Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2004 25 Føroyingar eiga í Manchester United Ein partur av partapening- inum í heimsins ríkasta fótbóltsfelag, Manchester United, eru partabrøv, sum viðhaldsfólk hjá felagnum eiga. Hesi hava langt síðani tikið seg saman í felags- skapin, Shareholders Uni- ted, soleiðis at teirra rødd eisini skal verða hoyrd í felagnum, tó at tey helst mangan kundu hugsað sær, at hon varð betri hoyrd. Herfyri hevði Man- chester Evening News orðið á formannin í felagnum hjá við- haldsfólkunum, og millum tað, sum hesin segði, var, at hann var imponeraður av, at tað sjálvt í Føroyum vóru limir, sum áttu í felagnum. – Vit hava limir í 70 londum kring allan heim. Sjálvt í Føroyum hava vit 15 limir, og nógv longur enn hetta koma vit so ikki at røkka sigur Sean Bones við blaðið. Til samanberingar kann sigast, at tað í Danmark eru 224 limir í felagnum, so her eru føroyingar væl við. -jm Stjørnan-Kyndil 28-11 (12-4): Stjørnan aftur fremst Seinkaði dysturin móti Kyndli varð av- greiddur hóskvøldið, og so er Stjørnan aftur á odda HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at hava mist oddasess- in eina tíð, vann Stjørnan seg aftur á ovastu rók hós- kvøldið. Beinleiðis orsøkin til, at onnur lið vóru farin upp um Stjørnuna, var, at liðnum restaði tveir dystir at spæla, tí ávíkavist Tjaldur og Kyndil góvu avboð til dyst- irnar í Klaksvik. Leingi tvíhildu tey í Stjørnuni um, at dystirnir als ikki skuldu spælast, men hóskvøldið varð dyst- urin móti Kyndli so av- greiddur, og endaliga úr- slitið varð ein tryggur heimasigur Spenning var ongantíð talan um í KÍ-høllini, har Stjørnan frá fyrsta bríksli legði seg framum. Hetta gav so eisini venjaranum høvi til at lata nakrar av yngru leikarunum sleppa framat, og enn einaferð markeraði blaðunga Louisa Andreasen seg væl hjá oddaliðnum. Stjørnan-Kyndil 28-11 (12-4) Málskjúttar Stjørnan: Katarina Stepanov 6, Anna Kristina Samson 5, Annika Ljósstein 4(3), Beinta Joensen 3, Una Olsen 3, Louisa Andreasen 2, Maria við Neyst 2, Joan M. Djordjevic 2(1), Bára S. Klakstein 1 Kyndil: Randi Wardum 5, Hildur Mikkelsen 3, Ann- Mari Wang 2, Linda Weihe 1 Brotskøst: Stjørnan 6, Kyndil 1 Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 2 Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen FAKTA UM DYSTIN