týsdagur 25. februar 2020síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
26
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Steinar Patursson
Umframt miðnámsskúlarnar á Kambsdali, í
Klaksvík, Havn og Vestmanna, er eisini mið
námsskúli í Suðuroy.
Vakri skúlin í Grønudali í Porkeri er lut
falsliga lítil, men hetta er heilt vist ein av
styrkjunum hjá skúlanum, metir Guðrið
Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum í
Suðuroy.
Av tí, at tað er ein lutfalsliga lítil skúli, er
stutt millum lærarar og næmingar, og hetta
merkist á lestrarumhvørvinum.
– Vit hava ein lítlan skúla, har vit kunnu
rúma øllum. Tað er eitt tætt samband millum
næmingarnar - og millum næmingar og
lærarar. Vit hava eitt lítið, men trygt, um
hvørvi, har vit ansa eftir hvørjum øðrum,
sigur Guðrið Johansen.
Støddin á skúlanum merkir, at hvør næm
ingur verður sæddur sum ein einstaklingur,
tí at lærarar og leiðsla kenna hvønn næming.
Støddin á skúlanum merkir samstundis
eisini, at lærarar hava meira tíð til hvønn ein
stakan næming.
– Fyri lærarar og leiðslu merkir tað, at vit
kenna næmingarnar øgiliga væl, og vit kunnu
taka hædd fyri hvørjum einstøkum næm
ingini. Vit vita betri, hvat næmingarnir fáast
við, og hvørjum teimum tørvar, tí vit kenna
teir betri. Tú ert ikki bara ein í mongdini hjá
okkum, og øll verða sædd og hoyrd.
Hóast flestu næmingarnir á Miðnáms
skúlanum í Suðuroy er suðringar, eru eisini
fleiri, ið koma aðrastaðni frá í landinum. Or
søkirnar kunnu vera ymiskar, til at tey velja
júst hendan skúlan, men yvirhøvur er tað tí,
at einstaki næmingurin er í fokus.
– Summi eru komin, tí tey hava gingið á
Ítróttarháskúlanum, og tey vilja verða ver
andi í Suðuroy. Onnur vilja ganga í skúla her,
tí tey síggja, at hjá okkum eru tey ikki bert
ein í mongdini
Skúlabygningurin sjálvur er rættiliga
nýggjur og hevur allar hentleikar, ið ein
nútímans skúli skal hava. Á skúlanum eru
samvirknar talvur í øllum skúlastovunum,
vælútgjørdar royndarstovur, venjingarhøli,
bókasavn og matarhøll.
– Tað er ein deiligur bygningur. Skúlin er
ikki meira enn 10 ár, so fysisku karmarnir eru
rættiliga góðir, sigur Guðrið Johansen.
Á skúlanum eru um 100 næmingar, um
framt at flokkarnir á Heilsuskúlanum eisini
húsast í snotiliga skúlabygninginum. Eins og
við øðrum gymnasialum miðnámsskúlum
í Føroyum er útbúgvingin bygd upp eftir
breytaskipan, sum gevur tær møguleika at
velja útbúgving eftir egnum áhugamálum
og ætlanum. Á skúlanum kanst tú velja hug
breyt, náttúrubreyt, umframt FHS yrkisnám
og búskaparbreyt.
Felags lærugreinar eru millum bæði
breytir og árgangir, soleiðis at næmingarnir á
skúlanum í størri mun koma hvørjum øðrum
við.
– Næmingarnir eru blandaðir, bæði mill
um tær ymsu breytirnar, sum tey lesa á, men
eisini millum árgangirnar. Tað merkir, at í
summum fakum eru bæði 2. og 3. g'arar. Av tí
sama kennast næmingarnir eisini heilt væl,
sigur Guðrið Johansen, rektari.
Tá næmingarnir á skúlanum verða
spurdir um, hvat eyðkennir skúlan, eru svar
ini rættiliga lík teimum, ið rektarin greiðir
frá. "Hetta er ein lítil skúli, har øll kenna
øll", "lærararnir eru altíð klárir at hjálpa, tá
tú møtir teimum á gongini", og "góðar um
støður at arbeiða í bólki í gongini, men eisini
góðar umstøður at arbeiða sjálvur ófor
stýraður", eru millum svarini. Somuleiðis
vísa næmingarnir eisini umhvørvið og góða
útsýnið, ið skúlin hevur, umframt eina góða
kantinu við góðum mati.
Umstøðurnar skapa
trivnað og úrslit
Størri er ikki altíð betri, og onkuntíð kann dygdin á einum skúla vera í
avmarkaðu støddini. Hetta er Miðnámsskúlin í Suðuroy eitt prógv um, heldur
rektarin á skúlanum, Guðrið Johansen
UM SKÚLAN:
Skúlin er frá 2009 og liggur í
Grønudali í Porkeri
Á miðnámsskúlanum eru um 100
næmingar umframt 25 starvsfólk
Á skúlanum eru breytirnar
hugbreyt, náttúrubreyt, FHS
yrkisnám og annað hvørt ár 2. ára
búskaparbreyt, ið byggir á FHS-
prógvið