hósdagur 5. mars 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FÓTBÓLTUR 2020
Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum
Útgevari:
Sosialurin
Útgávudagur:
Fríggjadagur 6. mars 2020
Ábyrgd:
Eirikur Lindenskov
Myndir:
Álvur Haraldsen, Bjarni Nygaard o.fl.
Prent:
Prentmiðstøðin
FÓTBÓLTURIN ER
SUM KAVABÓLTUR
Áhugin fyri føroyskum fótbólti hevur neyvan verið størri enn tað sama, og nú bólturin fer aftur
á rull sunnudagin, tykist fótbólturin sum kavabóltur, tá ið tað kemur til umrøðu og áhuga
Sunnudagin fara liðini í bestu mansdeildini undir helst longstu
landskapping, sum hevur verið í Føroyum. Fyrsta umfar í Betri-
deildini hjá monnum er longu 8. mars, og seinasta umfar verður spælt
leygardagin 31. oktober. Liðini fara í summarfrí frá heimligu kappingini
seinast í juni, men byrjar aftur at spæla fyri ólavsøku. Fýra av liðunum
skulu luttaka í europeiskum kappingum, meðan heimliga kappingin er
í summarfrí.
Hetta er sjálv kappingin. Nógv av liðunum fóru undir sínar
fyrireikingar nakrar fáar vikur eftir kappingarlok í fjør, og sum heild
venja føroysku fótbóltspælarar meira enn nakrantíð. Vant verður
størri part av árinum, og fleiri venjingar eru á skránni – summu lið
venja upp í átta ferðir um vikuna ein part av árinum.
Hetta setir stór krøv til spælarar, venjarar og leiðarar, men krøvini
hava eisini við sær, at føroyskur fótbóltur mennir seg støðugt.
Betri-deildin hjá monnum hevur verið býtt upp í tveir høvuðsbólkar
seinastu árini – tey ovaru fimm og tey niðaru fimm. Tey ovaru liðini,
sum hava størri fíggjarorku, gera alt meira burtur úr umstøðunum,
og tey niðaru liðini royna at taka kappingina uppá teimum økjum, tey
megna. Hetta er við til at betra dygdina á føroyskum fótbólti sum
heild, men gongdin hevur eisini við sær, at tað er alsamt strævnari
at fylgja við.
Fótbóltur er mest umtalaða ítróttargreinin í Føroyum, og alt eftir
hvussu roknað verður, man hon eisini verða størsta ítróttargrein.
Áhugin er sera stórur, og fótbóltur tykist onkursvegna sum
kavabóltur. Umrøðan, kjakið og áhugin veksur støðugt, og tosað
verður meira um fótbólt alt árið.
Miðlaumrøðan er umfatandi, og flestu miðlar gera nógv burtur
úr fótbóltinum – dag eftir dag, viku eftir viku alt árið – og eftir at
Televarpið fór undir at stroyma dystirnar í bestu mansdeildini, ber til
at síggja beinleiðis fótbóltsdystir sum ongantíð áður.
Fyrsta landskappingin var í 1942. Burtursæð frá 1944 hevur verið
kappast um FM á hvørjum ári, og nú skal FM-vinnarin av kapping
nummar 78 finnast.
Øllum verður ynskt eitt gott kappingarár.