Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 6 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Lesandi til lesandi – Vel okkurt sum tær dámar Hví valdi tú júst hesa útbúgvingina? Eg valdi at lesa international business, tí eg vildi vita meira um altjóða handil, leiðslu í altjóða fyritøkum, handilsástøðir og peningaíløgur. Eg vildi eisini vita meira um altjóða viðurskifti, altjóða organisatiónir, ymisk politisk ástøðir og um terrorismu. Eg haldi, at hetta er ein góð blanding, tí eg fái vitan um, hvussu verðin hongur saman politiskt og búskaparliga, men mítt høvuðsfokus er international business. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Skúlin hevur eina rúgvu av íbúðum, sum man kann leiga fyrsta og triðja árið. Upp á hendan mátan sleppur man frá at leita eftir íbúðum, og man býr saman við øðrum lesandi; so man lærir mentanina beinanvegin. Skúlin hevur eisini eina rúgvu av ítróttargreinum sum eitt nú fótbólt, amerikanskan fótbólt og badminton. Eisini skipar skúlin fyri fleiri tiltøkum. Handil er eisini á staðnum, so man sleppur frá at ganga so langt, og KeeleSU er staðið, tá man fer út í býin, og har er altíð stuttligt at fara. Hevur tú nakað gott ráð til onnur, ið umhugsa at lesa? Vel okkurt, sum tær dámar, tí so verður alt nemmari. Eg skrivi uppgávur, sum eru langar, men av tí eg havi valt okkurt, sum mær dámar, so eru uppgávurnar lættar at gera. Tað er okay, um tú hevur ein frídag. Tað er ikki so neyðugt at lesa uppá til hvønn fyrilestur, men hav ikki ov nógvar frídagar. Tak tað róligt. Um tú velur at lesa uttanlands, so skalt tú ikki vera bangin, men spentur! At fara til eitt fremmant land mennir teg so nógv og er eisini øgiliga læruríkt. Navn: Tórður Arnfinnur Thomsen Útbúgving: International Business and International Relations Lestrarstað: Keele University, Newcastle-under-Lyme, Staffordshire Hví valdi tú at fara í starvslæru uttanlands? Eg havi, síðan eg byrjaði at lesa, hugsað, at eg vil uttanlands. Eg elski at ferðast og uppliva nýggj støð. Vit hava á pedagogútbúgvingini sera góðar møgugleikar at koma uttanlands í starvslæru, so har var eingin ivi. Harafturat so haldi eg, tað er sera gevandi og mennandi bæði fakliga og persónliga at koma út og síggja aðrar mátar at arbeiða uppá og at sleppa at royna nakað, sum er heilt øðrvísi enn har heima. At arbeiða her kann uppá ongan máta samanlíknast við nakað í Danmark ella í Føroyum. Hvat er tað besta við at vera júst har, sum tú ert? Tað besta við Suðurafrika man vera, at her er ófatiliga vakurt. Veðrið er gott, og tað er bíligt at liva her. Suðurafrika hevur tó eina skuggasíðu til alt hetta góða. Suðurafrika er enn í dag nógv ávirkað av apartheid-tíðini, og tað er sera týðiligt í mínum gerandisdegi. Og hetta er júst tað, sum ger, at eg haldi, at mín starvslæra gevur so nógva meining. Eg arbeiði í einum ”township” við ungum fólkum í ekstremum fátækravága, nógvum kriminaliteti og sera ótryggum umhvørvi. Eg haldi, at tað er fantastiskt, at eg kann fara til arbeiðis hvønn dag og vita, at eg eri við til at gera ein mun fyri hesi ungu fólkini, sum droyma um eitt arbeiði ella útbúgving og samstundis vera við til at menna teirra nærumhvørvi og deila mína vitan um pedagogikk. Fólkini, sum eg arbeiði við, elska sítt starv, og tað er týðiligt, at hetta er meira enn bert eitt arbeiðspláss. Tey eru øll sum ein stór familja og kempa øll fyri sínum nærumhvørvi. Hevur tú nakað gott ráð til onnur, ið umhugsa at taka ein part av sínari útbúgving uttanlands? Ja, 100%. Søk legatir, har eru ein rúgva av legatum, sum ein kann søkja, so tað er stórur kjansur, at mann fær eitt. Annars so er mítt ráð at hava eina uppsparing, soleiðis at mann kann uppliva landið, mann fer til, uttan at skula spara ov nógv. Harafturat vil eg siga, at tað er týdningarmikið, at man dugir at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt. Mann fær ikki líka nógv hjálp uttanlands, sum tá mann er heima í starvslæru. So hav stýr uppá tíni ting, tíni pappírir og alt tað praktiska. Og so annars, far avstað! Ikki ivast, hetta er nakað, man bert upplivir einaferð, og møguleikarnir eru so góðir, so ivast ikki – far bara! Sonja er í starvslæru í Suðurafrika Navn: Sonja Wang Hansen Útbúgving: Pedagogútbúgvingin Lestrarstað: Professionshøjskolen UCC á Campus Carlsberg, Keypmannahavn Starvsvenjingarstað: The Sozo Foundation, Suðurafrika, Cape Town