Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2020 · Nr. 26 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR Útisetar: Tróndur Arge AC Horsens tapti fyrrapartin í gjár triðja dystin upp í slag í seinnu hálvu. Hallur Hansson var á vøllinum allan dystin og legði heimaliðið á odda, men tað endaði við einum 2-1 ósigri móti Randers FC. Føroyski landsliðsspælarin er liðskipari hjá AC Horsens og hann gekk eisini á odda í dystinum. Hann byrjaði við at leggja AC Horsens á odda longu aftaná seks minuttir. Eftir eitt av tiltiknu longu inn­ køstunum hjá AC Horsens, endaði bólturin fyri føturnar á Halli Hansson, sum prikaði bóltin í málið. Ein minutti fyri hálvleik javn­aðu gestirnir eftir innlegg úr høgru. Randers setti seg nú á dystin og tað endaði við, at teir fingu eitt heldur margháttligt mál. Liðfelagi hjá Halli skuldi rudda bóltin vekk úr egnum brots­teigi, men endaði við at raka ein mótstøðuspælara og bólt­urin fór beint í mál. Hallur Hansson gekk á odda við at skapa góðar støður, tá AC Horsens millum annað vildi hava brotsspark í seinna hálv­leiki. Hann var heldur ikki bleytur fyri at tveita seg í vegin ella fara í tvídystir, tá nógv stóð á. -Hallur er ein liðskipari, sum gongur á odda, segði við­ merkjarin hjá TV3 Max, sum vísti dystin. Hallur Hansson hevur brot­ ið ein fingur, men tað órógvar ikki meir enn at hann fær spælt. Móti dystarenda sendi AC Horsens 16 ára gamla føð­ ingar­dagsbarnið, Jeppe Kjær Jen­sen, á vøllin. Hann er yngsti spælari nakrantíð, sum er komin á vøllin í Superliguni. AC Hors­ens hevur 25 stig á 11 plássi. Teir enda við hesum helst í niðari hálvu, tá endaspælið fer í gongd. Ein lorta kensla Føroyski landsliðsmiðvallarin var alt annað enn nøgdur við av­rikið eftir dystin. Í samrøðu við TV3 Max vísti hann eisini sína ónøgd eftir dystin. -Tað er ein lorta kensla vit hava og eg havi tað ikki gott nú. Vit lata ov lætt mál ígjøgnum og tað kann ikki halda fram. Vit mugu finna upp á okkurt annað. Tað verður ringt at vinna, tá tú letur tvey til trý mál inn hvønn dyst. Vit gera fleiri ting væl og skapa nakar møgu­leikar, men vit lata ov nógv mál inn, sigur Hallur Hans­son. Tað var ein støða í seinna hálv­leiki, har AC Horsens kundi fingið brotsspark. Hallur Hans­ son átti avleveringina til lið­ felag, sum helst bleiv hálaður eitt sindur um koll. Tað bleiv før­oyski landsliðsspælarin eisini spurdur um. -Eg tími ikki at tosa um dóm­ aran. Tað er upp til okkum at arbeiða harðari. Vit hava tapt tríggjar dystir upp í slag og skulu nú møta fleiri av topp­ lið­unum, sigur Hallur Hansson argur á málinum. Tað tók frásøgumannin og við­merkjaran hjá TV3 Max eitt sindur á bóli. -Hatta var ein sterk og erlig samrøðan, sigur frá­søgu­ maðurin áðrenn viðmerkjarin, Jesper Thygesen leggur afturat: -Rós til Hall Hansson fyri ikki at fara eftir dómaranum, sjálvt um eg haldi at tað er brots­spark, men kul at Hallur ikki ger nakað við tað, sigur Jesper Thygesen. Venjarin hjá AC Horsens er Bo Henriksen, sum eitt skifti var settur í samband við føroyska lands­ liðsvenjarastarvið. Hann fekk gult kort í dystinum fyri at brúka seg í samband við brotssparksstøðuna. -Sjálvandi er tað brotsspark, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað nú, segði hann við einum lítlum brosi. AC Horsens og Hallur Hans­ son skulu komandi umførini spæla móti FCK og FCM. Dreymaumfar fyri Arminia Arminia Bielefeld vann í gjár 1-0 á SV Wehen Wiesbaden í næst­bestu deildini í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson byrjaði og spældi fyrstu 71 minutt­ir­nar. Arminia Bielefeld er nú níggju stig røttu megin upp­flytingarstrikuna. Góðu tíðindini fyri tofta­ mannin og lið­felag­ir­nar í Arminian byrjaðu longu leyg­ ar­dagin. Kapp­ingar­neyt­ar­nir úr VfB Stuttgart og Hamburg SV tapti báðir sínar dystir. VfB Stuttgart tapti 2-0 móti SpVgg Greuther Fürth, meðan Ham­burg SV tapti 3-0 móti FC Erzgebirge Aue. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, tá Arminia Biele­ feld vann 1-0 á heimavølli móti SV Wehen Wiesbaden. Málið skoraði stóra stjøran á liðnum, Fabian Klos, tá 74 minuttir vóru spældir. Venjarin, Uwe Neu­ haus, væntaði eisini ein tor­ føran dyst. -Teir gjørdu lívið torført fyri okkum. Tað væntaðu vit eisini og máttu bróta múrin hjá teimum niður. Vit vóru ikki eins til reiðar, sum vit hava verið seinastu dystirnar. Hallur Hansson skroaði mál, spældi við brotnum fingri og fær rós, fyri ikki at leggja eftir dómaranum eftir dystin. Í Týsklandi er Jóan Símun Edmundsson í holt við flyta upp í Bundesliguna HALLUR HANSSON HALLUR HANSSON FÆR RÓS FÆR RÓS FYRI IKKI FYRI IKKI AT LEGGJA EFTIR AT LEGGJA EFTIR DÓMARANUM DÓMARANUM