týsdagur 3. mars 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKISDAGAR
MINNINGARORÐ
Brúðleyp
Leygardagin 28. mars
2020 giftast Birita Gun
vør Johannesen og Bogi
Vík. Vígslan verður í
samkomuni Immanuel
Brekkutún 3 Hoyvík
kl 13.00. Eftir vígsluna
verður móttøka. Tað
hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenn
ingar til hesa hátíðar
løtu.
Vinarliga
Birita og Bogi.
85 ár
Hósdagin 5. mars fylli
eg 85 ár. Tað hevði glett
meg at sæð familju,
vinir og kenningar
at hátíðarhildið
føðingardagin
leygardagin 21. mars
frá kl. 13.00 til kl. 19.00
í Bygdarhúsinum við
Gjógv.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Erling Joensen
Gjógv
Silvurbrúðleyp
Mikudagin 11. mars hava
vit verið gift í 25 ár.
Dagurin veður hildin fyri
innbodnum í Skálanum,
leygardagin 14. mars kl.
18.00
Vinarliga
Meiken og Jógvan Súni
Michaelsen.
Kunoy
Vinkona mín Eydna er farin
heim til Harran íð hon hevði so
kæran einans 55 ára gomul. Eg
kom at kenna Eydnu í 1990, tá
íð vit baðar við familju fluttu
niðan í randarhúsini Millum
Gilja í Tórshavn. Vit voru næst
an grannar, har voru bara nøkur
fá hús ímillum. Vit høvdu hund
og tá er ofta lætt at koma í
prat við fólk. Eydna var sera
djóravinarlig, so ikki gekk lang
tíð, so lá hundurin líka ofta
uttan fyri hjá teimum sum hjá
okkum., og vit komu í prat, og tað
bleiv til nógvar kaffimunnar hjá
hvørjari aðrari. Á sumri 1991 átti
vit baðar hvør sína gentu – Bára
og Gvøðny – íð komu at vera
hjá somu dagpleygumammu og
eisini í sama barnagarð. Í Millum
Gilja voru nógv børn, so nógv
lív var í og konurnar høvdu
bindiklub og eg haldi, at har
var gott at vera. Har var nógv
tiltøk t.d. fastelavint og minnist
eg, at Eydna og eg baðar eitt
kvøldi foru út at ganga grylur,
Eydna við sprøklitum turriklæði
sum kúaða kona mín og eg við
stórum yvirskeggi sum herskuti
maður hennera, og fólk voru um
at skrædna av okkum baðum
standandi í durinum hjá teimum,
ímeðan vit klandraðust sum eini
eldri hjún. Eitt stuttligt minni
at eiga. Eydna var røsk, minnist
at hon arbeiddi á posthúsinum
og ofta - um eg var vaknað heilt
tíðliga á morgni – sá eg hana fara
út at ganga við posti, og tað var í
tímar og í øllum veðrið. Tað helt
eg vera flott.
Eydna var vinarlig og stuttlig
og kundi vera rættiliga bein
rakin við orðinum bæði í álvara
og um okkurt stuttligt var. Hon
hevði eitt behagiligt lindi og var
áhugaverd at tosa við, eisini var
hon góð at tosa við, um okkurt
var í tyngdi, tí hon dugdi væl
at lurta og taka tað í álvara, íð
ein stríddist við. Vit høvdu álit
á hvørja aðrar og voru rættiliga
fortróligar.
Tey seinni nógvu árini fekkst
Eydna við málningalist. Hon
var fleiri ferðir á skeiðum eisini
uttanlands. Hettar dámdi henni
sera væl og dugnalig tað var hon.
Fólk byrjaðu at keypa hennara
málningar,
hon
blomaði
og
sjálvsálitið vaks. Eisini hevði hon
framsyningar, har hon ígjøgnum
sínar myndir vísti sítt lindi og
hugflog og hon seldi væl. Hettar
fylti nógv í hennara lívið og
gav henni líkasum eina nyggja
dimensjón, og hon longdist at
sleppa at mála um tað gekko
v long tíð tíð ímillum. Heima
hjá henni var pinnpakkað við
málningum bæði sera litfagrir
og nakrir meira dimmir, tað var
sera spennandi at hyggja at. Sjálv
eigi eg 3 málningar, íð hon hevur
forerað mær og eri eg sera glað
fyri teir.
Á heysti 2017 ringdi hon til mín
um hon kundi koma yvir at tosa
við meg. Hon kom og fortaldi ,
at hon hevði haft so ringa pínu
í meganum og skuldi til lækna.
Tað gekk ikki long tíð, so fekk
hon ring boð. Hon var í viðgerð
bæði her og í Danmark og hevði
tað hampuliga gott eina tíð, men
so fór tað at versna og at enda var
Eydna illa sjúk. Eg var og heilsaði
uppá hana 15. desember, og tá var
ikki nógv um hana. Eg mussaði
hana á kjálkin og var hettar
seinastu ferð, íð eg sá Eydnu.
Dagin eftur ringdi dótturin til
mín at siga mær, at mamma
hennara var farin.
Lívið er skroypuligt, Eydna
fekk bert 55 ár. Eg syrgji og
sakni Eydnu, men ringast má
tó vera hjá hennara allarnærm
astu, børnini Bjartur og Bára,
mammuni og Hannu systrini.
Eg hugsi um tykkum og vóni,
at Harrin má styrkja tykkum í
sorgini. Friður veri yvir minni
num um Eydnu.
Hanna T. Isholm (Piddan)
Minningarorð um
Eydnu Jóhannu Bernhardson
13.06.1964 – 16.12.2019