týsdagur 3. mars 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Henrietta (Jetta)
Olsen (05.07.1923
– 30.03.2019)
Jetta var fødd í Árnafirði 5.
juli 1923, dóttir Mariu (f. Høj)
av Strondum og Hanus Han
sen (Hanus í Glasstovuni) í
Árnafirði. Børn teirra vóru
Anna, Kristina (Stina), Jógvan,
Óluva, Jetta, Jenny, Hjørdis og
Jastrid.
Mamma plagdi at siga,
hvussu gott tað var at vera
barn í Árnafirði, og hvussu
væl góða barlastin, ið tá varð
grundfest, mangan hjálpti
henni seinni í lívinum. Pápin
var nógv burtur við skipi, so
børnini máttu hjálpa til í húsi
num, tá ið tey vóru so fræg.
Fjúrtan
ára
gomul
fór
Jetta til Norðdepils at tæna
hjá
Debesi
Christiansen,
keypmanni.
Hann
reiddi
út sluppirnar Grundick og
King Arthur. So komu boð
úr
Árnafirði,
at
mamma
skuldi koma aftur, tí so nógv
var at gera. Grundick var
afturkomin, árnfirðingar, ið
sigldu við, skuldu setast av í
Árnafirði, og mamma fór við.
Árnfirðingar skóru torv
í Gjóvardali, og mamma bar
burtur saman við systrini
Jenny.
Síðan
aftur
til
Norðdepils, hesa ferðina at
tæna hjá Markus og Herdis á
Oyruni. Sundamenn kastaðu
dúgliga nót eftir seiði, og
mamma hjálpti til at kryvja,
greipa og hanga upp.
Mamma
tænti
eisini
í
Lamba, hjá Stinu-Miu og Jóan
Magnusi, sum hon nevndi.
Hetta var ein góð tíð. Í fríløtum
vitjaði hon stundum skyld
fólk við Skálafjørðin, serliga á
Strondum, haðan rótin rann.
So til Klaksvíkar at hjálpa
systrini Onnu og Hans Jacob
Justesen, sum høvdu fest búgv
og áttu børn. Eftir tað hjálpti
mamma
systkinabarninum,
Símuni Andreasen, og konuni
Sigrid. Loksins fór hon niðan
á Dalin á Uppsølum í Klaksvík
at tæna hjá Bettu og Óla Olsen
– komandi verforeldrunum.
Jetta og Sofus Olsen vóru
tá farin at ganga saman. 26.
mai 1947 giftust tey í full
settari
Árnafjarðar
kirkju.
Stóri dagurin var eitt av kæru
minnum
mammu.
Vakrari
sang segði hon seg ongantíð
hoyra, hvørki fyrr ella seinni.
Foreldur okkara giftust inn
á Uppsølum, har ið Betty varð
fødd. Í 1948 fluttu tey í nýggj
hús niðri á Uppsalaeiði. Nýggi
vegur 25 nevndist bústaðurin
seinni. Har vóru Óli, Maria og
Hanna borin í heim.
Mamma
var
heima
og
helt hús, sum vanligt var tá.
Hennara partur lá ikki eftir.
Tvørturímóti.
Altíð
skjót
at hjálpa. Gestablídni var í
hásæti, og mong vóru tey, sum
komu á gátt. Á norðoyastevnu,
tá ið árnfirðingar komu til
Klaksvíkar, var mangan hug
farsligt í heiminum á Nýggja
vegi.
Mamma hevði áhuga fyri
søgu og nevndi eitt nú hesar
dagarnar:
sunnudagin
26.
september 1937, tá ið Stórakai
í Klaksvík varð vígd, sunnu
dagin eftir, tá ið Jetta varð
konfirmerað
í
Klaksvíkar
kirkju, og sunnudagin eftir
aftur, tá ið kirkjan í Árnafirði
varð vígd.
Sum tíðin leið, vuksu vit
børn til og fluttu heimanífrá.
Útbúgvingin fekst til høld
ar, og makar komu inn í
myndina. Ommu- og abba
børn sóu dagsins ljós, og alt
tóktist at laga seg so væl.
Men so kom óbodni gesturin,
deyðin, á gátt. Systir okkara
Maria varð sjúk og doyði.
Hetta var foreldrum okkara,
okkum systkjum, og børn
um Mariu ikki um at tala, ein
døpur og svár tíð.
Pápi doyði, og mamma
var einsamøll heima. Betty
og Kristin búðu nær við og
stuðlaðu henni væl. Sum frá
leið, fekk mamma heimahjálp
og var til umlættingar í Heimi
num við Vágna. Síðan fór hon
á Norðoya Ellis & Vistarheim.
Har hevði hon tað gott, og
starvsfólkini vóru øll góð
við hana. Mamma sang sum
ongantíð fyrr. Nú treiv hon
eisini í sálmaørindi, vit ikki
høvdu hoyrt hana syngja
áður.
Árið eftir at vera flutt á
Vistarheimið,
var
fjørður
hennara rógvin. Mamma and
aðist 30. mars 2019.
Sofus Olsen (21.11.1920
– 12.11.2005)
Sofus var føddur í Klaksvík
21. november 1920, sonur
Elisabeth (Bettu), f. Joensen,
av Syðradali á Kalsoynni og
Óla Olsen (Óla á Dalinum) á
Uppsølum. Børn teirra vóru
Amalia, Poul Jacob, Arnold,
Sofus, Mourits, Anna, Joen
Jacob (Jakke) og Oda.
Fjúrtan ára gamal fór pápi
at arbeiða fyrifallandi ar
beiði og síðani at rógva út
við motorbátinum, Louisu,
sum faðirin var formaður á.
Seytjan ára gamal fór hann
við sluppini Saltaire (Salt
oyranum),
sum
mammu
beiggin, Johannes Joensen,
av
Syðradali
førdi.
Teir
royndu á Suðurlandinum
um várið og í Grønlandi um
summarið. Í 1940 var pápi í
Grønlandi við skonnartini
Viðoynni.
Ófriðartíðir vóru – annar
heimsbardagi var brostin á
– og skipini góvust at fiska í
Grønlandi. Pápi fór so aftur at
rógva út við Louisu. Í 1943 fekk
hann smittuna (tuberklar) og
var sjúkur næstu tvey árini.
Veturin 1945-46 gekk pápi á
skiparaskúla í Havn. Sigldi eitt
skiftið við trolaranum Barmi
úr Klaksvík og var heystið
1947 annar bestimaður við
skonnartini Skálanesi.
Pápi róði eisini út við
Váðakletti, Varpinum og Ørvi
og var á sildaveiðu við Draga
sundi. Harumframt arbeiddi
hann í fleiri ár í timburhandli
num á Varpinum.
Í 1959 fór Sofus at sigla
útoyggjasigling eystur um
Múlan við nýggja strandfara
skipinum Másanum. Eftir átta
árum í útoyggjasigling fór
pápi at arbeiða á avgreiðsluni
hjá Strandferðsluni á Stong
unum saman við Kjartani Ol
sen. Síðan fór hann at sigla við
Pride millum Klaksvíkar og
Tórshavn og seinni við Ternu
ni um Leirvíksfjørð. Í 1990, tá
ið hann fylti 70 ár, gavst pápi
at sigla strandfarasigling.
Pápi – klaksvíkingur við
stórum K – frøddist um fram
burðin, býnum var fyri. Fylgdi
væl við, hvussu gekst at
byggja í Klingrugarði – og at
bora undirsjóvartunnilin ikki
um at tala. Hann væntaði ikki
at uppliva dagin, tá ið koyr
andi varð undir Leirvíksfjørð.
Hesum fekk hann rætt í, men
tá ið skotið varð ígjøgnum,
var hann við til hátiðarløtuna
uppi við Borðoyarvík.
Ferðirnar
á
Klaksvíkar
Sjúkrahús gjørdust títtari,
og vit sóu øll, hvønn vegin,
tað bar. Stilli og hóvligi faðir
okkara andaðist 12. november
2005.
At enda nýta vit høvi at
takka øllum, sum vóru um
foreldur okkara, nú tey vikn
aðu, doyðu og vórðu jarðað.
Tøkk til Klaksvíkar Sjúkra
hús, Norðoya Bú- og Heima
tænastu, Heimið við Vágna og
Norðoya Ellis & Vistarheim.
Tøkk til prest, kirkjutænarar
og sangarar. Tøkk til tykkum,
ið bakaðu og hjálptu til á yms
an hátt. Hjartans tøkk øll
somul, sum fylgdu mammu
og pápa til teirra seinasta
hvíldarstað.
Friður veri við minninum
um foreldur okkara, Jettu og
Sofus Olsen.
Betty, Óli og Hanna við
familjum – og børnini hjá
Mariu
Nøkur minningarorð um
foreldur okkara –
Henriettu og Sofus Olsen
Jetta og Sofus summarið 1999
MINNINGARORÐ