Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG KÍ SKAL VERJA FM SKANSAN Mál 1 Kristian Joensen 16 Meinhardt Joensen Verja 3 Ísak Simonsen 4 Deni Pavlovic 5 Jesper Brinck 18 Ólavur Niclassen 20 Børge Petersen 22 Odmar Færø 23 Jóannes K. Danielsen Miðja 6 Alessio Hyseni 8 Jákup B. Andreasen 11 Jonn Johannesen 14 Sebastian Avanzini 15 Gulak Jacobsen 25 Steinbjørn Olsen 27 Óli Eyðsteinsson Poulsen 21 Boris Dosljak Álop 7 Patrik Johannesen 9 Páll A. Klettskarð 10 Jóannes Bjartalíð 17 Ole Erik Midtskogen 19 Akubar Alyu Venjari Mikkjal Thomassen Hjálparvenjari Sjúrður Jacobsen Tilgongd Alessio Hyseni, Sebastian Avanzini, Ole Erik Midtskogen, Akubar Alyu, Odmar Færø Frágongd Simen Sandmæl, Torbjørn Grytten, Magnus Stamnestrø, Semir Hadzibulic, Darius Lewis, Thom Jakobsen Av verja FM er nýggj støða í Klaksvík. Einasti maður, sum hevur roynt tað áður, er 40 ára gamli veteranmálverjin Meinhardt P. Joensen, sum var í hópinum, tá ið klaksvíkingar vóru meistarar í 1999. Mikkjal Thomassen hevur hildið um stýrisvølin síðani 2015. Úrtøkan higartil hevur verið 5. pláss í 2015, 2. pláss í 2016 og 2017, 4. pláss í 2018 og FM í 2019. Í 2016 vann KÍ steypakappingina. Síðani á nýggjárinum hevur hópurin vant saman. Undan jólum var talan um styrkisvenjingar. KÍ vann Klaksvíkskappingina, og týskvøldið vann KÍ fyri fyrstu ferð stórsteypadystin. Eftir vanliga leiktíð ímóti HB var 1-1, og so vann KÍ brotssparkskappingina 5-4. Ársins málverji í fjør Kristian Joensen er fyrsta val millum KÍ stólparnar. Fimm lokalir spælarar eru saman við málverjanum og álopsspælaranum Patrik Johannesen bulurin á liðnum. Teir eru vongverjarnir Jóannes K. Danielsen og Ísak Simonsen, sentrali miðvallarin og liðformaðurin Jákup B. Andreasen og framrættaðu Jóannes Bjartalíð, ið var ársins spælari í fjør, og Páll A. Klettskarð, sum fram ímóti kappingarloki av álvara fann seg sjálvan eftir tíðina í Italia, har hann var nógv skaðadarvaður. At tað spældi so væl av í fjør, sum tað gjørdi, komst av, at teir omanfyri nevndu vóru betri fyri, enn teir áður høvdu verið, og at tað riggaði so væl við útlendsku spælarunum. Deni Pavlovic og Jesper Brinck eru framvegis í Klaksvík og kandidatar at manna miðverjuna. Odmar Færø og verjuspælarin Sebastian Avanzini, sum royndi seg í AC Horsens, áðrenn hann í vetur flutti til Klaksvíkar, eru lagstir aftrat. Kappingin um miðverjuplássini er stór, og møguleiki er fyri, at Deni Pavlovic fer at spæla á verjukendum miðvallarplássi. Allir norðmenninir, sum vóru framrættaðir spælarar, og miðvallarin Semir Hadzibulic úr Serbia eru farnir til hús. Hvussu tað fer at hilnast í ár er treytað av, hvussu nýggju útlendsku framrættaðu spælararnir fara at roynast. Millum hesar er albanski miðvallarin Alessio Hyseni og Abubakar Ibrahim Aliyu og Ole Erik Midtskogen, sum báðir hava verið liðfelagar hjá Odmar Færø í HamKam. Í stórsteypadystinum skoraði Ole Erik Midtskogen, sum sá út til at vera heilt væl fyri. At tað hilnaðist betri í fjør enn undanfarnu árini komst eisini av, at tað vóru fleiri við í kappingini um plássini. Undanfarnu árini var úrtøkan ofta soltin í heimligu kappingini eftir Europa luttøkuna. Soleiðis var tað ikki í 2019, tá ið hópurin var breiður, so skaðar og leikbann ikki raktu so meint. Klaksvíkingar vunnu fulla úrtøku úr átta teimum seinastu dystunum. Steinbjørn Olsen og Boris Dosljak eiga nógvar royndir, og so eru tað ungu klaksvíkingarnir. Ólavur Niclasen stríðist fyri at koma seg, eftir at hann hevur verið skaddur nógvu tær seinastu vikurnar. 18 ára gamli Jonn Johannesen fær ivaleyst uppaftur størri leiklut enn í fjør, og Óli Eyðsteinsson Poulsen er komin fyri seg, eftir at hann ikki spældi í fjør, tí hann var skaddur. Og so eru tað aðrir ungir spælarar, eitt nú Børge Petersen og Gulak Jacobsen. KÍ STOVNAÐ 24. august 1904 FORMAÐUR Tummas Lervig 1 V I T T I P P A HÓPURIN Tað er nýggj støða í Klaksvík, at KÍ skal verja føroya­ meistaraheitið, men KÍ verður mett sum FM favorittur