týsdagur 25. februar 2020síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
30
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Áðrenn tú fert undir hægri lestur er
umráðandi, at tú fyrireikar teg væl – bæði
mentalt og fíggjarliga. Tilveran broytist
grundleggjandi, tá tú flytir heimanífrá, har
skyldur og fíggjarlig ábyrgd ikki liggja líka
tungt á herðunum, sum tá tú flytir og byrjar
nýggju tilveruna á egnum beinum sum
lesandi, greiðir Liljan Müller, leiðari á ung
dómsdeildini hjá Betri banka, frá.
Áðrenn tú fert
Tað verður mett, at útreiðslurnar í miðal
liggja um tær 50.000 krónurnar umframt
studningin fyrsta árið, tá tú fert av landinum
at lesa. Tí mælir leiðarin á ungdómsdeildini
hjá Betri til, at ein hugsar um at spara minst
50.000 upp, áðrenn farið verður avstað. Hetta
fer til útreiðslur so sum depositum, møblar,
leigu, ljós, hita, internet, tryggingar, súkklu,
bøkur og ferðaseðlar – umframt at ein má
keypa mat og klæðir.
Hon greiðir frá, at hetta sjálvandi bert
er vegleiðandi, tí umstøðurnar kunnu vera
ymiskar frá persóni til persón. Summi flyta
inn til familju at búgva, og tey hava tí nógv
lægri útreiðslur. Tó, so er uppsparingin
ómetaliga týdningarmikil, tá man er liðugur
við miðnámsskúlan.
– Vit ynskja jú, at tey ungu, sum fara
undir hægri lestur hava besta grundarlagið,
sum gjørligt er. Tað merkir eisini, at tey ikki
upptaka óneyðuga skuld áðrenn og undir
lestri. Tí hetta kann gerast haft um beinið, tá
lestnaðurin er liðugur, og flytast skal aftur til
Føroya, sigur Liljan Müller.
Minni tøkan pening
Tað er púra vanligt, at tey sum eru lesandi,
hava minni av peningi um hendur, enn tey,
sum eru á arbeiðsmarknaðinum.
– Tú hevur ikki sama fíggjarliga rásarúm
ið, tá tú ert undir lestri. Tað er tí ikki gjørligt
at hava eitt yvirskot á 5000 krónur á konto
ini hvønn mánað, uttan so, at tú hevur eitt
lestrarstarv, sigur hon.
– Er man tó í tí støðu, at man av eini ella
aðrari orsøk ikki hevur spart upp, so ber
eisini til at gera eina avtalu við bankan, men
vit ynskja helst, at lesandi hava eina upp
sparing, áðrenn tey fara, tí tá gerst tilveran
hjá teimum munandi lættari, sigur leiðarin á
ungdómsdeildini í Betri.
Hon greiðir frá, at tey flestu, sum fara
at lesa hava hesa uppsparingina, og í Betri
síggja tey eitt endurtakandi mynstur hjá
teimum ungu.
– Tað eru rættiliga nógv, sum fara at ar
beiða eftir lokna miðnámsútbúgving. Ofta
er talan um arbeiði á einum virki ella onkra
staðni, har tey lættliga fáa nógvar tímar
og fáa tjent sær pening. Síðani fara tey út í
heimin at fjakka og koma aftur at arbeiða,
áðrenn tey fara at lesa. Tá hava tey eisini lært
eitt sindur um at spara upp, sigur hon.
Tað eru sjálvandi ongantíð øll, sum spara
saman, men Liljan heldur eisini, at foreldrini
eiga ein part av ábyrgdini.
– Tað er skylda hjá foreldrum at eggja
teimum ungu til at hugsa um fíggjarstøðuna
og leggja ætlan, staðfestir hon.
Minst til at seta tær mál
Studningurin er avmarkaður, og ynskir man
sær meir tøkan pening enn tað, sum man fær
í studningi hvønn mánað, so ber til at fáa sær
eitt arbeiði og serliga at hugsa um nýtsluna.
– Ein verður noyddur til at hava røttu
áskoðanina, og tað ber snøkt sagt ikki til at
hava sama nýtslumynstur, sum áðrenn lest
urin byrjaði men ístaðin hava rætta hugburð
til pengar, sigur hon.
Liljan Müller greiðir frá, at tað er skilagott
at seta sær fyri, hvussu nógvan pening ein
ynskir at brúka til teir umráðandi postarnir
hvønn mánað.
– Summi seta sær til dømis fyri, at tey ikki
skulu brúka meir enn 1500 krónur til mat um
mánaðin. So fáa tey eina matkonto og eitt
kort, ið bert er til ta kontoina, greiðir hon frá.
Á hendan hátt gerst man tilvitaður um
fíggjarætlanir og lærir harvið eisini at standa
á egnum beinum fíggjarliga.
– Tað er ein góður vani at fáa sær frá
byrjan av, tá man flytur og fer undir lestur,
sigur hon.
Eftir loknan lestur
Hóast lán eru lætt atkomulig, so mælir
Liljan Müller til at velja eina fíggjarætlan og
møguligt lestrarstarv fram um lánið.
– Lánini kunnu geva stóra samanlagda
skuld, og tað er umráðandi at hugsa um tíðina
eftir at lesturin er av. Møgulig lán kunnu til
dømis avmarka ein, tá so búsðaarlánið skal
takast seinni í lívinum, sigur hon.
KEKKLISTI:
Kort / tvey til somu kontu, sama
loynital
Netbanki / Við NemID og App
Matkonta / Fasta flyting og kort
til kontuna
Heildarkonta / Fasta flyting til
útreiðslurnar
Nemkonta / CPR-nr er neyðugt
Eftirlønarkonta / Neyðug at hava,
um tú arbeiðir í frítíðini
TÁ TÚ FLYTUR
Melda flyting í nýggju
kommunuskrivstovuni
CPR nummar
NemID
Trygging
Ungdómsvanlukkutrygging
Hugsa um uppsparingina
áðrenn tú fert
– Mælt verður til, at tey sum fara av landinum undir hægri lestur spara sær
minst 50.000 krónur saman, aðrenn tey fara, sigur leiðari á ungdómsdeildini
hjá Betri