Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 22 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Steinar Patursson Bæði vinnan og næmingarnir sjálvir hava tikið væl ímóti skipanini, og yvirhøvur er hon eydnast rættiliga væl. Tó kundi til­ gongdin til hesar nýggju møguleikarnar verið størri, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Vinnuháskúlin bjóðar út føroysku maritimu útbúgvingarnar, og á Vinnu­há­ skúlanum kanst tú gerast maskinmeistari, maskinistur, skipari og skipsførari. Vanligu siðbundnu útbúgvingarnar á skúlanum vóru mest til teirra, ið høvdu verið í vinnuni í eitt ávíst tíðarskeið og til teirra, sum frammanundan vóru maskin- ella elhandverkarar. Aspirantskipanin vendir sær hinvegin til teirra, ið hava eina meira bókliga bakgrund, og sum vilja hava eina útbúgving innan tað maritima. – Nýggju útbúgvingarnar eru gjørdar ser­ liga til teirra, sum koma úr miðnámi. Gomlu maskinmeistaraútbúgvingarar og skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar eru traditionellar útbúgvingar fyri fólk, sum hava verið í vinnuni - tey, sum hava siglt, sigur Wilhelm Peter­sen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Aspirantskipanirnar eru sostatt útbúgvingar fyri tey, sum koma úr miðnámi. Tað kann millum annað vera studentar, HF'arar ella HTX'arar, og tær nýtist ikki at vera hondverkari ella hava langa sigling­ artíð, áðrenn farið verður undir aspirant­út­ búgvingina. Aspirantskipanin leggur upp til, at tú kanst koma beint úr miðnámi og fáa praktisku royndirnar á sjónum, meðan tú ert undir útbúgving. – Aspirantskipanin er skipað á ein annan hátt enn gomlu útbúgvingarnar. Tekur tú skiparayrkið, skalt tú sigla í 36 mánaðir, áðrenn tú fært vinnubræv, sum krevst at føra skip. Við aspirantskipanini nýtist tær bert 12 mánaðir - ein triðing av tí, sum annars er kravt, sigur Wilhelm Petersen. Aspirantskipanin virkar sum so á sama hátt sum útbúgving við praktikkplássi, tí siglitíðina fært undir útbúgving. Og tær nýtist ikki at hugsa um at finna praktikkpláss, tí tað fyrireikar Vinnuháskúlin. – Hetta er ein góður møguleiki til at gerast partur av maritimu vinnuni. Tú fært eitt breitt grundarlag av vinnumøguleikum á altjóða støði. Arbeiðsmarknaðurin fyri maritimu vinnuna er um allan heim - tað er ein global vinna. Og nógv fara frá Vinnuháskúlanum út í heim at sigla, sigur Wilhelm Petersen. Føroyska aspirantskipanin er gjørd við leisti eftir donsku skipanini, og hon er eisini góðkend av Søfartsstyrelsen. Hon er kortini snikkað til føroysk viðurskifti og gjørd í samráð við føroysku vinnuna, og bæði vinna og aspirantar hava tikið væl ímóti skipanini. – Aspirantunum dámar tað væl. Skuldu teir farið í læru ella siglt leingi, áðrenn teir fóru undir vanligu útbúgvingarnar, so høvdu teir verið hálvgamlir, áðrenn teir vóru lidnir. Nú kunnu teir gera tað upp á ein effektivan máta. Vinnuháskúlin hevur eisini - sam­an við Fróð­skaparsetrinum - ment ein bachelor­ yvir­bygning til maskin­út­búgv­ing­arnar, og arbeitt verður í løtuni við at fáa líknandi yvir­bygning til navigatørarnar. – Bachelorurin merkir tað, at tú tekur tekur teoretisk og teknisk fak aftrat maskin­ meistaraútbúgvingini, soleiðis at tú fært ein bachelor í maskinføring. Fert tú ta leiðina, ert tú maskinmeistari, men tú ert eisini verkfrøðingur. Sum verkfrøðingur kanst tú til dømis arbeiða hjá reiðaríum sum inspektørur, tú kanst arbeiða hjá SEV sum verkfrøðingur, umframt at tú kanst somu­ leiðis arbeiða víðari móti einum kandidati í sivilverkfrøði, sigur Wilhelm Petersen, sum leggur aftrat, at arbeitt verður við at fáa somu bachelorskipan til navigatørarnar, og vón­andi kemur hon upp á pláss sum skjótast. Maritima vinnan er eisini fyri tey bókligu Tað er nú lættari at verða partur av maritimu vinnuni, enn tað áður hevur verið. Vinnuháskúlin hevur síðan 2015 havt aspirantskipan fyri navigatørútbúgvingarnar, og sama skipan kom fyri maskinútbúgvingarnar í 2018