Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM NES SÓKNAR ÍTRÓTTARFELAG Svenski venjarin ætlar, at NSÍ aftur í ár skal vera við í FM stríðnum, og í hvussu so er vinna europeisk atgongumerki Fyri tveimum árum síðani var Glenn Ståhl venjari í Suðuroy. Tá ið hann takkaði fyri seg, var heilsan, at møguleiki var fyri, at hann fór at koma aftur til Føroya. Dreymurin var møguleikin at venja eitt av liðunum, sum eru við í FM stríðnum. Nú er Glenn Ståhl aftur í Føroyum, tí dreymurin er vorðin veruleiki. Tað gekk skjótt at fáa avtaluna við NSÍ upp á pláss, tá ið tað varð greitt, at íslendski Guðjón Þórðarson ikki fór at halda fram í Runavík. Svenski venjarin ætlar, at NSÍ aftur í ár skal vera við í FM stríðnum og í hvussu so er vinna europeisk atgongumerki. Tað hevur NSÍ megnað hvørt ár síðani 2013. Tvær ferðir silvurkrónur, tvær ferðir bronsukrónur og trý fjórðapláss kundu bent á, at liðið aftur er búgvið at vinna FM heitið, sum felagið bara hevur vunnið einaferð – í 2007. Tórður Thomsen er aftasti skansi. Aðrir málverjar eru Eli Joensen og Dánial Danielsen. Eftir summarsteðgin fer Karstin Hansen, sum er uttanlands í útbúgvingarørindum, eisini at vera við í kappingini um plássið millum stólparnar. Í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hevur liðið verið í 3-5-2 útgávu. Fýra spælarar stríðast um plássini í verjuni. Teir eru veteranurin Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, sum í fjør var álitið í verjuni, og nýggju spælararnir í felagnum Jákup Jakobsen og Rógvi Egilstoft Nielsen. Felags fyri teir báðar síðst nevndu er, at teir eisini eru førir fyri at røkja ódnir bæði á vongverjunum og miðvøllinum. Vongverjar eru Bárður J. Hansen, Pætur Hentze og Jann Benjaminsen. Ein av avgerandi spurningunum í NSÍ er, hvussu tað fer at eydnast at varðveita styrkina á miðvøllinum – í nærdystunum í luftini og á vøllinum – nú Pól Jóhannus Justinussen ikki er tøkur. Fyrrverandi landsliðsspælarin í Sierra Lone, Alfred Sankoh, var ætlaður at eiga leiklut, men stutt undan kappingarbyrjan er ógreitt, um hann fer at eiga nakran leiklut. Hann er ikki á yvirlitinum, sum felagið hevur latið okkum. Tað kann vera, at nýggjur miðvallari verður at síggja. Aðrir verjuspælarar eru Meinhard Geyti, Atli Petersen og Hans Marius Davidsen. Betuel Hansen eigur sentralan og verjukendan leiklut á miðvøllinum, og aðrir sentralir miðvallarar eru Jann Martin Mortensen, Haraldur R. Højgaard, Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen og Pætur T. Skipanes. Salmundur Bech var lyklaspælari, tá ið Glenn Ståhl var í Suðuroy. Hann hevur vant við NSÍ síðstu vikuna. Eisini Búi Egilsson er gamal kenningur hjá Glenn Ståhl. Í fjør spældi hann við NSÍ, men hann er so mikið skaðadarvaður, at hann ikki enn er farin at venja. Í fremstu ódnunum eru Petur Knudsen og liðformaðurin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, sjálvskrivaðir. Hvussu nógv teir fara at megna at avrika verður avgerandi fyri, hvussu tað fer at hilnast hjá NSÍ í strembanini eftir at vinna heiðursmerki og europeiska luttøku. Í venjingardystum hevur Martin Klein Joensen fleiri ferðir roynt seg í fremstu røð, og Stefan Løkin er eisini við í kappingini um pláss í fremstu røð. NSÍ STOVNAÐ 24. mars 1957 FORMAÐUR Dánjal Hansen 5 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Tórður Thomsen 25 Eli Joensen 29 Karstin Hansen 30 Dánial Danielsen Verja 2 Meinhard Geyti 3 Oddur Højgaard 4 Jákup Jakobsen 5 Jóhan T. Davidsen 7 Rógvi E. Nielsen 12 Atli Petersen 15 Pætur Hentze 19 Hans Marius Davidsen 22 Bárður J. Hansen Miðja 8 Haraldur Højgaard 14 Jann Martin Mortensen 17 Jann Benjaminsen 20 Mórits Heini Mortensen 24 Betuel Hansen 26 Pætur Skipanes 27 Aron Knudsen Álop 10 Klæmint A. Olsen 11 Búi Egilsson 16 Petur Knudsen 18 Stefan Løkin 28 Martin Klein Joensen Venjari Glenn Ståhl Hjálparvenjari Jens Martin Knudsen Tilgongd Jákup Jakobsen, Karstin Hansen, Haraldur Højgaard, Rógvi E. Nielsen Frágongd Jannik Olsen, Andri Benjaminsen, Óli Olsen, Sjúrður Pauli Nielsen, Øssur Dalbúð, Peder Nersveen, Einar Tróndargjógv, Magnus Olsen, Per Langgaard, Pól Jóhannus Justinussen DREYMURIN HJÁ DREYMURIN HJÁ STÅHL ER VERULEIKI STÅHL ER VERULEIKI