hósdagur 5. mars 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
NÚ ER GJØGNUM
TREKKURIN LÍTIL Í B36
BÓLTFELAGIÐ B36
Tølini nógvu tey síðstu árini siga, at B36 telist
millum tey fremstu og tí altíð verður roknað
millum favorittarnar bæði í landskappingini
og steypakappingini. Síðani 2010 hevur B36
vunnið FM tríggjar ferðir, silvurkrónur einaferð,
bronsukrónur tríggjar ferðir og steypafinaluna
einaferð.
Í fjør var tað á síðsta leikdegi í hondunum
á teimum í árstalsfelagnum sjálvum og á
heimavølli at gera av, um FM steypið skuldi
vera í Gundadali. Hetta var tó ikki dagurin hjá
heimamonnunum í Gundadali, sum stóðu eftir
við silvurkrónunum.
Jákup á Borg er venjari á fjórða ári, og eftir
tvær ferðir bronsu og silvur í fjør er tað einki at
siga til, at málið nú er at vinna fínasta skreytið.
Sammett við í fjør eru broytingarnar í hópinum
ikki so stórar, sum tær eru í fleiri av hinum
feløgunum. Og so telur tað eisini rætta vegin,
at tað higartil í ár eru væl færri spælarar á
skaðalistanum, enn tað vóru í fjør.
Oftast hevur tað fyrst og fremst verið í
álopspartinum, at B36 hevur skavað nógvu
stigini saman. Tað hevur ikki bilað, at nógv mál
eru farin ígjøgnum. Soleiðis var tað ikki í fjør, tá
ið B36 verjan var tann, sum læt næstfæst mál
ígjøgnum. Merkisvert var tað, at trý onnur feløg
í fjør skoraðu fleiri mál, enn B36 gjørdi.
Tað letur til, at verjuparturin ikki verður verri
í ár, enn hann var í fjør. Símun Rógvi Hansen
er komin fyri seg, eftir at hann í fjør var nógv
skaðadarvaður, og hann verður roknaður millum
bestu málverjarnar í landinum. Rói Mørk Hentze
og Mattias Lamhauge eru eykamálverjar.
Sonni Ragnar Nattestad er nýggjur miðverji.
Hann verður roknaður at vera kanska besti
føroyski miðverjin yvirhøvur.
Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen, Bjarni
Petersen og Alex Mellemgaard eru nøvn, sum
boða frá, at verjan er í góðum hondum.
Nýggjur vongverji skal finnast fyri Jónas Þór
Næs, sum hevur takkað fyri seg. Andrias H.
Eriksen hevur onkuntíð verið vongverji. Ein annar
møguleiki er Benjamin Heinesen, sum í fjør oftast
var í framrættaðum leiklutum, og so eru tað
Ragnar Samuelsen og Andreas Thomsen.
Tað kann væl vera, at Eli Falkvard Nielsen og
19 ára gamli Magnus Holm Jacobsen aftur fara at
eiga lyklaleiklutir á verjukenda miðvøllinum. Árni
Frederiksberg er arkitektur í álopsspælinum, og
Stefan Radosavljevic og Hugin Samuelsen fara
ivaleyst at eiga stóran leiklut. Aðrir miðvallarar,
ið kappast um sentralu plássini, eru Erlendur
Magnusson, 17 ára gamli Mattias W. Joensen og
16 ára gamli Martin Agnarsson.
Í fjør átti B36 ongan spælara, sum kappaðist
ovast á máltindinum. Árni Frederiksberg var
toppskjútti við níggju málum, og Benjamin
Heinesen, Brian Jakobsen og Michal Przybylski
skoraðu sjey mál. Teir eru framvegis í felagnum,
og nú er Sebastian Pingel, sum spældi við B36 í
2016, tá ið hann av fyrstan tíð kom til Føroya,
komin aftrat. Hann hevur skorað 24 mál í 68
dystum í bestu deildini.
B36 STOVNAÐ 28. mars 1936 FORMAÐUR Magni Mouritsen
3
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
B36 hevur havt fáar útskiftingar í vetur, og færri spælarar eru
á skaðalistanum. B36 skal aftur í ár verða millum tey fremstu
Mál
1
Rói Mørk Hentze
16 Símun Rógvi Hansen
25 Mattias Lamhauge
Verja
2
Andrias Erikssen
3
Sonni Ragnar Nattestad
4
Bjarni Petersen
12 Alex Mellemgaard
13 Erling Dávidsson
16 Andreas Thomsen
24 Ragnar Samuelsen
Miðja
5
Magnus H. Jacobsen
6
Eli Falkvard Nielsen
7
Árni Frederiksberg
15 Hugin Samuelsen
17 Mattias W. Joensen
18 Benjamin Heinesen
19 Erlendur Magnusson
23 Martin Agnarsson
28 Michal Przbylski
Álop
8
Stefan Radosavljevic
9
Meinhard Olsen
20 Andrass Johansen
21 Brian Jakobsen
22 Sebastian Pingel
Venjari Jákup á Borg
Hjálparvenjari André Olsen
Tilgongd Mattias Lamhauge, Sebastian
Pingel, Ragnar Samuelsen, Sonni Ragnar
Nattestad, Meinhard Olsen
Frágongd Lukasz Cieslewicz, Hannes
Agnarsson, Gilli Samuelsen, Jónas Tór
Næs, Hans Jørgensen