Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 18 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Mynd: Edvard Nyholm Debess Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Ungir føroyingar í dag vísa nógv størri áhuga fyri íverksetan í mun til fyri fáum árum síðani. Tað leggja tey merki til í Hugskotinum, sum húsast í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, har fleiri føroyskir íverk­set­ ar­ar arbeiða við sínum hugskotum og verk­ ætlan­um. – Íverksetaramentanin í Føroyum er nógv broytt seinastu árini. Tey ungu eru blivin meira tilvitað um, at tað er ein møguleiki at blíva íverksetari, og tað er onkursvegna blivið meira legitimt at seta egna fyritøku á stovn, sigur Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hug­skotinum, og vísir á møguligar orsøkir til hetta. – Tíðirnar eru góðar í Føroyum í løtuni, og tað er heilt vist ein av orsøkunum til at hesa gongdina. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at før­oyingar hava fingið nakrar fyrimyndir í íverk­setan sum til dømis Heina Zachariassen frá Vivino, sum hevur víst, hvussu langt mann kann koma við einum góðum hugskoti. Tað ger, at nýggju íverksetararnir fáa blóð upp á tonnina, sigur hon. – Vit síggja eitt stórt potentiali Hugskotið leggur dent á at møta teimum ungu, har tey eru. Tí var Hugskotið fyrst í februar við til at skipa fyri tveimum tiltøkum í Århus og Odense, har umboð fyri Hugskotið for­taldu føroysku útisetunum um vaksandi hugin og dirvið hjá føroyingum at royna seg sum íverksetarar. Í hesum sambandi gjørdi Hugskotið eina spurnarkanning millum tey lesandi. Spurn­ ing­urin ljóðaði: “Umhugsar tú at skapa títt egna starv, tá tú flytir til Føroya?". – Spurnarkanningin vísti, at 40 prosent svaraðu ja, meðan 10 prosent ikki vistu. Tað vil siga, at áleið helvtin umhugsar at stovna sína egnu fyritøku. Tað halda vit er sera áhuga­vert, og vit síggja eitt stórt potentiali í hes­um, sigur Sóley Heradóttir Hammer. Íverksetaradíkjari Í Hugskotinum eru tey byrjað at skipa fyri tí, sum tey kalla fyri íverksetaradíkjari. Tal­ an er um eitt intensivt skeið á seks vikur fyri íverksetarar og smærri fyritøkur, sum møta hvørja viku til verkstovur og ráðgeving frá mentor­um úr føroyska vinnulívinum um­ framt øðrum serfrøðingum. Skeiðið endar við einum tiltaki 6. mars, har tey luttakandi fara at leggja fram á Vinnuforum fyri møguligum íleggjarum og samstarvsfeløgum. Aktuella verkætlanin í løtuni eitur "Ný­ skapan í ferðavinnuni", og átta fyritøkur lut­ taka í hesum íverksetaradíkjaranum. – Endamálið er at eggja íverksetum til ný­hugsan á ferðavinnuøkinum, at stuðla nýggjum fyritøkum, ið arbeiða við ferða­ vinnu, og at spjaða ferðavinnuna bæði landa­frøðiliga og yvir árið, siga tey úr Hug­ skotinum. Nógvir møguleikar í ferðavinnuni Nett­upp ferðavinnan er eitt av teimum økjunum, sum Hugskotið sær nógvar møgu­ leikar í hjá spírandi íverksetum at royna seg í. – Beint nú síggja vit, at ferðavinnan sær øgiliga spennandi út, og vit hava nógvar verk­ætlanir innan fyri hetta, sigur Sóley Hera­dóttir Hammer og greiðir víðari frá, hví so nógvir møguleikar eru í júst ferðavinnuni. – Tað er rættiliga lætt at byrja í ferða­ vinnu­ni, tí mann kann byrja uttan at gera tær stóru íløgurnar. Vit fáa alsamt fleiri ferða­ fólk, og har er ein marknaður. So tað snýr seg bara um at gera produktini til tey fólkini, og hesi produktini eru nokkso løtt at gera, tí ferða­fólk vilja eitt nú síggja náttúruna, sigur hon. Skapandi vinnan hevur eisini undanvind Filmshúsið og Klippfisk halda eisini til í Sjó­ vinnu­húsinum, og hetta er við til at skapa eitt ávíst filmsumhvørvi. Tí síggja tey í Hug­ skotinum eisini filmsvinnuna sum ein áhuga­ verdan møguleika hjá íverksetum fyri tíðina. – Vit hava nakrar verkætlanir her í húsi­ num, sum venda sær til filmsvinnuna. Tað skulu nógvir ymiskir førleikar til fyri at gera film, og tí loftar filmsvinnan nógv­um ymiskum fólkum, sum hava ymsar bak­ grundir. Fyrr sá mann tað sum hobby­virk­ semi at fáast við film og annað skapandi, men tey ungu í dag hava fingið nógv størri møgu­leika at arbeiða í kreativu vinnuni, sigur Sóley Heradóttir Hammer. Ein annar tendensur millum føroysku íverk­setararnar er eitt størri dirvi. – Vit síggja, at fleiri tora at taka kapp­ ingina upp við tað almenna við eitt nú at foku­sera upp á betri kundarøkt á ymsum økj­um, sigur leiðarin. – Øll vilja hvørjum øðrum tað besta her Tá mann blívur partur av Hugskotinum, verður mann partur av einum netverki, har mann deilir vitan og netverk í inspirerandi um­hvørvi. – Við at flyta inn í Hugskotið fær mann lætta atgongd til vinnulívið, og tað er lætt at skapa sær eitt netverk, vísir Sóley Heradóttir Hamm­er á. – Yvirhøvur er hugburðurin hjá íverk­ setun­um í Hugskotinum sera positivur. Øll, sum eru her, eru á einum máli um, at tað er ein serstakur stemningur í Hugskotinum. Tað kemur av tí, at hetta er eitt arbeiðspláss, har eingin refererar til hvønn annan sum starvs­felagar ella kappingarneytar. Heldur er tað soleiðis, at øll vilja hvørjum øðrum tað besta og royna at hjálpa hvørjum øðrum, sig­ ur Sóley Heradóttir Hammer. Nógv lesandi umhugsa at skapa sítt egna starv – Áleið helvtin umhugsar at stovna sína egnu fyritøku. Tað halda vit er sera áhugavert, og vit síggja eitt stórt potentiali í hesum, sigur leiðarin í Hugskotinum, Sóley Heradóttir Hammer Nógvir av íverk­setunum í Hug­skoti­num