týsdagur 25. februar 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
20
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Lesandi til lesandi
Rúni lesur medisin í Póllandi
Hví valdi tú júst hesa
útbúgvingina?
Áðrenn valið fall á at lesa medisin í Póllandi,
hevði eg nógvar ymiskar útbúgvingar í
huganum. Tey tvey árini eftir at eg hevði
fingið húgvuna í Hoydølum, slapp eg inn á
lívfrøði og fysioterapi í Keypmannahavn,
men valdi í báðum førum at bíða, tí eg var
ikki heilt vísur í, at tað var tað, eg vildi.
Eg byrjaði at fáa áhuga fyri at lesa
medisin og hoyrdi um fleiri føroyingar,
ið lósu í Stettin. Eg frætti, at teir lótu væl
at, so eg valdi at hyggja nærri at hesum
møguleikanum. Mannagongdin viðvíkjandi
upptøku á hesum universitetinum metir
bert um próvtølini í lívfrøði, evnafrøði og
alisfrøði. Hetta passaði mær væl, so eg valdi
at søkja.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
Góða samanhaldið millum tey lesandi her
er heilt víst eitt av tí, mær dámar best við
mínum lestrarstaði. Universitetið, eg gangi
á, hevur eina enska deild. Har fyrigongur øll
undirvísingin á enskum. Á hesi deildini ganga
serliga týskarar, sviiar og norðmenn. Eisini
lesa yvir 20 føroyingar her í býnum. At tað
eru so nógv lesnandi ymsastaðni frá í einum
fremmandum býi, ger, at vit eru nógv saman,
og at samanhaldið blívur sera gott. Eisini eru
norsku, svensku og lokalu lestrarfeløgini
røsk at skipa fyri alskyns tiltøkum.
Hevur tú nakað gott ráð til
onnur, ið umhugsa at lesa?
Tá eg varð liðugur í Hoydølum, ætlaði eg at
taka eitt ár, har eg arbeiddi. Tað endaði tó við
at eg arbeiddi í trý ár, áðrenn eg fór at lesa
víðari. Í dag eri eg glaður fyri, at eg bíðaði til
eg hevði funnið røttu útbúgvingina.
Tá eg skuldi søkja víðari, nýtti eg øgiliga
væl av vegleiðingini hjá Altjóða Skrivstovuni,
sum nú hevur flutt sítt virksemi yvir til
‘Útbúgvingarvegleiðarin’ hjá Studna. Har
fekk eg samband við onnur, sum skuldu byrja
og vóru í gongd við at lesa tað, sum eg ætlaði.
Har fekk eg eisini góð ráð til umsóknina hjá
mær, sum er eitt sindur øðrvísi enn, tá man
søkir inn í Danmark.
Navn: Rúni Seloy
Útbúgving: Medisin
Lestrarstað: Pomeranian Medical
University, Stettin, Pólland
Hví valdi tú júst hesa
útbúgvingina?
Helst havi eg verið um 5 ár, tá eg bleiv hug
tikin av løgregluni. Kapparnir í bláum
búna vóru stórir, máttmiklir og syrgdu fyri
rættvísi. Seinni á lívsleiðini hevur likamlig
venjing, menniskjan og samfelagið hugtikið
meg. Eg havi onkuntíð fingið at vita, at eg eri
tolin, forvitin og mannavinur. Harumframt
dámar mær væl at práta, og eg geri ikki mun
á fólki.
Eitt tíðarskeið var eg duravørður - tíbetur
vóru flestu ósemjurnar loystar við rødd og
máli. Samskiftið er rætta amboðið í flestum
førum. Løgreglan er meira enn bert ein
revsandi myndugleiki. Hjálpandi tátturin
fyllir meira, enn tann revsandi. Mín hugur
at hjálpa, verja og fremja rættvísi millum
føroyingar dró meg út um bøgarðarnar.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
Løgreglufólk hava eitt serstakt samanhald.
Vit standa ofta fremst, tá harðast leikar á - í
slíkum førum er samanhald alneyðugt.
“Man vokser med opgaven”, taka danir til.
Fyrsta
skúlaskeið
stendst
m.a.
av
skjótiskeiði, fyrstuhjálp, sjálvverju, útrend
(útrykning) og lógarfrálæru.
Eftir lokið fyrsta skúlaskeið sleppur tú at
royna teg í veruliga lívinum. Tú skalt vísa teg
føran fyri at taka róðrið, tá ruðuleiki ræður.
Í byrjanini hevur tú vegleiðara, og í
mínum føri fekk eg tveir lívsroyndar og
dugnaligar vegleiðarar, sum stigvíst góvu
mær størri ábyrgd.
Uppgávurnar eru ymiskar og spennandi.
Hesar eru m.a. harðskapur, húsaófriður,
hóttanir, eldur, deyð, sálarsjúk, ferðslu- og
arbeiðsvanlukkur.
Hevur tú nakað gott ráð til
onnur ið umhugsa at lesa?
Eg havi ta fatan, at flest øll, sum við vilja og
sjálvrannsakan fara í holtur við útbúgving
heima ella uttanlands, kunnu gjøgnumføra
hana. Sum frálíður verður ein varugur við
sínar máttir og veikleikar.
Martin Joensen yrkti: “... viljin er sterkasta
svørði; bítur á harðasta stál... “.
Tað sigst, at viljin fremur verkið. Viljin
kann stimbrast, tí hesin riggar sum ein
vøddi. Ein óvandur vilji er veikur, meðan ein
vælvandur vilji er máttmikil.
Um tú ferðast uttanlands í lestrarørindum,
ráði eg tær til at verða opinskárað/ur, siðilig/
ur, forvitin, móttakandi og gevandi.
Gloym ongantíð tín samleika, tí vit
umboða altíð okkara heimstað.
Navn: Snæbjørn Bærendsen
Útbúgvingin: Løgreglumaður -
Politiets basisuddannelse
Lestrarstað: Politiskolen -
Rigspolitiets uddannelsesafdeling,
2605 Brøndby
Snæbjørn vil hjálpa, verja og
fremja rættvísi millum føroyingar