nógva Hans Tóri Kallsoy, sum er ein av arbeiðs­for­monn­ u­num á Bátafiski á Eiði, heldur ikki, at snell­u­fisk­ ur­in á norðhavinum rætt­ iliga er tørnaður til enn. - Bátar hava fingið eini 500 til 1000 pund onkrar dag­ar, og kanska hevur onk­ur fingið eini 1500 pund, uttan at eg veit tað við vissu. Men, eg haldi ikki, at tað nógva hevur verið at fingið við snelluni hig­ar­til í februar. Hann vísir á, at um­ framt útróðrarfiskin, sum Báta­fiskur vigar og tekur inn á gólvið, keypir Sjógæti eis­ini útróðrarfisk. - Eg sá, at onkrir snellu­ bátar komu aftur at landi mánadagin, men tá menn leggja bátarnar við báta­ pláss­ini og fara beint til hús, er sjáldan talan um stór­ar dagar. Tey frægu árini á Norð­ havinum plagdu menn at koma úr øðrum bygdum og oyggjum og norður um at leggja seg til várróðurin, og soleiðis var slett ikki ó­van­ligt at síggja bátar úr eitt nú Suðuroynni og Sand­oynni á Eiði. Fiskur allastaðni Hans Tóri Kallsoy ivast ei­s­ini í, hvussu stórur á­hugin fer at verða fyri snell­uni á Norðhavinum í ár, nú líkt er til, at út­róðr­ ar­fiskur er at fáa víða um. - Tað er kanska onkur bát­ur komin norður higar at royna eydnuna, men eg haldi ikki, at vit higartil hava sæð hetta í sama mun í ár, sum onkur onnur ár, tá bátarnir kundu vera rættiliga nógvir. Enn er tó so stutt útliðið, at fleiri bát­ar saktans kunnu koma norður, sum várið fer at nærkast. Vanligt plagdi at vera, at várróðurin við snellu vardi til umleið hálvan ap­ r­íl, og tað var ikki óvanligt, at einir 80-100 bátar kundu landa á Eiði, tá dagur var lok­in, og bátarnir komu aft­ur at landi. - Línuútróðurin hevur ver­ið sera góður. Fara vit nøkur ár aftur, vóru menn nøk­u­lunda nøgdir, um teir fingu góð 100 pund á lín­u­ na. Í dag vilja teir helst hava eini 300-400 pund, sig­ur ­Hans Tóri Kallsoy bros­andi. Pakka fyri aðrar Høvuðsuppgávan hjá Báta­fiski á Eiði er at taka í­móti fiski á góðkendari inn­vig­ing­a­r­skipan og at pakka fisk fyri feløg, sum keypa fisk til útflutnings. Men, tað eru eisini virki, sum eitt nú Vaðhorn á Strond­um, Fiskavirkið í Gøtu og Nevið Fiska­eks­ port í Saltangará, sum keypa fisk til sítt fram­ leiðslu­virk­semi. Rainbow Seafood er part­eigari í Bátafiski, og tískil er hetta felag eis­ini ein týðandi sam­starvs­ partur hjá virkinum á Eiði. Reinbow Seafood keyp­ ir eisini fisk aðrastaði, sum eitt nú verður koyrd­ ur norður til Eiðis til pakkingar, umframt at felagið eisini pakkar aðra­ staðni. Einki ordiligt sprell við snellu á Norðhavinum Hans Tóri Kallsoy er ein av arbeiðsformonnunum á Bátafiski á Eiði Bátafiskur á Eiði hevur góðkenda innvigingarskipan og er annars eitt pakkivirki