hósdagur 27. februar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
28. FEBRUAR 2020
Eitt skitið – og óalmindiliga tollut
álop frá advokati og floksformanni
á eina privata forrætning
Nú Fólkaflokkurin verður lagdur undir
at taka ímóti loyniligum pengum frá
ávísum vinnufeløgum at fíggja valstríðið
verður skotið við skørpum í ymsar ættir.
Fyrst var tað advokaturin hjá Fólka
flokkinum – maðurin sum IKKI megnaði
at reinsa Jørgen Niclasen fyri skuldset
ingar um skattasvik frá Kringvarpinum,
sum vit øll eiga, og Portal.fo, sum reiðarí
ið P/F Varðin í Gøtu eigur. Í staðin hekk
Jørgen Niclasen upp á advokatrokningar
fyri fleiri hundraðtúsund krónur.
Sosialurin og in.fo vóru ikki partur í
herferðini ímóti fólkafloksformanninum.
Men vit kunnu staðfesta, at kappingar
neytarnir hjá okkum vóru fríkendir í øll
um ákærum frá Christian Andreasen, og
harvið varð Jørgen Niclasen IKKI reins
aður fyri svik ímóti landskassanum.
Men hvørki Christian Andreasen ella
Jørgen Niclasen himprast við at brúka
Sosialin í skitna spælinum í Løgtingi
num. Í staðin fyri at svara spurningum
um, hvør fíggjar Fólkaflokkin, so standa
teir báðir og pástanda, at Javnaðarflokk
urin gav Sosialinum miðlastuðul fyri at
fíggja keypið av Sosialinum fyri 10 milli
ónir – eitt keyp sum fór fram fyri 14 árum
síðani. Tú kundi trúð, at fólkafloksmenn
kendu eitt sindur til vinnufígging, men
tað er kanska for nógv forlangað.
Málið um at geva privatum fjølmiðlum
frið at virka á lýsingarmarknaðinum
hevði Fólkaflokkurin súltað í mong ár. Tí
kom miðlastuðulin sum eitt neyðaregg.
Christian Andreasen gekk fyri at vera
ein skilamaður. Men síðani hann kom á
ting hevur hann skuffað og útmerkað seg
– tíðum sum ein klovn og tíðum sum eitt
flóvisligt ekkó av lærumeistaranum.
Fólkaflokkurin átti eisini eitt blað,
sum teir kundu havt selt eins og Javnað
arflokkurin. Men Dagblaðið fór á heysin.
Helst øvunda teir Jóannesi Eidesgaard &
Co fyri at hava størri forrætningssans og
fyri at duga at tjena pengar upp á eina
forrætning, sum hevði nett sama út
gangsstøði, sum fólkafloksblaðið.
Góðu Jørgen og Christian. Haldið end
iliga fram við at stríðast fyri tí, sum tit
halda er rætt. Men haldið Sosialin og okk
ara forrætning uttan fyri tykkara skitnu
og tollutu konspiratiónsteoriir.
Tjóvur trýr at hvør maður stjelur
Tórshavnar
Býráð vil nú
sleppa
at
taka
gjald
frá útlendsk
um pørum,
sum koma
til Havnar at
giftast.
Býráðið sigur, at talið á útlendskum
pørum, sum koma til Havnar at verða gift á
býráðnum, veksur alsamt.
Í fjør vóru 60 pør gift á ráðhúsinum í
Havn og 23 av teimum vóru útlendsk pør,
tað vil siga útlendingar, sum ikki hava
bústað í Føroyum, men sum bara komu til
Føroyar at verða vígd. 2Býráðið sigur, at í
Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur,
men kommunurnar í Føroyum hava ikki
heimild at taka nakað gjald í hesum
sambandi
Skal kosta at
koma til Havnar
at giftast
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Kristian royndi
at fáa skil á í
Løgtinginum
Siðsøga síða 16-17
Super sunnudagur
í hondbóltinum
Siðsøga síða 20-21
Sunnudagin tann 1. mars fyllir
Høgni Bendix Mikkelsen el-
innleggjari í Havn 70 ár.
Høgni er havnarmaður sonur Einar
Mikkelsen el-installatør.
Eftir lokna skúlagongd fór Høgni í
læru sum elektrikari í fyritøkuni hjá
pápanum í 1964. Tá hann varð útlærdur í
1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í
Keypmannahavn og fekk prógv í 1973.
Síðan hevur hann arbeitt í fyritøkuni.
Hann hevur verður limur í Tekniq
(danska el-innleggjarfelagið) í nógv ár og
bleiv 1. januar 2020 seniorlimur í Tekniq.
Eins og pápin hevur Høgni stóran
áhuga fyri handverkarayrkinum og ser
liga el-fakinum, Hann var eitt langt tíðar
skeið nevndarlimur og formaður í Hav
nar Handverksmeistarafelag umframt
hevur hann sitið í stýrinum fyri Tekn
iska Skúla og FHMF.
Síðan 1980 hava Sonja og Høgni rikið
el-fyritøkuna Sp/f Einar Mikkelsen sam
an.
Fyritøkan hevði sín 70 ára stovningar
dag 18. august 2019.
Tann 1. sept 2019 bleiv el-parturin av
fyritøkuni seldur til Elnet Sp/f, meðan
lampuhandilin framvegis er í navninum
Einar Mikkelsen og Sonja Mikkelsen er
stjóri.
Móttøka verður í sambandi við at El
net Sp/f hevur yvirtikið el-partin hjá Ein
ar Mikkelsen Sp/f, sum hevur virkað í
Føroyum í 70 ár.
Sama dag hevur Høgni B. Mikkelsen
sín 55 ára starvsdag, harav 40 ár sum
stjóri.
Móttøkan verður fríggjadagin 28.
februar frá kl.14.00-17.00 í høllini hjá
Dansifrøi í Gundadali, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Í blaðnum...
Høgni B. Mikkelsen 70 ár
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Móttøkan í sambandi við at El-net hevur
yvirtikið el-partin hjá Einar Mikkelsen
verður í Dansirfrøi í Gundadali í dag,
fríggjadag, frá klokkan 14-17
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 á kvøldi mánakvøld,
mikukvøld og fríggjakvøld – sendið
teldupost til klaga@sosialurin.fo