týsdagur 25. februar 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
14
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen
Vit ynskja og droyma øll um at standa á
egnum beinum og at halda hús í orðsins
størsta týdningi. Tí at halda hús merkir ikki
bert, at vit duga og megna praktiskar húsar
halds uppgávur. Nei, tað merkir eisini, at vit
læra at ansa eftir okkum sjálvum, øðrum
menniskjum, umhvørvinum og tí lokala og
globala samfelagnum. Vit styrkjast sum
einstaklingar og sum ein tilvitaður liður í
eini størri eind. Soleiðis greiðir Jóhanna á
Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla
Føroya, frá um skúlan og heitið húsarhald,
sum ofta verður misskilt.
Skilt á tann hátt, er Húsarhaldsskúli
Føroya ein modernaður skúli, sum leggur
stóran dent á uppaling, heilsu, kropp, sið
bundna og nýmótans matmentan, matgerð
og umhvørvi.
Í dagsins samfelagi eru vit alsamt vorðin
meir tilvitað um týdningin av at ansa eftir
umhvørvinum. Hetta er tó nakað, sum altíð
hevur verið umráðandi á Húsarhaldsskúla
num.
– Tað er umráðandi, at vit læra at gera alt
frá botni av. Tað er ein liður í undirvísingini,
at øll læra hesi tingini. Eisini leggja vit dent
á at hugsa grønt, burðardygt og heilsugott,
sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Ein mentanarberi
Húsarhaldsskúlin er ein mentanarberi bæði
tá mati og hondarbeiði viðvíkjur. Ein partur
av siðbundna føroyska matinum er við at
hvørva í føroysku matmentanini, og tí verður
tilvitað undirvíst í hesum.
– Allir næmingarnir hjá okkum royna at
gera blóðpylsu, rullupylsu, hagreiða fugl og
seyð, seta epli niður og taka epli og rabarbur
upp. Vit fiska og gera knetti og frikadellir,
men vit gera eisini fisk og kips og sushi, sigur
hon.
– Vit eru ein modernaður, innovativur og
kreativur skúli. Vit hugsa serliga nógv um
burðardygga matframleiðslu, umhvørvið
og hondarbeiði. Her møtir tað gamla tí
nýggja, tí vit hava kjølfesti í gomlu mat- og
hondarbeiðsmentanini, sum eg haldi er
umráðandi, sigur skúlastjórin.
Á Húsarhaldsskúlanum verður eisini stór
ur dentur lagdur á hondarbeiði, sum veruliga
er vaksið í virði bæði í Føroyum og uttan
lands. Eisini vísur nógv gransking nú, at
hondarbeiði er serliga gott fyri sálarheilsuna.
Á skúlanum er millum annað undirvísing í
hondarbeiði av alskins slag, og fleiri av næm
ingunum gera síni egnu føroysku klæði.
– Tað er heilt ótrúligt at hava gjørt alt til
klæðini, sum 16 ára gamal. Vit tosa ikki bert
um at seyma skjúrtið, men eisini um at binda
troyggjuna, bregda bandið og alt annað, sum
hoyrir til, sigur hon sannførd.
Tað sosiala vigar mest
Hóast nógv grundleggjandi hendir hesar 26
vikurnar, skeiðið er í gond, so er Jóhanna
á Tjaldrafløtti sannførd um, at tað, ið vigar
allar mest hjá næmingunum er tann sosiali
parturin.
Hesum taka 17 ára gamla Elin Andreassen
úr Havn og 16 ára gamla Bára Magnussen úr
Trongisvági, sum ganga báðar á Húsarhalds
skúla nú, undir við.
– Eingin situr einsamøll her. Samanhaldið
er ómetaliga gott. Tað verða sterk bond knýtt
hesar vikunar, og vit hava fingið vinir fyri
lívið, siga tær báðar.
– Eg vildi fegin sleppa á ein skúla, har eg
slapp at brúka hendurnar, tí tað dugi eg væl,
sigur Bára Magnussen.
– Upprunaliga valdi eg Húsarhaldsskúlan,
tí eg eri áhugað í matgerð, men nú tími eg
eisini ómetaliga væl hondarbeiði, leggur Elin
Andreassen aftrat, tá tær verða spurdar, hví
tær valdu at fara á Húsarhaldsskúla.
Tær siga báðar í ein munn, at tær heilt víst
vilja viðmæla ungum at royna langa skeiðið,
sum Húsarhaldsskúlin bjóðar. Tá skeiðið er
liðugt fara báðar at finna sær arbeiði, áðrenn
tær fara undir víðari lestur.
– Eftir at hava tikið hetta skeiðið eri eg
tryggari í køkinum, og nú dugi eg at seta meg
at seyma ella brodera, sigur Elin Andreassen.
– Eg kenni meg eisini stinnari, tá eg geri
mat, og nú bíðar familjan heima eftir, at eg
seti matin á borðið, flennir Bára Magnussen.
Modernað húsarhald
umfatar alt samfelagið
– Vit eru ein modernaður, innovativur og kreativur skúli. Vit hugsa serliga nógv
um burðardygga matframleiðslu, umhvørvið og hondarbeiði. Her møtir tað
gamla tí nýggja, tí vit hava kjølfesti í gomlu mat- og hondarbeiðsmentanini,
sum eg haldi er umráðandi, sigur stjórin á Húsarhaldsskúla Føroya, Jóhanna á
Tjaldrafløtti
16 ára gamla Bára Magnussen úr Trongisvági og 17 ára gamla Elin
Andreassen úr Havn halda, at sosiali parturin vigar mest
Næmingar úr øllum landinum koma á Húsarhaldsskúla Føroya hvørt ár
Í undirvísingini fáa næmingar bæði
ástøði og praktiskar royndir