týsdagur 25. februar 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
24
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Hví valdi tú júst hesa
útbúgvingina?
Eg las marknaðarførslubúskap á Glasi
og ynskti at fáa eina bachelor aftaná. Eg
fekk at vita, at tað møguliga kom ein top-
up í innovatión og íverksetan, og hugsaði
beinanvegin at hetta var akkurát eg. Eg elski
avbjóðingar og at royna okkurt nýtt, og tí
var eg ovurfegin, tá ið útbúgvingin kom til
Føroya. Mær dámar væl at vera kreativ og
finna nýggjar loysnir uppá ymiskt, og tað fái
eg gjørt á hesi útbúgvingini. Harumframt
havi eg stóran áhuga í at fáa innlit í, hvussu
ein byrjar sína egnu fyritøku, og tað er júst
tað, ið ein partur av útbúgvingini gongur út
uppá.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
Ein fyrimunur við at lesa í Føroyum er,
at man er tætt við familju og annað her,
men eitt annað er, at tað er rímiliga lætt at
arbeiða tætt at vinnulívinum í Føroyum við
at gera uppgávur, ið eru viðkomandi fyri
útbúgvingina. Á hendan hátt sleppur tú at
avprøva tínar førleikar í praksis, umframt at
tú skapar tær eitt netverk, ið tú fær gagn av,
tá tú kemur út á arbeiðsmarknaðin. Umframt
tað
eru
verkætlanarferðirnar
ótrúliga
læruríkar. Tá eg las marknaðarførslubúskap,
vóru vit í USA og Dubai, og nú hava vit verið
í Tokyo. Slíkar ferðir eru ótrúliga læruríkar,
umframt at tað ger nakað serligt fyri
samanhaldið.
Hevur tú nakað gott ráð til
onnur, ið umhugsa at lesa?
Ikki bara lesa fyri at lesa, tað nyttar lítið.
Les okkurt, ið tú tímir, ið kann geva tær
teir førleikarnar, ið tær tørvar fyri at fáa
tær tað arbeiðið, sum tú ynskir. Trúgv uppá
teg sjálvan, at tú kanst alt tað, tú setur tær
fyri. Sum Martin Joensen syngur: Viljin er
sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál.
Lesandi til lesandi
– Trúgv upp
á teg sjálvan
Navn: Birita Jacobsen
Útbúgving: Innovatiónsútbúgvingin
Lestrarstað: Glasir, Tórshavn
Hví valdi tú júst hesa
útbúgvingina?
Eg valdi júst hesa útbúgvingina, tí mær
dámar sera væl at læra nýggj mál og at læra
um ymiskar mentanir, og eg haldi, at Spania
og londini í Latínamerika eru sera spennandi
og áhugaverd lond. Persónliga hevði eg fyrit
rekt italienskt sum mál, men eg haldi, at
spanskt gevur betri arbeiðsmøguleikar, av tí
at tað er eitt størri verðinsmál. Eg havi altíð
viljað lisið okkurt innan fyri humanistiska
økið og hevði gott kunnað hugsað mær at
verið tolkur ella spansktlærari. Tó virkar
tolkur kanska eitt sindur meira spennandi.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
Eitt, sum mær dámar sera væl við útbúgv
ingini, er sjálvandi tað sosiala universitets
lívið. Sum spansktlesandi kemur man
rættiliga lætt í samband við spaniólar og
latínamerikanarar, og tey eru sum oftast
altíð líka blíð, festlig og fyrikomandi, so eg
føli meg sera væl tilpassar saman við teim
um. Annars dámar mær eisini sera væl at
læra um ljóðlæruna – hvussu man úttalar
hvønn einasta bókstav, og hvar artikula
tiónspunktið liggur. Tað vil t.d. siga, hvar í
munninum tungan rakar, tá man skal út
tala ymiskar bókstavir. Eisini lærir man
um tónalagið, fyri at man sum minst
møguligt fær eina fremmanda dialekt, tá
man tosar spanskt. Eitt annað, eg haldi er
øgiliga interessant, er at læra um politikk
og mentan. Latínamerika hevur sum oftast
eitt ringt orð á sær í Vesturheiminum, og
vit hava lært nógv um, hvussu politikkurin
hongur saman (ella ikki í summum førum),
og hvussu tann evropeiska kolonialiseringin
hevur neiliga ávirkað Suðuramerika. Hetta
haldi eg er rættiliga spennandi.
Eg eri nú eisini í gongd við eina umsókn
um at taka fjórða og fimta semestur uttan
lands, sum verður stórliga viðmælt, um man
vil hava nakra karrieru í sponskum – har fyri
gongur tað eina semestrið í Spania og hitt í
Latínamerika.
Hevur tú nakað gott ráð til
onnur, ið umhugsa at lesa?
Um eg skal geva nakað ráð, so er tað nokk
tað, at tá man søkir inn á universitetið,
so skal man ikki hava ov lágar væntanir,
tí universitetstøðið er nógv hægri enn í
student. Fyrireika teg mentalt upp á eitt
nógv hægri støði! Og um man vil lesa mál,
um tað so er spanskt ella franskt, so vil eg
viðmæla at læra málið áðrenn. Noyðist ikki
at vera flótandi, men so leingi man kann
hava eina samrøðu ella dugir tað basiska.
Ein túr til Spania ella Suðuramerika hevði
eisini komið sera væl við! Tí um man bara
hevur staðið royndina á student, og so fer
beinleiðis til universitetið, so verður tað
rættiliga torført, av tí at støðið er so høgt. Og
mítt besta ráð er: um tú ikki veitst, hvat tú
vilt lesa, so bíða. Tað er ok at bíða, sjálvt um
man kanska følir eitt sosialt trýst, tí tú ikki
er byrjað/ur á universitetinum, og øll tíni vin
fólk longu eru byrjað.
– Tað er í lagi at
bíða, um tú ivast
Navn: Jón Larsen
Útbúgving: Spanskt mál og mentan
Lestrarstað: Københavns
Universitet, Keypmannahavn