Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 SOSIALURIN 22 – 28. FEBRUAR 2020 BankNordik 207 milliónir í avlopi Árið í fjør hilnaðist væl hjá BankNordik, hóast umstøðurnar at reka bankavirksemi sum heild eru vorðnar meiri avbjóðandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr., og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Bankin væntar ein framhaldandi hóvligan útlánsvøkstur í 2020 B ankNordik boðar frá, at 2019 var enn eitt ár við nógvum virksemi í føroyska sam­fel­ag­num, og tað sæst aftur í hóvliga út­láns­vøkstr­i­num til privatu húsarhaldini. Tøl­ini vísa, at føroysku kundar bankans í al­samt størri mun velja at fíggja bústaðin við re­al­kre­dit­tláni, meðan eftirspurningurin eftir siðvanda banka­láninum er minkaður. – Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl í 2019, og úrslitið gjørdist betri, enn vit upprunaliga vænt­aðu. Árið var m.a. merkt av nýggjum talgildum gjalds­loysn­um, og harumframt fóru vit undir at bjóða privatkundum og vinnu­lívs­kund­um nýggjar lánsmøguleikar til fígg­ing av um­hvørv­is­vinarligum íløgum og nýskapandi verkætlanum, sig­ur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Hóast 2019 var eitt gott ár hjá samtakinum, hava markn­að­ar­um­støðurnar og áhaldandi lága rentustøðið við sær, at tað gerst alsamt meiri avbjóðandi at reka løn­andi banka­virksemi. Tískil tillagaði bankin í desember rent­ur, prísir og bygnað fyri at tryggja ein framhaldandi skyn­sam­an rakstur. – Tað er ikki hugaligt at fremja slíkar broytingar, ið á­virka bæði kundar og starvsfólk, men tað er neyðugt, um vit eis­ini vilja vera kappingarfør í framtíðini. Starvsfólkini í sam­tak­inum hava tí rós uppiborið fyri stuðulin og stóra ar­beiðið, eisini hóast truplar avgerðir eru tiknar, sigur Árni Ellefsen. Dótturfeløgini hjá samtakinum, Trygd og Skyn, høvdu eisini eitt gott ár í 2019. Tryggingarinntøkurnar hækkaðu, með­an skaðarnir vóru á einum lut- falsliga lágum støði. Stóri eft­ir­spurn­ingurin eftir bústøðum sæst aftur í virk- semi­num hjá Skyn, sum seldi 240 ognir í 2019 samanborið við 234 ognir í 2018. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 86 privatar sølur. Avlopið fyri 2019 gjørdist 207 mió. kr., og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarunum 67,2 mió. kr. í vinn­ings­býti. Hetta svarar til 7 kr. fyri partabræ- við. Broyttu markn­að­arumstøðurnar hava við sær, at bankin væntar eitt lægri úrslit í 2020 enn í 2019. Ársroknskapurin 2019 í stuttum – Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr. samanborið við 323 mió. kr. í 2018. – Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 185 mió. kr. samanborið við 179 mió. kr. í 2018. – Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 105 mió. kr. saman- borið við 111 mió. kr. í 2018. – Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr., ið er tað sama sum í 2018. – Útlán bankans lækkaðu úr 10 mia. kr. í 2018 til 9,9 mia. kr. í 2019. – Innlán bankans hækkaðu úr 13,4 mia. kr. í 2018 til 14,4 mia. kr. í 2019. – Solvensurin hækkaði úr 19,8% í 2018 til 22,3% í 2019. – Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður 100-150 mió. kr. (2019: Góðkendur el- og køliveitari síðan 2001 frost.fo · tel 311124 P/f Frost - Landavegur 32 - 100 Tórshavn - frost@frost.fo Heildarloysnir og umvælingar av øllum sløgum av køli-, frysti- og klimaskipanum