Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 4 Sosialurin TÍÐINDI Eingin av bý­ ráðs­limu­n­um í Havn er bein­leið­ is ímóti at geva Gist og Vist loyvi at byggja nýggja mat­stovu til Koks í Foss­dali mill­um Velba­ stað og Syðradal, og seks teirra siga seg sum út­gangs­støði at vera fyri Steinar Patursson Eftir ætlanunum hjá Gist og Vist skal nýggja mat­ stov­an hjá Koks byggjast í við Foss­dals­gjógv í Foss­ dali, og tal­an er um eina um­fatandi verk­ætlan, ið mill­um ann­að inn­iber, at part­ur av vetr­ar­hag­a­num hjá bóndanum skal brúk­ ast til matstovuna og til­ hoyr­andi bygningar. Gist og vist hevur leingi leit­að eftir hóskandi staði til mat­stov­una, sum sein­ astu ár­ini hevur húsast frammi við Gjónna við Leyn­a­vatn og í Kirkj­u­bø. Leit­að hev­ur verið eftir ein­ari varandi loysn, og ta loysn­ina metir Gist og vist seg hava funnið við verk­ ætl­an­ini í Fossdalsgjógv. Festarin á staðnum er kort­ini ikki samdur. Hóast samráðingar høvdu verið millum Gist og Vist og festaran, Páll Djóna á Steinum, kom vátt í reiðr­ið millum partarnar. Við Dag & viku greiddi Páll Djóni á Stein­um frá, at hann hevði fingið bjóðað eina mill­i­ón í gjaldi frá Gist og vist fyri øk­ið, sum hann sjálvur hevði ætl­að at nýta til køst. Hetta helt Páll Djóni á Stein­um vera alt ov lítið, og sam­ráð­ ing­ar­nar partana millum slitn­aðu. Málið er kortini ikki kom­ið fyri býráðið enn, men Gist og vist hevur havt fram­løgu fyri bý­ráð­ num um verk­ætl­an­ina, og í næst­um skal hon til við­gerð­ar í byggi- og bý­ar­ skip­an­ar­nevndini. Verkætlanin hevur so­ statt onga viðgerð fingið enn – hvørki politiskt ella um­sit­ing­arliga, men vit hava kort­ini verið og lodd­ að dýp­ið fyri at vita, hvør hug­burð­urin hjá bý­ráðs­ pol­it­ikk­arunum er mót­ veg­is nýggju ætlanunum hjá Gist og vist. Í spurn­arumfari, sum Halla Samuelsen: Eg havi ikki tikið avgerð um tað enn. Heðin Mortensen: Eg kenni ikki verk­ætlanina øg­i­liga væl, men eg haldi, at hon sær spennandi út. Vit hava ikki havt hetta fyri í bý­ráð­num, og eg kenni ikki meira til verkætlanina enn tað, sum vit hava sæð í miðlu­ num. Men eg haldi, at hetta sær spenn­andi út. Sum út­gangs­støði sigi eg ja. Annfinn Brekkstein: Sum út­gangs­støði vil eg siga ja. Sum út­gangsstøði haldi eg, at vit skulu flyta okkum fram­eft­ir, og vit skulu geva Koks bestu sømdir at virka und­ir. Men tað skal eisini sam­ pakka við veruleikan og um­støð­ur­nar á stað­num, og aðrir mynd­ug­leikar skulu inn yvir mál­ið eisini. Nógv ting skulu koma upp á pláss, áðrenn vit kunnu fara víð­ari við tí. Um aðr­ ir mynd­ug­leikar, so sum frið­ing­ar­mynd­ug­leikar, siga ja til verk­ætl­anina, so meini eg, at Koks skal sleppa at vera har, um verkætlanin sampakkar við umstøðurnar og veru­ leik­an á staðnum. Bjørghild Djurhuus: Eg havi ikki tikið støðu í mál­ i­num. Bogi Andreasen: Eg havi ikki tik­ið endaliga støðu til tað. Eg var burturstaddur, tá Koks hevði framløgu, men eg havi lis­ið tilfarið ígjøgnum, og eg havi fingið framløgu frá bónd­ a­num eisini. Eg skilji báð­ ar síður. Hetta er ein fan­ tast­isk ætlan hjá Koks, og sam­stund­is er hetta eitt stórt inn­triv hjá bóndanum, so eg havi ikki tikið endaliga støðu til málið enn. Tað er eitt trup­ult mál. Bergunn Kass: Eg havi ikki tikið end­aliga støðu til málið, men við núverandi kunn­ing eri eg positiv yvir fyri ætlanunum hjá Koks. Gunnvør Balle: Tað er eitt "ja" frá mær. Ein týdn­ing­ ar­mik­il partur av vinnuni í Tórs­havn­ar kommunu er mjólk­a­vørur og tað, sum bønd­ur­nir standa fyri. Tað er eisini við virði­ng fyri tí, og eg haldi, at tað er ó­trúliga umráðandi, at part­ar­nir finna ein loysn, so­leiðis at bóndin ikki verð­ur ó­rógvaður ov nógv. Vit mugu royna upp á allar mát­ar, soleiðis at virksemið hjá bónd­a­ num ikki verður ó­rógv­að ella skert. Tað er ikki eitt treytaleyst ja. Allir part­ar mugu finna eina loysn í felag. Annika Olsen: Eg taki und­ir við útbyggingini hjá Koks. Koks hevur stóran týdn­ing bæði fyri Havnina og fyri Før­oy­ar. Ferð­a­ vinnan stend­ur í størsta blóma, hotell verða bygd í løtuni, og vit hava eina tænastuvinnu, sum eis­ini fær ágóðan av, at ferð­andi koma hendan veg. Høvdu vit farið inn og hugt eftir, hvat fyri virði Koks hevur fyri føroyska bú­skap­in, so trúgvi eg, at Hetta halda býráðslimir í Havn um EINGIN ER ÍMÓTI BYG Ætlanin hjá Koks er at byggja tveir býlingar í Fossdali, sum skulu hýsa øllum virkseminum. Í ovara bý­ling­i­ num verður djórahaldið og í niðara býlinginum sjálv mat­stovan Túnið í ovara býlinginum