Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 6. MARS 2020 Nógvir menn hava sera ilt við at lata kvinn­um politiskt vald. Sit­ andi landsstýrið er eitt »skrekk­ eksempul« í so máta.... Sunnudagin er altjóða kvinnu­dag­ur – ein dagur, ið hevur verið hildin í meira enn eina heila øld. Jú víst hava verið framstig, men hav­ andi hesi gott og væl 100 árini í huga, síð­ ani hes­in dag­ur varð vígdur stríðnum fyri rætt­ind­u­m hjá kvinn­um, so er syndarliga litið kom­ið burt­ur­úr hjá kvinnum, sum so langt frá hava sama vald, sum menn. Vit kenna stríðið her hjá okkum, tá javn­støð­u­lógin varð á skránni í Løg­ting­i­ num. Tað var sum um hin versti sjálvur var kom­in á ting, og ein samgonga slitn­ aði, tí at menn hildu tað vera skeivt at geva kvinnum rættindi við lóg. Tann 15. apríl í 1994 samtykti Løgtingið kortini ­javnstøðulógina. Tað var 15 ár eftir, at Løg­tingið hevði samtykt at gera eina slíka lóg og seks ár eftir, at Løgtingið við 17 at­kvøð­um ímóti feldi uppskot um javn­ støð­u­lóg. Tað er eisini áhugavert at merkja sær, at tá Javn­støð­u­lógin varð samtykt, sat ein 1 í landsstýrinum og 5 menn. Tá var kvinnu­um­boð­an­in ­í lands­stýrinum 20%. Nú 26 ár seinni er 1 kvinna í landsstýrinum og 6 menn. Tað er ein kvinnuumboðan upp á 16,7%. Altso ein afturgongd. Tá Jóannes Eidesgaard skipaði slipsa­ lands­stýr­ið í 2004 við 7 monnum og 0 kvin­num viðgekk hann, at hetta vart skeivt og helt, at hetta fór ikki at henda aft­ur. Hóast hann higartil hevur havt rætt, so er støðan í dag tann ringasta við­ víkj­andi javnstøðu, síðani slips­a­lands­stýr­ ið hjá Jóannes Eidesgaard. Í seinna landsstýrinum hjá Jóannes Eid­es­gaard í 2008 vóru 5 menn og 3 kvínn­ ur. Í fyrra Landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2008 vóru seks menn og tríggj­ar kvinnur. Í seinna landsstýri hans­ara frá 2011 til 2015 vóru 7 menn og 1 kvinna. Í landsstýrinum hjá Aksel V. Jo­ hann­e­sen frá 2015-2019 var fyri fyrstu ferð javn­støða: 4 menn og 4 kvinnur. Og í lands­stýr­i­num hjá Bárði Nielsen frá 2019 var heilt galið aftur við javnstøðuni: 6 menn og bara 1 kvinna. Tann stóri trupulleikin hjá monnum er, at um kvinnur skulu hava vald, so skulu menn missa vald. Tað er ein ov­ur­ stór av­bjóð­ing fyri summar menn. Lata treyðugt politiskt vald til kvinnur Ingi Ras­mus­sen hevur – um dag­arnar – sam­ anlagt ar­beitt hjá P/F Poul Mich­elsen í 25 ár og hev­u­r sostatt ver­ið í starvi hjá okkum stóran part av lívi sín­um og av søgu felagsins. Fyri tað mesta hevur Ingi koyrt vørur út og sostatt verið eitt týðandi bindilið millum okkum og kundar okkara. Hetta álit hevur Ingi – nærlagdur, røkin og ábyrgdarfullur sum hann er – røkt til fulnar. Á eini samkomu varð Ingi heiðraður fyri gott og ábyrgdarfult arbeiði, skriva tey hjá P/F Poul Michelsen. 25 ár hjá P/F Poul Michelsen INGI RASMUSSEN 1920 størsta skaða­ ár í skipasøguni Siðsøga síða 16-17 Stórt fótbóltsblað í blaðnum í dag Skattauppgerðin vísir, at skatt­urin stemmar hjá 21.242 borgarum Skattauppgerðin 2019 hjá A-skatt­gjald­ar­ um er komin. Taks boðar frá, at uppgerðin sæst í Borgaraglugganum og í Mínboks, og at hon næstu dagarnar ligg­ ur hon í postkassanum hjá teimum, sum ikki nýta hesar tænastur. Tølini vísa, at uppgerðin passar hjá 21.242 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar. Tølini siga eisini, at 18.109 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pen­ing aftur. Í alt er talan um 52.483.355 krón­ur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.708 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri í­rest­andi skatt. Hann er til samans 4.743.696 krón­ur. Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki inn­ kravd­ar. Borgarar skulu kanna, um skatta­upp­ gerð­in er røtt Eru feilir í, ella mangla upplýsingar, so skal ein lata inn sjálvuppgávu við røttum upp­lýs­ing­um. So ger TAKS nýggja upp­ gerð. Lættast er at lata sjálvuppgávuna inn á Borg­araglugganum. Er uppgerðin røtt, skal ein einki gera. B-skattgjaldarar fáa bræv um at lata inn sjálvuppgávu B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skat­t­a­uppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Brævið verður sent í Mín­boks ella við posti til teirra, sum ikki nýta Mínboks. Tá sjálvuppgávan er inn­latin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 7.175 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu. Eisini hjá hesum er lættast at lata inn á Borgaraglugganum. Í blaðnum... 18.109 fólk fáa 52,5 milliónir Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 á kvøldi mánakvøld, miku­ kvøld og fríggjakvøld – sendið teldupost til klaga@sosialurin.fo Gongur seint við javnstøðu: Í slipsa­lands­stýri­ num hjá Jóannesi Eidesgaard í 2004 vóru 7 menn og 0 kvinnur. Nú 16 ár seinni er næstan líka galið í landsstýrinum hjá Bárði Nielsen