hósdagur 5. mars 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Jóannes Bjartalíð
Hóast KÍ hevur sera nógvar góðar spælarar
í hópinum, hevur Jóannes Bjartalíð fingið
ein avgerandi leiklut fyri avrikini hjá liðnum.
Jóannes er arbeiðssamur og kreativur spælari,
sum skapar kjansir og skorar mál – eisini
í teimum tøttu og týðandi dystunum.
GJØGNUMBROTIÐ
Óli Eyðsteinsson Poulsen
Veruliga gjøgnumbrotið hjá Óla Eyðsteinsson
Poulsen varð útsett, eftir at hann fekk álvarsaman
knæskaða í fjør. Nú er Óli komin fyri seg og fer
at bjóða av í kappingini um pláss á liðnum. Óli
er fjølbroyttur spælari, sum kann røkja nógv
pláss á liðnum – bæði í verju- og álopsparti.
VENJARIN
Mikkjal Thomassen
Í fjør vann Mikkjal Thomassen tann stóra sigurin
við KÍ – FM heitið – og nú fer havnamaðurin
við ættarbondum úr Klaksvík undir sítt
sætta kappingarár sum venjari hjá KÍ. Mikkjal
hevur við miðvísum arbeiði lyft støðið í KÍ
munandi – bæði á vøllijnum og kring vøllin – og
KÍ skal aftur í ár kappast við um gullið.
MÁLIÐ
FM
Føroyameistararnir eru favorittar til at
endurvinna meistaraheitið, hóast tað vanliga
verður mett trupult. KÍ hevur helst sterkasta
hópin í landinum, og tað ger stóran mun
í einum longum kappingarári við heimligu
dystum og altjóða avbjóðingum.
PÁLL A. KLETTSKARÐ
MÁLREVURIN SKORAR
ANNAN HVØNN DYST
Páll Klettskarð, sum hevur skotiði 118 mál í bestu deildini, er til
reiðar til nýtt kappingarár við KÍ. Málið verður at endurvinna FM
ÁRNI GREGERSEN
Tað eru ikki nógvir fótbóltsleikarar, sum
megna tað sama sum Páll Klettskarð.
Síðani hann fór at spæla í bestu deildini
í føroyskum fótbólti, hevur hann skorað í
øðrum hvørjum dysti.
Í 227 dystum í landskappingini hevur
hann gjørt 118 mál.
– Ja, tað er rættuliga gott í miðal,
sigur tann nú 29-ára gamli áleyparin hjá
meistaraliðnum KÍ.
Páll Klettskarð hevur hildið sama
miðaltal í steypakappingini, eins og tá ið
hann hevur spælt við næstbesta liðnum.
Páll Klettskarð hevur gjøgnum nógv ár
verið maðurin í álopinum hjá KÍ. Hann hevur
gjørt hópin av málum, men hann er eisini
brúktur sum »target man« og hevur spælt
aðrar leysar.
ITALIA
Í fjør tók Páll Klettskarð eina avgerð,
sum loysti hann frá KÍ í tað, sum vísti seg
at blíva eitt hálvt ár. Hann fór til Italia at
spæla fótbólt burturav.
– Tað var eitt stórt upplivilsi fyri meg.
Fyri fyrstu ferð skuldi eg bara hugsa um
at spæla fótbólt. Tað var fantastiskt, sigur
Páll Klettskarð.
Uppihaldið í stivlalandinum vardi eitt
hálvt ár.
– Bara tað at anda eina aðra luft og hitta
onnur fólk var eitt upplivilsi fyri lívið. Tað
angri eg ikki, leggur hann afturat.
AFTUR TIL KÍ
Í seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var
hann aftur partur av tí KÍ-liðnum, sum eftir
20 ár aftur fekk FM til Klaksvíkar.
– Eg spældi ikki so nógv, men eg fekk
so skorað seks mál tilsamans í teimum
dystum, eg spældi, sigur hann.
Í tilstundandi kappingarárinum er
áleyparin aftur partur av liðnum, sum skal
royna at endurvinna FM.
– Tað er altíð torført at endurvinna
FM, men vit ætla at vera ein partur av
toppinum, og endamálið er sjálvandi at
vinna FM aftur, sigur Páll Klettskarð
– Tað má tað vera. Tað er stuttligast at
kappast, har sum kappingin er um ovasta
plássið, sigur hann.
RAÐFYLGJAN
Landskappingin í ár er millum somu liðini
sum í fjør.
Hesi seinnu árini hevur tað víst seg, at
landskappingin fer í helvt. Fimm lið vísa
seg at vera eitt sindur sterkari enn hini
fimm, og tey manna ovaru helvtina av
stigatalvuni.
Tá ið Páll Klattskarð verður spurdur um,
hvussu hann væntar at landskappingin her
í 2020 fer at enda svarar hann:
– Man tað ikki fara at verða so, at tað
verða tey fimm liðini KÍ, HB, Víkingur, B36
og NSÍ, sum aftur enda ovast. Spurningurin
verður meirra, hvussu raðfylgjan av
teimum liðunum fer at enda, sigur hann.
KÍ-hópurin er broyttur nakað, so
spurningurin er um at nýggju spælararnir
fara at rigga saman við hinum.
– Tað er spennandi, men tað fara vit ikki
at síggja ordiliga, fyrr enn vit spæla fyrsta
landskappingardystin, sigur hann.
Páll Klettskarð hevur nú í eini fimm ár
havt Mikkjal Thomassen sum venjara.
– Tað er fínt. Hann gongur 100 prosent
upp í sítt arbeiðið, og allar avgerðir, sum
hann tekur, eru væl gjøgnumhugsaðar.
Vit hava virkað væl saman, sigur Páll
Klettskarð.
KÍ fer í summar at taka lut í Champions
League. Liðið káraði seg annars væl í
Evropa í fjør, men hetta er nakað annað.
– Alt stendur og felliur við
lutakastinum, men vit fingu góð úrslit í fjør.
So hvør veit?, sigur Páll Klettskarð.
Hann minnist serliga væl báðar
dystirnar, teir spældu móti sveisiska
liðnum Luzern í summar. KÍ tapti báðar
dystirnar, men munurin var lítil.
– Teir vunnu báðar dystirnar 1-0, men
tað kundi væl fallið okkara veg. Vit høvdu
skot á steingina, og eg hevði ein headdara,
sum málmaðurin stórbjargaði, sigur
málrevurin.
Umframt at tað gekk væl í Evropa í fjør,
gav luttøkan uttanlands eisini nakað annað
til felagið.
– Vit eru saman upp á ein annan máta,
tá ið vit ferðast saman. Tað gevur eitt
sterkari og betri samanhald í hópinum, tí
vit eisini læra hvønn annan betur at kenna,
sigur hann.
Páll Klettskarð hevur spælt 227
landskappingardystir við KÍ og 18 dystir um
Løgmanssteypið. Hann hevur eisini spælt
13 altjóða dystir. Hann hevur eisini spælt
13 landsdystir fyri Føroyar. Í 2010 og 2011
spældi hann 32 dystir við Víkingi.
Tað er altíð
torført at
endurvinna FM