Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 6 TEKSTUR EYÐUN KLAKSTEIN H in 31 ára gamli Carl Herup Olsen, sum sein­astu árini hevur røkt á­li­tis­ starv í BankNordik, er nú farin til Dub­lin at starvast fyri CRH, sum er stør­sta írska fyritøkan. Ein headhuntari fann fram til Carl Her­up Olsen og helt, at hann hevði røttu førleikarnar og roynd­ir­nar til at átaka sær eitt leyst starv í CRH. – Heim­urin er globaliseraður, og headhuntarar leita víða eftir fólk. Tað er hugaligt at vita, at eisini fólk í størv­ um í Føroyum kunnu fáa bjóðað størv í útlandinum, sigur Carl Herup Olsen. Funnin í Føroyum Carl Herup Olsen tók fyrstu útbúgvingina innan búskap í Par­ís – tað var ein bachelor í business administration, tey kalla, og eftir tað fór hann at starvast fyri eina franska fyr­i­tøku, sum var dataveitari innan fíggjarheimin. Í 2014 flutti Carl Herup Olsen heim til Føroya at starv­ ast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum – hjá felagnum Føroyskir Pen­ing­a­stovnar. Eftir eitt ár í tí starvinum flutti hann í Bank­Nordik at starvast á stjórnarskrivstovuni, og seinastu ár­ini hevur hann havt ábyrgdina av sambandinum millum bank­an og íleggjararnar – Investor relations. Høvuðsuppgávan í BankNordik hevur verið at tryggja rætta og rættstundis kunning til íleggjarar og part­a­bræva­ mark­n­aðin – at gera frágreiðingar og fráboðanir – so í­leggj­ar­ar og onnur kunnu virðisáseta fyritøkuna og meta um útlitini. Carl Herup Olsen hevur tikið yvirbygning innan fígg­ ing, sum verður kallaður CFA (Charter Financial Ana­ lyst), og tað er hendan útbúgvingin, sum saman við starvs­roynd­u­num hevur slóðað fyri írska møguleikanum. – Tá ið tey leitaðu eftir fólki til starvið í CRH, leitaðu tey eftir á­vís­um førleikum og royndum, og eg var ein av teim­um, tey funnu fram til. Tey nevndu serliga, at eg í Før­oy­um hevði havt stóra ábyrgd og hevði fjølbroyttar ar­beiðs­royndir í vinnuni, sigur Carl Herup Olsen. Stór fyritøka CRH er holdingfelag – móðurfyritøka – og eigur fleiri hundr­að fyritøkur kring heimin. CRH fæst við at fram­ leiða og selja byggitilfar – sement, asfalt og annað tilfar. Markn­að­arvirðið hjá fyritøkuni er umleið 190 milliardir krón­ur, og samanlagt arbeiða 80.000 fólk kring heimin fyri CRH. – Arbeiðsuppgávan hjá mær her er at líkna við hana í Bank­Nordik. Krøv til kunning, frágreiðingar og annað kunnu samanlíknast, men broytingin hjá mær er, at hetta er eitt annað slag av vinnu, og fyritøkan er risastór og fevn­ir um stóran part av heiminum, sigur Carl Herup Ol­sen, sum nú arbeiðir á einari deild við fimm fólkum, ið røkja sambandið við íleggjararnar. Carl Herup býr og starvast í Dublin, men hann fer eis­ini at ferðast nakað í starvi sínum. Til dømis, tá ið han skal út til fundir við íleggjarar. – Eg helt, at tað var áhugavert at royna eina nýggja av­bjóð­ing. Tað var trupult at fara frá tí kenda og trygga í Bank­Nord­ik, har eg hevði tað sera gott, men hetta var ein góð­ur og spennandi møguleiki at fáa, og eg tók av, sigur Carl Herup Olsen. – Eg eri fegin um møguleikan, og nú fari eg at royna hetta eina tíð, og so fáa vit at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur hann. Carl farin í starv hjá írskari risafyritøku – Heimurin er globaliseraður, og headhuntarar leita víða eftir fólki. Tað er hugaligt at vita, at eisini fólk í størvum í Føroyum kunnu fáa bjóðað størv í útlandinum, sigur Carl Herup Olsen, sum er fluttur til Dublin at starvast fyri størstu írsku fyritøkuna