týsdagur 25. februar 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
2
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Eftir summarfrítíðina 2020 byrja næmingar á
føroyskum eftirskúla fyri fyrstu ferð. Føroya
Eftirskúli á Tvøroyri er skipaður sum eitt 10.
og 11. floks tilboð við serstøkum breytum, og
skúlin hevur eisini samstarv við Tvøroyrar
Skúla.
Tilboðini, sum Føroya Eftirskúli bjóðar
eru sera fjølbroytt og spennandi, og leiðarin
á eftirskúlanum Pól Arni Holm gleðir seg til
nýggju avbjóðingina.
– Ætlanirnar um eftirskúla í Føroyum
vórðu gróðursettar fyri mongum árum
síðani, og nú verður endiliga byrjað. Føroya
Eftirskúli er fyrsti veruligi eftirskúlin í Før
oyum, og vit fara at leggja okkum eftir at
næmingarnir fáa eina mentandi uppliving,
sigur Pól Arni Holm.
Føroyabreytin serstøk
Tað er serliga Føroyabreytin, sum skúlin
bjóðar, ið gjøgnum eftirskúlaárið skal veita
næmingunum hesa mentandi upplivingina.
Á Føroyabreytini læra næmingar um
føroyska mentan, søgu, samtíð og lív- og
landafrøði. Hetta verður lagt til rættis við
18 skapandi og nemandi sjálvstøðugum út
ferðum kring landið, har vitjað verður á
øllum oyggjunum.
–Føroyabreytin og Films- og sjónleika
breytin eru kravdar hjá øllum næmingunum,
ið eru á eftirskúla. Ætlanin er, at tey, sum
eru á Films- og sjónleikabreytini eisini gera
upptøkur og dokumentera, tá vitjað verður á
oyggjunum kring landið, sigur hann.
– Hendan breytin er eitt upplagt høvi,
bæði hjá næmingum og hjá starvsfólki, at
vitja alt land okkara, og harvið eisini seta seg
inn í, hvat er serstakt á ymisku økjunum við
víkjandi mati, mentan, list, djóralívi, og fólki.
Á ymisku oyggjunum verða áhugaverd støð
vitjað og prátað verður við fólk úr økjunum.
Ætlanin er, at næmingar eisini liggja nátt har,
leggur hann aftrat.
Hann greiðir frá, at hesar vitjanirnar
leggja lunnar undir eina holla grundvitan
um land okkara, serstøk fólk og hendingar.
Umframt Føroyabreytina og Films- og
sjónleikabreytina hava næmingarnir eisini
tær vanligu lærugreinarnar, ið verða tiknar
í 10. flokki. Hinar breytirnar verða tí tiknar á
Tvøroyar skúla.
Áhugi úr øðrum londum
Pól Arni Holm sigur, at nakrar umsóknir
longu nú eru komnar, og at tey eisini hava
fyrispurninar frá fólki úr øðrum londum.
Tað hevur verið stórur áhugi í skúlanum
frá næmingum í Føroyum, Danmark og
Grønlandi.
–Tað eru óivað føroyingar, sum ikki búgva
í Føroyum, sum ynskja, at børn teirra fáa eina
eftirskúlauppliving í Føroyum. Tað vísir seg,
at 40 prosent av næmingum í Grønlandi fara
til Danmarkar á eftirskúla, og tað kann eisini
verða spennandi hjá summum av teimum
næmingunum at sleppa til Føroya, sigur
hann.
– Á Føroya Eftirskúla fáa ung eina
uppliving fyri lívið undir tryggum og góðum
kørmum. Tað er upplagt, at Suðuroyggin
verður ein oyggj við bæði eftir- og
háskúlatilboði, tí Suðuroyggin er í Føroyum,
men hon er kortini so mikið langt burturi,
at tey ungu veruliga fáa eina øðrvísi og
mennandi uppliving, sigur skúlastjórin.
Føroyabreytin skapar
mentandi uppliving
– Breytin er eitt upplagt høvi, bæði hjá næmingum og hjá starvsfólki, at
vitja alt land okkara, og harvið eisini seta seg inn í, hvat er serstakt á ymisku
økjunum viðvíkjandi mati, mentan, list, djóralívi, og fólki, sigur Pól Arni
Holm, skúlastjóri á Føroya Eftirskúla, um serstaka tilboðið, ið næmingarnir á
eftirskúlanum sleppa at uppliva