Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN: Árni Frederiksberg Tað gylta vinstrabeinið hjá Árna Frederiksberg kann bæði skjóta mál og ikki minst leggja upp til mál, og skal B36 aftur í ár vera við heilt har frammi, er ein væl upplagdur Árni ein av lyklunum. Árni var í fjør toppskjútti hjá B36 við átta málum. GJØGNUMBROTIÐ Stefan Radosavljevic Hann hevur longu fingið sítt gjøgnumbrot í TB, og eftir eitt lovandi hálvár í B36 er hann nú tilreiðar at fara undir veruligu royndina. Stefan er 19 ára gamal, og hann hevur longu spælt 72 dystir í bestu deildini. Hann hevur eginleikarnar til at gera tað heilt stóra gjøgnumbrotið. Stefan hevur umboðað Føroyar á U17, U19 og U21 landsliðnum. VENJARIN Jákup á Borg Orkufylti Jákup á Borg dugir at píska tað besta fram í sínum monnum, og við tí eyðkenda B36- spælinum nærmast í blóðinum er hann garantur fyri at borðreiða við undirhaldandi spæli. Jákup hevur vunnið steypakappingina sum venjari, og í fjør var hann eitt fet frá FM heitinum. MÁLIÐ FM Líkamikið hvussu nógv teir tosa leiklutin upp í hendurnar á øðrum liðum, so er grovt sagt einasta framstig hjá B36 frá í fjør at vinna FM í ár. B36 dámar tó eisini væl at gera ein vørr úti í Evropa. Eg kenni felagið og spælið hjá okkum væl BENJAMIN HEINESEN BENJAMIN DROYMIR UM LANDSLIÐIÐ Eingin hevur verið longri í B36-hópinum enn 23 ára gamli Benjamin Heinesen, sum í sínum níggjunda kappingarári er til reiðar til størri ábyrgd og eisini droymir um føroyska landsliðið PÆTUR ALBINUS Hóast hann einans er 23 ára gamal, telist Benjamin Heinesen ímillum royndastu leikararnar í B36-hópinum. 175 dystir er tað blivið til á besta liðnum, og nú fer hann í holt við sítt níggjunda kappingarár. – Nú eri eg tann leikarin, sum hevur verið longst í hópinum, so tað skuldi verið løgið, um eg ikki kendi meg sum ein av teimum royndaru á liðnum, sigur Benjamin Heinesen, sum kennir ábyrgdina vaksa við árunum. – Eg føli at eg kenni felagið og spælið hjá okkum væl, so har meti eg meg hava okkurt at geva teimum yngru, sigur hann. Tað lá annars ikki í kortunum, at Benjamin skuldi blíva B36-ari. Hann er argjamaður og spældi barnafótbólt við AB, men í piltadeildini skifti hann til B36. – Hetta var tað árið, AB fyri fyrstu ferð var við í bestu deildini, og tað haldi eg hevði eina neiliga ávirkan á ungdómsfótbóltin á Argjum. Okkara venjing bleiv ikki tikin í álvara, og tí valdi eg at skifta, sigur Benjamin. Øll hesi árini hevur Benjamin spælt við B36, og longu sum 16 ára gamal fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum. – Eg fekk burtur úr ongum debut fyri besta liðið hjá B36 ímóti endanum av kappingini í 2012. Eg hevði ikki verið ein partur av liðnum tað árið, men brádliga ein leygardag fekk eg boð um at koma við besta liðnum til Klaksvíkar dagin eftir, greiðir Benjamin frá um dystin, sum endaði við 4-3-sigri til B36. – Eg fór norð og væntaði ikki at sleppa at spæla, men mitt í seinna hálvleiki kom eg inn og fekk mínar fyrstu minuttir. Frá kappingarárinum 2013 havi eg so verið fastur partur av besta liðnum, og tað eri eg ómetaliga stoltur av, sigur hann. SVANGIR Tað tykist vera eitt nýtt rák í føroyskum fótbólti at hava morgunvenjingar, og hesar hevur B36 havt nakrar av sum fyrireiking til kappingarárið. Liðið hevur annars verið á venjingarlegu í suðri, luttikið í venjarakappingini og í Klaksvíkskappingini. – Fyrireikingarnar hava verið góðar. Tað er hørð kapping um plássini, so hvør einasta venjing verður tikin í størsta álvara, sigur Benjamin. Meðan svinghurðin hevur gingið títt í flest øllum øðrum feløgum, hevur tað gingið heilt stillisliga fyri seg í B36, sum í stóran mun er mannað við somu monnum sum í fjør. – Útskiftingin hevur nokk ongantíð verið so lítil sum í ár. Tað kann vera sunt við útskifting í einum hópi, um menn til dømis eru mettaðir, men eftir at vit ikki fingu gullið í fjør, so haldi eg at menn eru svangari enn nakrantíð. Tískil haldi eg, at tað heilt greitt er ein fyrimunur, at tað ikki hevur verið stór útskifting hjá okkum, heldur Benjamin. B36 hevur eftir hondini fingið tað til ein góðan vana at skapa hvøkkir úti í Evropa, og um málsetningarnar fyri árið sigur Benjamin, at teir ætla sær útaftur í Evropa næsta ár. – Nú Evropa-plássini eru fækkað, er tað bara enn meira umráðandi hjá feløgunum at hava tað sum málsetning, vísir Benjamin á. Í heimligu kappingunum kundi hann hugsað sær gull. – Eg fari altíð inn fyri at vinna, so eg hevði heilt greitt verið vónbrotin, um vit ikki fáa eina gullmedalju í ár, sigur hann. – Kappingin er øgiliga opin í ár. Eg vildi mett, at øll liðini, sum eru endað í topp fimm síðstu árini, hava ein møguleika at vinna FM í ár, sigur hann. LANDSLIÐIÐ Benjamin Heinesen hevur spælt á føroysku U17-, U19- og U21-landsliðunum, men enn hevur hann sína fyrstu úttøku til A-landsliðið til góðar. – A-landsliðið er heilt greitt ein dreymur hjá mær, men tað er ikki nakað, sum eg havi hugsað so nógv um síðstu árini. Men nú tað er ein nýggjur venjari settur, so havi eg tó hugsað eitt sindur um tað, sigur Benjamin Heinesen, sum hevur ein møguleika í eygsjón.