týsdagur 25. februar 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
16
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Føroya Fólkaháskúli er eitt av teimum fáu
støðunum í dagsins samfelag, har gerandis
dagurin er skipaður, so tú fært tíð og rúm at
fordjúpa teg við listini og tí kreativa.
Her eru ongi krøv um karakterir, útsjónd
ella próvtøkur.
– Stutt sagt eitt stað, har tú kanst vaksa
sum menniskja gjøgnum tína listaligu skap
an. Og í tøttum felagsskapi, har vit búgva
og liva saman í fleiri mánaðir í senn, sigur
Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri á há
skúlanum.
Føroya Fólkaháskúli hevur skipað árið við
einum langum heystskeiði, og so fleiri styttri
skeium á vári.
Stuttligt og skapandi
Sum nakað nýtt hava tey nú valt at leingja
heystskeiðið við tveimum mánaðum upp í
eitt hálvt ár.
– Hetta, tí luttakararnir á síðsta skeiði
ynsktu flestallir, at skeiðið var longri. Tey
sóu, at skalt tú veruliga koma í dýpdina við
tínum listaliga virksemi, mást tú hava meira
tíð, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Sambært stjóranum leggja tey stóran
dent á at hava tað stuttligt í felagsskapinum,
meðan næmingarnir menna sínar kreativu
og listarligu gávur undir kønari vegleiðing
frá væl skikkaðum undirvísarum.
– Vit leggja stóran dent á tað kreativa,
men eru eisini nógv úti í náttúruni og vitja
ymsastaðni í landinum, sigur Hedvig Wester
lund-Kapnas.
Upplagt sum sabbatár
Mong velja at fara á háskúla, áðrenn tey fara
víðari á útbúgvingarleiðini. Hetta heldur
Hedvig Westerlund-Kapnas vera eina sera
skilagóða avgerð.
– Á háskúla fært tú ein skáa úr øllum
resinum í skúlanum og samfelagnum, har
tú ofta skalt røkka ávísum úrslitum, ella
gera og vera, sum onnur krevja av tær, sigur
háskúlastjórin.
Háskúlastjórin, sum eisini hevur sam
skipað Ung í Føroyum í fleiri ár, sigur tað
hava stóran týdning fyri ung at royna sínar
listaligu veingir, tí tá kunnu tey kaga inn í seg
sjálvi og vaksa saman við øðrum.
– Her kanst tú droyma og royna ymiskt,
sum tú annars ongantíð fært høvi til. Gjøgn
um listina og felagsskapin kanst tú føra eina
uppbyggjandi innari samrøðu um, hvat tú
veruliga hevur hug til og vilt við lívinum,
sigur hon.
At hava dirvi at kiksa
Eitt eyðkenni við háskúlanum er, at her er
onki krav um støði ella royndir á listarliga
økinum fyri at vera á Háskúlanum, tí enda
málið er eitt annað.
– Tað ber til at elska at mála uttan endiliga
at ætla sær at gerast professionelt listafólk.
Tú kanst til dømis sita og mála og so kiksa
fullkomiliga. Kortini er tað ein sigur, tí tú
hevði dirvi at royna teg, og harí liggur eisini
skapanin av tí nýggja og samleikaskapandi.
Tí er umráðandi at hava dirvi til at leita út
har vit vanliga ikki grynna, sigur Hedvig
Westerlund-Kapnas.
– Her kanst tú droyma og royna ymiskt, sum tú annars ongantíð fært høvi til,
sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri á Føroya Fólkaháskúla
Hugsa tær:
Eitt hálvt ár at fordjúpa teg
kreativt og fáa vinir fyri lívið
Mynd: Sólmei Nolsøe
FAKTA
Vel millum tvær leiðir:
- MYNDLIST & LISTAHANDVERK
- PALLUR & ORÐ
Tú skalt vera 16 ár við skeiðsbyrjan.
Tey flestu eru vanliga undir 30 ár.
Útlendingar eru eisini hjartaliga
vælkomnir á háskúlaskeið.
Undirvísingarmálið er føroyskt.
Umsóknarskjalið finnur tú á www.
haskulin.fo.
GAMAL SKÚLI
VIÐ SÁL
Føroya Fólkaháskúla liggur í
náttúruvøkrum og hugnaligum
umhvørvi í Hornabø í Havn.
Skúlin er gamal, men hevur fingið
fleiri umvælingar síðstu árini. Eitt
nú eru fleiri av kømrunum dagførd,
meðan restin verður umvæld í
næstum.