týsdagur 25. februar 2020síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
28
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Løgtingskvinnurnar Ingilín Didriksen Strøm
og Hervør Pálsdóttir hava tað til felags, at
áðrenn tær vórðu valdar á ting, hava tær
nomið sær útbúgving á Fróðskaparsetri Før
oya.
Ingilín, sum situr á tingi fyri Javnaðar
flokkin, hevur lisið føroyskt mál og bók
mentir, og Hervør, sum situr á tingi fyri Tjóð
veldi, hevur lisið politikk og umsiting.
Tætt samband millum
lesandi og undirvísarar
Áðrenn
Ingilín
byrjaði
á
Setrinum,
royndi hon ymiskt annað. Hon tók sína
miðnámsútbúgving í Noregi, og aftaná hetta
hevur hon arbeitt sjálvboðið, eitt nú í Addis
Ababa. Hon byrjaði at journalistikk og altjóða
útvikling á Roskilde Universiteti, men gavst
tó við lesnaðinum og flutti heim til Føroya
saman við manni sínum. Ingilín hevur altíð
havt stóran áhuga fyri máli og bókmentum,
og tí valdi hon at lesa føroyskt á Føroya
málsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum.
– Munurin á at vera á einum universiteti
við fleiri túsund lesandi og á Føroyamáls
deildini, har okkara flokkur at byrja við taldi
undir 20 lesandi, var ótrúliga gevandi fyri
meg, sigur hon og fortelur víðari hví.
– Sambandið millum tey lesandi og undir
vísarar var so tætt. Hevur tú ein spurning
um eitthvørt fakligt, so er ógvuliga skjótt
at fáa vegleiðing frá einum av fremstu
serfrøðingunum
innan
økið.
Umframt
hetta var eingin møguleiki aðrastaðni enn
í Føroyum at nema mær útbúgving innan
føroyskt mál og føroyskar bókmentir, sigur
Ingilín Didriksen Strøm, sum bleiv liðug í
desember 2018.
Best at læra um føroysk
viðurskifti í Føroyum
Fyri Hervør Pálsdóttir var tað ein løtt avgerð
at søkja inn á útbúgvingina í politikki og
umsiting.
– Tá eg gekk á studentaskúla á Kambsdali,
byrjaðu tankarnir at mala um at lesa stjórn
málafrøði. Samfelagsviðurskifti og politiska
skipanin serliga hava havt mín stóra áhuga
leingi - serliga føroysk viðurskifti, og tí var
tað upplagt fyri meg at nema mær útbúgving
í politikki og umsiting á Setrinum, sigur
Hervør Pálsdóttir og spyr retoriskt:
– Hvar er betri at læra um føroysk
viðurskifti enn í Føroyum?
Lopið frá Setrinum til løgtingið
Nýggju løgtingskvinnurnar eru báðar samd
ar um, at lopið frá Setrinum til løgtingið
hevur verið stórt.
– Tað er eitt øgiligt lop at fara frá at vera
lesandi til at sita í løgtinginum. Eitt er at
fara ástøðiliga til verka, og so er tað tann
praktiska tilgongdin. Men í onkran mun
minnir tað nógv um at vera lesandi; hvønn
dag er nógv tilfar at lesa, røður at skriva og
samstarv við floksfelagar. Men at hava fingið
álit at sita á Føroya løgtingi er stórt, og tað
tekur nokk tíð at venja seg við, sigur Hervør
Pálsdóttir.
Ingilín Didriksen Strøm vísir eisini á
ábyrgdina, sum løgtingssessurin hevur við sær.
– Tað er jú ein ótrúliga stór ábyrgd at vera
løgtingsfólk, tí meðan tað sum lesandi bara
ávirkar ein sjálvan, hvørt mann klárar seg
væl ella illa, so kann tað í síðsta enda ávirka
alt føroyska samfelagið, um mann ikki ger
sítt arbeiði til lítar í løgtinginum, sigur hon.
– Tað er sjálvandi stórur munur á at vera
ein almennur persónur í løgtinginum og
lesandi, so lopið er stórt í nógvan mun. Men
munurin vildi helst verið ógvusligur, óansæð
hvaðani eg kom, ella hvat arbeiði eg hevði
áðrenn, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Hava lært nógv á Setrinum
Vit spyrja Hervør og Ingilín, hvussu Setrið
hevur verið við til at myndað tær sum
politikarar.
– Eg haldi avgjørt, at tað hevur verið til
fyrimuns fyri meg at vera útbúgvin í politikki
og umsiting. Í míni útbúgvingartilgongd
menti eg meg ótrúliga nógv og lærdi øgiliga
nógv um ymisk viðurskifti, samstundis
sum eg kom í samband við nógv við øðrvísi
meiningum og hugsanarhátti enn eg, og tí
gjørdist sjónarringurin eisini størri. Tað
er týdningarmikið at lýsa støður úr fleiri
síðum fyri at taka eina avgerð út frá góðum
grundgevingum, sigur Hervør Pálsdóttir.
– Mínar politisku meiningar trúgvi eg, at
eg hevði havt, óansæð um eg gekk á Setrinum
ella ikki. Tó lærir mann sjálvandi eina rúgvu
undir útbúgving, og tað ávirkar sjálvsagt tær
meiningar, mann hevur um umheimin, sigur
Ingilín Didriksen Strøm.
Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir:
Frá Fróðskaparsetrinum
í løgtingið
Í september vórðu tær báðar Ingilín Didriksen Strøm og Hervør
Pálsdóttir valdar á løgting fyri fyrstu ferð. Áðrenn hetta hava tær havt
sína dagligu gongd á Fróðskaparsetrinum, og tær eru báðar samdar
um, at tað er stórur munur á at vera lesandi og at vera í løgtinginum
Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm