Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 4 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo – Vit hava í Føroyum brúk fyri fólki, sum hava skil fyri føroyska náttúrutilfeinginum og náttúruni sum heild. Soleiðis sigur nýggi rektarin á Miðnámi í Vest­manna, Magnus Gaard. Í hesum sambandi er tilfeingisbreytin á Mið­námi í Vestmanna ein upplagdur møgu­ leiki hjá teimum, sum kundu hugsað sær at arbeitt við náttúru reint náttúrufrøðiliga og eisini samfelags- og búskaparfrøðiliga Talan er um eina breyt á jøvnum føti við allar aðrar breytir í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur trý ár og gevur atgongd til hægri læru­stovnar. Læra um burðardygd og gagnnýtslu av tilfeingi Tað serliga við tilfeingisbreytini í Vestmanna í mun til aðrar breytir á øðrum mið­náms­ skúlum er, at hetta er ein grøn breyt. Tilfeingisfrøðin fyllir lutfalsliga nógv á breyt­ini, og hetta er ein tvørfaklig lærugrein, sum snýr seg um náttúrugrundarlagið í Før­oyum, umhvørvið og burðardygga gagn­ nýtslu av náttúruríkidøminum. Haraftrat er ein samfelags- og búskaparlig læru­grein, sum eitur tilfeingisbúskapur. –  Visiónin er at hava eina breyt á mið­ námi í Føroyum, sum tekur støði í einum før­oyskum veruleika í føroyskari náttúru. At vit liva í náttúruni og gagnnýta hana so burðar­dygt, sum til ber, sigur Magnus Gaard, sum sjálvur er útbúgvin lívfrøðingur. Hann vísir á altjóða grøna rákið, sum passar væl til breytina. – Burðardygd, gagnnýtsla av tilfeingi og upp­livingarbúskapur er nógv uppi í tíðini beint nú, og tað er júst hetta rákið, sum tilfeingisbreytin rúmar rættiliga væl, sigur Magnus Gaard. Viðkomandi verkætlanir Á breytini verður serliga undirvíst í náttúru­ vís­indaligum lærugreinum. Triðja árið er møgu­leiki at velja tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir skulu gera fýra verkætlanir um ymisk øki innan fyri tilfeingi. Næmingarnir fáast við evni, sum eru háaktuell og viðkomandi í føroyska sam­ felag­num. Rektarin kemur her við nøkrum døm­um um spennandi verkætlanir: – Fyri seks árum síðani gjørdi ein næm­ ingur eina verkætlan um húsabjálving av seyð­aull. Og nú hevur fyritøkan Navia eina vinnu­liga ætlan um at gagnnýta júst seyðaull til húsabjálving, fortelur Magnus Gaard og heldur fram: – Fyri trimum árum síðani kannaði ein bólkur plast í maganum hjá havhestum, sum er ein problematikkur, vit hava hoyrt nógv um seinnu árini. Og áðrenn smoltstøðin hjá Bakka­frost varð bygd á Strond, høvdu nakrir næm­ingar kannað, hvussu nógv vatn er í ein­ um øki, og hvussu nógv mann kann loyva sær at taka, greiðir hann frá. Ferðavinnan er eisini eitt dømi um eitt háaktuelt evni, sum næmingarnir á til­feingis­ breytini arbeiða við. – Vit hava eisini sæð, at tað eru ávís stríð um rættindi at ganga í haganum, har landbúnaður og ferðavinna og fólk sum heild hava hvør síni áhugamál í lendi­num í Føroyum. Hetta er ein kritiskur til­feingis­ spurningur, sum vit viðgera her samfelags- og náttúrufrøðiliga, sigur Magnus Gaard og vísir á viðkomandi spurningar, sum næm­ing­ ar­nir kunnu seta: – Skulu vit brúka lendið til mat­vøru­fram­ leiðslu, ella skulu vit brúka tað til at vísa fram? Hvønn týdning hevur hetta fyri bú­ skapin og umhvørvið? – Koks hevur júst fingið eina stjørnu fyri burða­rdygd, og nógv av tí, tey arbeiða við, eru spennandi nýggj sløg úr føroysku náttúruni. Passar væl saman við fleiri hægri útbúgvingum Tað er ikki bara í Vestmanna, at stórt fokus verður lagt á tilfeingi og burðardygd. Á Køben­havns Universitet ber til at taka bachelor­út­búgving í náttúrutilfeingi, sum hevur fýra breytir: Náttúrufyristing, umhvørvis­vísindi, umhvørvisbúskapur og plantu­vísindi. – Útbúgvingin er í roynd og veru eitt bein­leiðis framhald av tí, mann lærir á tilfeingisbreytini. So mann hevur ein stóran fyri­mun sum næmingur í Vestmanna, um mann ætlar at søkja tann vegin, sigur Magnus Gaard. – Av tí at burðardygd og náttúra eru so aktuell og týdningarmikil evni, er tað upplagt at taka hond um tað á miðnámi beinanvegin, legg­ur hann aftrat. Fleiri av teimum, sum hava tikið prógv á Mið­námi í Vestmanna, eru farin undir hægri lest­ur á universitetum í londum sum Norra, Dan­mark, Póllandi, Australia, Skotlandi og Ong­landi. Spennandi tíð fyri framman Magnus Gaard hevur sjálvur arbeitt við læru­ grein­ini tilfeingisfrøði síðan 2013, og hann hevur tí framleitt undirvísingartilfar, sum kem­ur út sum sBók til næsta skúlaár. Eisini kann sigast, at tað eru ætlanir um at føra tankan við tilfeingisbreytini víðari og kunna bjóða eitt støðisár, har mann kann taka fyrsta árið av einari uni­versi­tets­ út­búgving í Vestmanna sum støðisár við arbeiðsmøguleikum og so halda fram á ein­ um útlendskum universiteti, um áhugi er fyri tí. – Tað verður ikki enn, men vónandi í 2021, um alt gongur, sum tað skal, sigur Magnus Gaard, rektari. Tilfeingisbreytin í Vestmanna tekur støði í føroysku náttúruni – Burðardygd, gagnnýtsla av tilfeingi og upplivingarbúskapur er nógv uppi í tíðini beint nú, og tað er júst hetta rákið, sum tilfeingisbreytin rúmar rættiliga væl, sigur Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, sum er einasti miðnámsskúlin í Føroyum, sum hevur eina tilfeingisbreyt