Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Áki Egilsnes er í holtur við triðja kappingarárið í íslendska Knattspyrnufélag Akureyrar – vanliga nevnt KA, og tað tykist at eydnast at sleppa undan niðurflyting. Fyrsta kappingarárið var vestmenningurin av­ger­andi fyri at KA flutti upp í Ólis­ deildina – fremstu ís­lendsku deildina. Til fyrsta kappingarárið í Òlisdeildini legðist Allan Norð­ berg afturat Áka í KA, og eftir eina sera góðkenda byrjan, endaðu teir í fjør á níggjunda plássið í Ólisdeildini, sum telur 12 lið. Sostatt eydnaðist tað at sleppa undan teim­um báð­ um niðastu niður­flytingar­ pláss­unum í fjør, men tað eydnaðist ikki at vera ímill­ um tey átta ovastu liðini, sum spæla endaspælið um Íslands­ meistaraheitið. Gekk verri í ár Endaspælið var málið hesaferð, men tað fer ikki at eydnast. Tað gjørdist greitt eftir at Áki, Allan og KA taptu við einum máli ímóti Fram í viku­ skiftinum. Tríggir dystir resta í grundspælinum, og vandin fyri niðurflyting finst enn, men er neyvan so ítøkiligur. KA er í løtuni fimm stig frá niðurflytingini og bert seks stig eru eftir at spæla um. Hóast tað tykist at teimum at sleppa undan niðurflyting, so eru føroyingarnir á Akureyri eru vónbrotnir um úrslitini í ár, og mugu bíða langar mánaðar til næsta kappingarár byrjar í heyst. Og tað er einki stuttligt eftir eitt vónbrótandi kappingarár, sum eisini hevur verið darvað av skaðum. Áki á vøllinum eftir tríggjar mánaðar Hetta kappingarárið hevur verið strævið, heldur Áki Egilsnes. Langt hevur verið ímillum sigrarnar, og tá ið tað endiliga eydnaðist at vinna ein heimadyst í november, kundi vestmenningurin heldur ikki bara frøast, tí hann mátti fara av vøllinum við knæskaða, sum skuldi vísa seg at vera heldur drúgvur. Hann mátti geva avboð til landsdystirnar í januar og framvegis er knæið ikki full­birgt. Ímóti Stjarnuni 15. februar var føroyski høgri bakk­urin aftur á liðnum, men leik­tíðin var avmarkað til at skjóta brotskast. Dysturin var taptur 32-25. Leygardagin var lámi vestmenn­ingurin so til reiðar at taka lut í álopsspælinum aftur. Hann takkaði fyri við fimm málum í dystinum, sum tó var taptur 21-20 ímóti Fram. Seks minuttir fyri leiklok hevði KA verið á odda 20-18. Er ikki í fullari styrki enn - Skaðin lekist, men eg eri ikki hundrað prosent enn, og spældi kanska heldur meira enn væntað leygardagin, sigur Áki Egilsnes, og leggur afturat, at í vikuni áðrenn dystin vanda hann bert við 70 prosents ferð. - Eg eri nokkso argur um, at tað heldur ikki eydnaðist at ikki røkka play-off- plássunum (endaspælinum, blm.) í ár, so nú endar kappingin rættiliga tíðliga og STRÆVIÐ ÁR STRÆVIÐ ÁR Á AKUREYRI Á AKUREYRI Teir báðir føroyingarnir á Akureyri, Áki Egilsnes, Allan Norðberg hava bert tríggjar vikur eftir av einum kappingarári, ið hevur verið merkt av skaðum, niðurflytingarstríði og øðrum vónbrotum