Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 38 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Í meira enn hálva øld hevur Setrið veitt hópin av útbúgvingum til føroyska samfelagið. Her verður lisið til lærara, KT-verkfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing, samfelagsfrøðing, námsfrøðing, málfrøðing og nógv meira afturat. Upp móti 1000 lesandi eru á Setrinum, sum bæði virkar sum lopfjøl til hægri lærustovar úti í verð, og eisini øvugt sum veitari av hægri útbugving til tey, sum velja at koma heim aftur at fáa sær yvirbygnað. Kampus aftur á skránna Mongu útbúgvingarnar á Setrinum krevja pláss, og undirvísingin fer fram á fimm ymsum deildum í høvuðsstaðnum. Tann nýggj­asta er í Sjóvinnuhúsinum á Eystaru bryggju, har Kongshøll eisini er við øllum sínum góðu umstøðum. Dreymurin er at fáa Setrið savnað í eitt pulserandi kampus, og okkurt bendir á, at tað kanska fer at gerast veruleiki um nøkur ár, nú samgongan aftur hevur sett tað á skránna. Góðska í hásætið Nýggi rektarin á Setrinum, skotin Chik Collins, hevur sett sær sum fremsta mál, at Setrið skal hava glaðar studentar, sum eru nøgdir við sína útbúgving, ið sjálvandi er góðsku­tryggjað. Hetta arbeiðið er farið í gongd og fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið fer at knýta enn fleiri bond við útlendsk universitet og granskingarstovnar, sigur hann. -Fróðskaparsetrið letur nú aftur dyrnar upp, og vit taka gleðiliga ímóti so mongum lestrarsvongum studentum sum møguligt, sigur Chik Collins, rektari og minnir á, at um­sóknarfreistirnar eru ávikavist 15. apríl og 1. juli. Setrið er fyri okkum øll Á Fróðskaparsetrinum er fjølbroytt lestrarumhvørvi, har ungdómur, vaksin við børnum og tilkomin við hugi at læra meira, øll hava sína dagligu gongd