mánadagur 2. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sambært Búskaparráðnum, so verð
ur búskaparvøksturin í ár 7 prosent
ímóti 9 prosentum, sum ráðið nú
sigur, at vøksturin var í fjør.
Tað verður ikki lurtað eftir Bú
skaparánðnum, tað vita vit av
royndum. Politikarar halda seg
vanliga vita betur, og siga, at Bú
skaparráðið tekur í so rívan til og
ikki skilir tað at reka politikk.
Men eitt sum Búskaparráðið al
tíð mælir til, er at landsstýri eiga at
reka konjunkturtálmandi politikk,
sum heilt einfalt gongur út uppá,
at lagt verður upp fyri verri tíðum
í betri tíðum.
Men tað verður bara ongantíð
gjørt, tí politikarar eru soleiðis, at
teir klára ikki at lata pengarnar
liggja. Teir skulu brúkast – og
skinnið skal helst seljast, áðrenn
bjørnin er skotin.
Búskaparráðið ávarar hesaferð
um, at nettoogn landskassan er
ov litil. Hon verður mett til slakar
-500 milliónir krónur. Og tá er fíggj
arstøðan í 2020 verri enn hon var í
2007, áðrenn fíggjarkrepuna.
– Hetta er ein avbjóðing fyri før
leika landskassans at halda eina
støðuga útreiðslugongd í komandi
lágkonjunkturi, ávarar Búskap
arráðið og sigur, at tá talan er um
fortreytir fyri at reka konjunktur
politik, er tað fíggjarstøðan og kre
ditvirðið hjá landskassanum, sum
hevur týdning.
Tað eru sjálvandi landsstýrið og
løgtingið, sum hava ábyrgdina av
konjunkturpolitikkinum og mugu
gera tær fyriskipanir, sum eru neyð
ugar í hesum samanhangi. Búskap
arráðið vísir á, at fíggjarstøðan hjá
øðrum geirum enn landsstýrinum
hevur lítið at siga fyri virkisfrælsið
hjá landsstýrinum viðvíkjandi kon
junkturpolitikki, tí um landsstýrið
skal til aðrar geirar eftir pengum
við skatti ella á annan hátt, verður
keypsorka tikin frá hesum geirum,
og soleiðis mótarbeiðir eitt tílíkt
átak tí konjunkturpolitikki, sum
rættur er at reka. Tí er fíggjarstøð
an og kreditvirðið hjá landinum
avgerandi fyri konjunkturpolitikk
in og ikki støðan hjá øðrum geirum.
Tað hevði verið áhugavert at
sæð eina politiska leiðslu, sum tók
ávaringarnar frá Búskaparráðnum
í álvara. Men tað er nærmast
óhugsandi, at politikarar fara at
leggja pengar til síðis og fara at
tálma útreiðslur, til dømis bíða við
almennum útreiðslum, tí so nógv
ferð er á privatum íløgum.
Spurningurin er næstan, um
tosið um konjukturjavnandi poli
tikk er hvørvisjón, ein dreymastøða,
sum ikki kann røkkast, ella um
politikararnr sum heild bara ikki
eru dugnaligir nokk at reka fíggj
arpolitikk.
Politikarar vilja hest selja
skinnið áðrenn bjørnin er skotin
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
AT LEGGJA UPP FYRI VERRI TÍÐUM
Ynskja
tryggari
farleið
SÍÐA 8-9
Nógv
skúm og
eingin
skaði
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Drotningin í føroyskum tón
leiki fer at spæla sínar bestu
sangir á konsert í Kongshøll
í Havn
Leygarkvøldið
4.
apríl
hevur Annika Houydal kon
sert saman við bólki sínum í
Kongshøll í Silo í Havn. Kon
sertin er partur av tiltaki
num Várfest.
Annika Hoydal hevur í
meira enn hálva øld verið
virkin sum sangari. Hon
hevur framført sum solistur
og sum sangari í bólkinum
Harkaliðið. Síðan seksti árini
hevur hon verið partur av
umleið 15 tónleikaútgávum,
og nógvir sangir, sum hon
syngur, eru vorðnir fólkaogn.
Sangir sum »Aldan«, »Í dans«,
»15 ár« og »Lisa« eru millum
kendu sangirnar og verða
framvegis sungnir av ungum
sum eldri.
Á konsertini í Kongshøll
hevur Annika Hoydal ein
sterkan bólk afturat sær, og
tey fara at tríva í nógvar av
kendu sangunum, sum Ann
ika hevur sungið gjøgnum
árini. Tað kann ganga fitt
av tíð ímillum konsertirnar
hjá Anniku Hoydal, men nú
verður eitt gott høvi aftur
at uppliva dugnaligu song
kvinnuna og sterku persón
ligheitina á palli aftur.
Bólkurin hjá Anniku Hoy
dal verður mannaður við
hesum tónleikarum: Eyðun
Mohr Hansen (gittar), Magn
us Johannesen (ljómborð),
Torleik Mortensen (bass) og
Per Ingvald Højgaard Peter
sen (trummur).
Annika Hoydal hevur
konsert í Havn
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Størstu skaðanir
vóru múrarnir
um húsini og ein
hjallur, sum fóru
illa í vindinum
Illveðrið hevur eisini gjørt
um seg í Dímun, har eyð
kendu múrarnir hava fingið
stóran skaða.
– Leygardagin gjørdist
veðrið verri, enn vit høvdu
væntað. Morgunin var so
hampuligur, men seinna
partin vaks hann skjótt upp
í ógvusliga styrki.
Soleiðis skrivar Dímunar
garður á Facebook.
Tey greiða frá, at seint
seinnapartin
leygardagin
hendu størri skaðar í oynni.
– Størstu skaðanir vóru
múrarnir um húsini og ein
hjallur, sum fóru illa í vindi
num. Bæði eystari og vestari
múrur rapaðu samstundis, so
tá hevur staðið nógv á, skriva
tey.
Stórur vindskaði
í Stóru Dímun
Á konsertini í Kongshøll hevur Annika Hoydal ein sterk
an bólk afturat sær, og tey fara at tríva í nógvar av kendu
sangunum, sum Annika hevur sungið gjøgnum árini