Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 36 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Seinastu nógvu árini hevur Føroyahúsið á Vesturbúgv í Keypmannhavn verið ein savn­ ingardepil fyri føroysk lesandi og før­oyingar sum heild í danska høvuðs­stað­num. Hóast internetið og tøknin hevur gjørt, at føroyskir útisetar ikki á sama hátt hava tørv á at hittast í Føroyahúsinum, eins og fyrr, so hevur Føroyahúsið enn ein týdningarmiklan og aktivan leiklut fyri føroyingar í Keyp­ mannahavn. Har verður javnan skipað fyri al­skyns tiltøkum, og so er plagar góður før­ oyskur matur altíð at vera at fáa í kaféini og til týsdagsdøgurðar. Men beint nú fyri tíðina er Føroyahúsið ikki opið vanligt, tí endaligt loyvi er ikki givið frá kommununi í Keypmannahavn aftaná um­fatandi høvuðsumvæling síðsta heyst. Tað er ringt at siga, nær tað letur alment upp aftur, men í Føroyahúsinum vóna tey, at tað verður sum skjótast - og tá verður lív í aftur. Føroyingar eru vælkomnir at lána hølini Leiðarin í Føroyahúsinum heldur tað hava stór­an týdning, at føroyingar kenna seg heima í húsinum. – Føroyahúsið er húsið hjá føroyingum í Keyp­mannahavn, so húsið er til fyri at brúka. Øll eru vælkomin at koma við hugskotum um tiltøk, sum Føroyahúsið kann skipa fyri, og um mann sjálvur vil skipa fyri onkrum, so ber tað eisini til, sigur Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum. Hon vísir á nøkur dømi um, hvat mann kann brúka hølini í húsinum til. – Um mann til dømis skal venja eina fram­ løgu, so eru nokk av hølum, sum eru tøk til tað í dagtímunum. Tað sama um mann skal skriva eina uppgávu ella gera bólkaarbeiði. Arki­tekt­urin Jóannes Petersen hevur havt tey lesandi øgiliga frammaliga í huga, tá hann teknaði stovuna í Føroyahúsinum, og tað er innrættað soleiðis, at hetta skal vera eitt innbjóðandi stað at útfolda seg í, sigur Sissal Kampmann. – Her eru eisini góðar umstøður til list og tón­leik, so um onkur tónleikari er í gongd við eina nýggja útgávu, so hava vit spildurnýtt anlegg, pall og akustikkteppi, sum er til tað sama, sigur hon. Nógv virksemi í húsinum Heili 17 feløg eru knýtt at Føroyahúsinum, og hesi feløgini eru við til at seta sín dám húsið. – Nógv av teimum feløgunum eru feløg, sum lesandi eru partur av, eitt nú Húsakórið, Dansi­felagið Fótatraðk og Listafelagið, sigur Sissal Kampmann. – Kvinnufelagið heldur eisini til her, og eg ivist ikki í, at nógv yngri lesandi fara at hava hug at vera virknir limir í Kvinnufelagnum, tá Føroyahúsið letur upp og virksemið byrjar aft­ur, sigur hon. Føroyski skúlin í Keypmannahavn heldur eisi­ni til í Føroyahúsinum, og undirvísing er hvønn leygardag. – Tað eru sera nógv lesandi, sum hava børn, sum ganga í føroyska skúlanum. Sein­astu árini hevur eisini nógv verið gjørt burt­ur­úr føroyskum mammubólkum, og tað hevur komið væl við hjá fleiri at hittast her, og so er her eisini bindikafé, sigur Sissal Kamp­mann. Í Føroyahúsinum gleða tey seg til at lata ordi­ligt upp aftur í næstum, tí ætlanirnar eru nógvar. Millum annað ætla tey at leggja seg meira eftir at blíva partur av stóru til­tøk­ unum, sum javnan eru í býnum, nú Før­oya­ húsið liggur mitt á Vesturbrúgv. Føroyahúsið er húsið hjá føroyingum –Øll eru vælkomin at koma við hugskotum um tiltøk, sum Føroyahúsið kann skipa fyri, og um mann sjálvur vil skipa fyri onkrum, so ber tað eisini til, sigur Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum