týsdagur 25. februar 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
8
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Føroyski
arbeiðsmarknaðurin
er
nógv
broyttur seinastu árini. Í dag fara vit undir
útbúgving ella í læru og roknað verður við, at
vit arbeiða í miðal fimm ár á einum arbeiðs
plássi – summi sjálvandi longri og summi
styttri.
Tað eru fleiri orsøkir til tess. Arbeiðsplássið
kann verða niðurlagt, skorið verður niður
upp á arbeiðsfólk, fólk flyta, missa starvið,
verða sjúk, skild ella eru í sorg. Fleiri ting
spæla inn, sum gera, at borgarin sjálvur
hevur tørv á at flyta seg, sigur 57 ára gamla
Deirdre Hansen, MA í karrieruvegleiðing.
– Har verður lívlang vegleiðing og før
leikamenning viðkomandi, sigur hon og
greiðir frá, at tað jú ofta er tørvur á, at fólk
fáa ta hjálpina, tey hava tørv á fyri at sleppa
víðari á yrkisleiðini.
Deirdre Hansen varð útbúgvin lærari
í 1985, og hon arbeiddi sum lærari í 22 ár.
Hóast henni dámdi væl arbeiði sum lærari,
so passaði tað ikki til gerandisdagin hjá henni
við sjómanni, smábørnum og foreldrum, ið
høvdu tørv á henni. Hon valdi tí at skifta
yrkisleið. Í 2010 fór hon aftur á skúlabonk á
Setrinum, og í 2013 varð hon BA í Samfelags
frøði.
– Tá eg læs samfelagsfrøði, lærdi eg nógva
ástøði um sosial viðurskifti og nógv um
nýggjar samfelagsskipanir. Og undir lestri
num fekk eg høvi til sjálv at velja evni á fleiri
av uppgávunum, sum eg skuldi gera. Mínar
snúðu seg ofta um útbúgvingarskipanir, tí
tað er har, áhugin hjá mær veruliga er, sigur
hon.
– Eg sá, at útbúgving, arbeiðsmarknaður,
heilsa og sosial viðurskifti eru tengd at
hvørjum øðrum. Tí var áhugavert at kanna,
hvussu samstarvið er millum hesar sam
felagsstovnarnar. Eg fann síðani útav, at før
oysku skipanirnar eru nýggjar og ofta ein
minni útgáva av teim donsku, greiðir hon frá.
– Útbúgvingar, sosial viðurskifti, arbeiðs
marknaður og heilsa eru tengd at hvørjum
øðrum og áttu at samstarva nógv meir. Tað
síggja vit eisini, at tey longu hava sett í verk
í øðrum londum, staðfestir hon.
Deirdre Hansen greiðir frá, at tað er eyð
sýnt, at í Føroyum stendur vinnan á fremstu
røð, tí hon alla tíðina er við í altjóða kapping
ini. Tað almenna fær tvørturímóti alt ov ofta
ov góðan frið, tí fólk í ov lítlan mun banka
upp á og siga, at tey hava tørv á nýggjum
skipanum, so sum lívlangari læru, lívlangari
vegleiðing og førleikameting (eisini nevnt
validering).
– Tí vit hava føroyingar, sum hava tørv
á at flyta seg á arbeiðsmarknaðinum, og vit
hava útlendingar, sum koma til Føroya - bæði
við góðum útbúgvingum og uttan útbúgving
- sum hava tørv á hjálp at fóta sær á føroyska
arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru millum
annað menn, sum hava siglt úti, sum síðani
koma á land at arbeiða ella kvinnur, sum ikki
vilja ella kunnu flyta av landinum at nema
sær útbúgving. Spurningurin er, hvussu vit
gera hetta so liðiligt, sum til ber. Tí tað loysir
seg altíð, at fólk trívast og hava arbeiði, so tey
klára seg sjálvi, sigur hon avgjørd.
– Og helst arbeiði, sum tey brenna fyri,
leggur hon aftrat.
Kanningar
– Tá tú ert lesandi, so fært tú mandat til at
gera kanningar, sum tú óivað ikki hevði gjørt,
vart tú ikki undir lestri. Eg spurdi millum
annað tilkomin fólk um trivnað, arbeiði,
strongd og um hjálp til at koma víðari. Eg
fann tá útav, at tað manglar ein óheft veg
leiðing, sigur hon.
Tá Deirdre Hansen hugdi nærri at tørvi
num, sá hon, at slíkar vegleiðandi skipanir
longu vóru í settar í verk í londum, sum vit
vanliga samanbera okkum við.
– Fólk liva í hvør sínari lívsverð. Fáa vit frið
at liva í henni, so verða vit trygg í støðuni og
sannførd um, at hon er røtt, tí eingin sleppur
innum at siga okkum, at okkurt átti at verði
broytt ella leggja upp til samstarv, sigur hon.
– Vit eru ófør til at byggja brýr og undir
sjóvartunnlar í samfelagnum. Men tá tað snýr
seg um tað almenna, so er undirstøðukervi
ikki líka gott. Tað almenna átti heldur at hug
sa um at stuðla borgarum í at koma víðari og
ikki gera okkum til brúkarar av almennum
skipanum restina av lívinum. Har eru ymisk
frambrot hend gjøgnum árini, men lívlong
læra og førleikameting er enn ikki komin upp
at koyra, sigur hon álvarsom.
– Undirvísingarstýrið roynir tó í løtuni
eina verkætlan við lívlangari vegleiðing, sum
við tíðina er ætlað at røkka øllum í Føroyum,
sigur hon framhaldandi.
Menna útbúgvingarskipanina
Deirdre Hansen hevði vónað, at hon eftir at
hava nomið sær BA í samfelagsfrøði, síðani
kundi lesa víðari innan somu grein. Tó varð
einki MA skeið í samfelagsfrøði bjóðað tá,
men Setrið bjóðaði tað summarið eina út
búgving, sum kallaðist MA í vegleiðing.
– Tað vísti seg at vera akkurát nakað fyri
meg. Eg kundi brúka tey amboðini, eg fekk
har til at menna útbúgvingarskipanina í Før
oyum, sigur hon spent.
Hon greiðir frá, at MA útbúgvingin á Setri
num í vegleiðing var hálva tíð, og tí valdi
hon at søkja eitt arbeiði í ungdómshúsinum
Húsið í Klaksvík eisini.
– Har sá eg millum annað, hvussu tey
ungu vórðu loftað í Klaksvík. Eg prátaði nógv
við tey ungu um framtíðarætlanir, og lærdi
eisini nógv, sum eg fekk brúkt í útbúgvingini,
sigur hon frá.
Hon valdi síðani at vitja Íverksetarahúsið
í Klaksvík ein av døgunum, tey høvdu opið
hús.
– Eg møtti Rana Nolsøe, sum tá var stjóri
í Íverksetarhúsinum, og hann spurdi meg,
um eg hevði hug at royna vegleiðaraútbúgv
ingina beinanvegin og rendi meg síðani inn
í eina skrivstovu saman við eini kvinnu fyri
at vita, um eg fekk hjálpt henni víðari, flennir
Deirdre Hansen.
– Tað gingu nakrir dagar, og so spurdi Rani
meg, nær eg kundi byrja, tí tørvur var á mær
har, sigur hon framhaldandi.
Meðan hon var undir útbúgving, varð hon
bjóðað upp í Nordisk Netverk for Voksen
læring (NVL) hjá Norðurlandaráðnum.
Deirdre Hansen skrivaði tá eina raport
vegna samstarv millum sjálvstýrandi økini,
Grønland, Føroyar og Áland um, hvussu KT
kann nýtast innan vegleiðing og legði har
upp til mennandi tiltøk. Har nevndi hon
millum annað, at ein felags útbúgving fyri
vegleiðarar eigur at verða sett í verk, so bæði
føroyingar og grønlendingar kunnu luttaka
á vegleiðara fjarútbúgvingini á Háskúla Ís
lands.
– Tað er umráðandi, at vit hava eina felags
vegleiðaraútbúgving fyri alla vegleiðing, tí so
tosa vit eisini á einum felags norðurlendskum
og europeiskum støði fyri læru og útbúgving,
sigur hon.
Í samfelagsfrøðini verður tosað um, at
tað tekur 20 ár at veruliga flyta ting. Hetta er
óivað eisini galdandi innan vegleiðing. Hon
heldur ikki, at vit í Føroyum veruliga hava
vælvirkandi lívlanga vegleiðing og læru.
– Tað er ynskiligt, at politiski myndugleik
in lóggevur og setur orku av til menning av
altjóða viðurkendu hugtøkunum «Lívlong
læra, Lívlong vegleiðing og Førleikameting,»
so at hesi kunnu virka og verða føroyska
samfelagnum at gagni, sigur Deirdre Hansen.
Síðani tann dagin Deirdre varð rend inn
á kontórið at vegleiða í Íverksetarahúsinum
í Klaksvík, hevur hon verið tengd at húsi
num har. Hon fekk síðani starv sum
lestrarvegleiðari hjá Fjarnám í Klaksvíkar
kommunu, og hon hevur í nøkur ár havt
skrivstovu í Íverksetarahúsinum. Tað er um
ráðandi at hava eitt stað, sum fólk kunnu
koma til at fáa kaffi upp í koppin og eitt gott
prát, tí umhvørvið er stimbrandi og menn
andi. Tað veitir íblástur til nýhugsan innan
lestrar- og arbeiðsmøguleikar, heldur hon.
– Á hendan hátt havi eg eggjað fólki til
millum annað at banka upp á hjá virkjum
og spyrja um møguleikar at skriva upp
Skúlin ein íløga
– eisini fyri vaksin
– Lívlang vegleiðing, lívlang læra og førleikameting er viðkomandi, og ofta
er tørvur á, at tilkomin fólk fáa ta hjálpina, tey hava tørv á fyri at sleppa
víðari á yrkisleiðini, sigur 57 ára gamla Deirdre Hansen, MA í vegleiðing,
sum sjálv skifti yrkisleið frá lærarastarvi til vegleiðarastarv sum tilkomin
Verður arbeiðsloysi aftur, so fái
eg nógv meir at gera. Tá hevði
eg vegleitt fólki at fara undir
førleikamenning av onkrum slag
ístaðin fyri at sita uttan arbeiði.
Tað er umráðandi at hava møguleikan at kunna
førleikamenna seg við útbúgving ella skeiðum tá,
so at ein verður betri skikkaður at koma aftur á
arbeiðsmarknaðin, tá ið marknaðurin verður væl
fyri aftur.